Skip to main content

Rannvá fekk Fjällräven til Føroya

Fotografurin Rannvá Joensen er úr Hósvík og hevur fleiri Insta-fylgjarar enn samlaða talið á føroyingum í allari verðini, ikki færr enn 61.000. Nýggjasta er, at hon hevur fingið víðagitna svenska vørumerkið Fjällräven til Føroya at mynda vetrarkollektiónina, mitt í okkara náttúru.

Og tað riggar so væl, at eg kann ikki hugsað mær Føroyar og Fjällräven sum annað enn eitt perfekt match. Tey tvey F’ini sum prinsipp fyri perfektu kulissuni. Føroyar og Fjällräven. Sum beint nú síggjast úti í heimi.

- Mín fyrsti leiklutur var location scout, og síðan var eg samskipari, sigur Rannvá, og fortelur, at tað var framleiðslustjórin, Johan Jonnson, frá svensku filmsfyritøkuni Vast Work, sum setti seg í samband við hana.

- Tað var síðst í marts gjøgnum Instagram, og hann spurdi, um eg var áhuga í at gera eina uppgávu fyri tey. Hann greiddi frá, at tey skuldu taka myndir og filma heystkollektiónina 2022 hjá Fjällräven í maj í ár, og tey manglaðu onkran í Føroyum við góðum kunnleika, ið kundi vera samskipari. Vit forhandlaðu eitt sindur um løn og avtalur aftur og fram, og síðani bleiv eg partur av toyminum hjá Vast Works og Fjällräven. Tey vóru sekstan fólk í alt; fýra frá Fjällräven, seks útlendskar modellir, harav ein, sum kom heilt úr Kanada, og seks fólk frá Vast Works, sigur Rannvá, sum byrjaði at fyrireika seg ein mánað innan liðið frá Fjällräven kom til Føroya.

- Tey høvdu nógv krøv og ynski, og so var tað upp til mín at finnað útav, hvussu tey kundu fáa alt tað burturúr, ið tey vildu hava. Eg byrjaði við at finna støð útfrá tí Moodboard, tey høvdu sent mær, og tá ið tað var komið uppá pláss, so kundi eg fara í gongd við arbeiðnum at samskipa, sigur Rannvá og útgreinar allan logistikk, at hon skuldi finna útav, hvar tey skuldu búgva, hvussu tey skuldu flyta seg frá stað til stað, hvat tey skuldu eta, finna eyka filmsútgerð til upptøkurnar, eftursum tað var trupult at fáa alt við til Føroya, gera ein shootingplan fyri hvønn dag, tað vil siga eina skrá fyri, hvat skuldi henda hvønn dag, og hvør skuldi vera við, fáa neyðug loyvi uppá pláss og leiga útgerð, so sum tráður og enntá eitt heilt skip. 

- Har var nógv at halda stýr á, og nógv samskifti aftur og fram, fyri at fáa alt góðkent frá Fjällräven. Tað, sum er mest umráðandi hjá einum samskipara, er at fáa allar avtalur uppá pláss áðrenn, og at fyrireikingararbeiðið er gjøgnumført, sigur Rannvá.

Men eru Føroyar væl egnaðar sum backdrop til kend vørumerki? 

- Ja, so hundrað prosent. Vit hava eina náttúru í Føroyum, sum er heilt serlig og einastandandi, tí hon kann ikki samanlíknast við onnur lond. Tað er eisini skjótt at flyta seg frá staði til stað, og tað eru ikki nógv fólk rundanum, ið kunnu órógva eina framleiðslu, so tað afturat ger tað sera lokkandi fyri kend merki at koma higar. Hinvegin kann veðrið vera ein avbjóðing, men tað heldur sum so ikki teimum aftur at koma hendavegin. Eg havi varnast, at fleiri og fleiri útlendsk merki hava opnað eyguni fyri Føroyum og ynskja at koma hendanvegin. Havi sjálv verið við til fleiri upptøkur, og fái regliga fyrispurningar um upptøkur uttanlands frá. Sjálvandi, merki, sum hava okkurt við uttanduralív ella ferðavinnu at gera, rigga væl í Føroyum, men tað kann eisini koma alt ann uppá, hvat hugsanin er aftanfyri,  hvussu lidna framleiðslan skal síggja út. 

Hvat fáa Føroyar burturúr at síggjast úti í heimi saman við Fjällräven, Ford Mustang Mach-E, ella James Bond? 

- Vit fáa fleiri ferðafólk og eitt betri vinnulív. Tað skapar pláss fyri fleiri arbeisplássum og leggur kapital eftir sær, hóast hettar kundi verið munandi betri. Tað er alt ov oftani, at merki mugu taka útlendskar filmsfyritøkur við sær, tí at okkara egna filmsvinna ikki hevur tær hendur tøkar, ið skulu til. Tað er ein mangul herheima, og tí kundu vit sjálvi styrkt okkara egnu filmsvinnu, so vit í størri mun vóru klár at taka ímóti teimum merkjum, ið venda nøsina hendanvegin, sigur Rannvá at enda.

Eg kann ikki annað enn ynskja til lukku við væleydnaðu upptøkunum av nýggju kollektiónini hjá Fjällräven í føroysku fjøllunum og bygdunum. Framúr!