Skip to main content

Nýggjasta Trapbókin fær góð ummæli


Undir yvirskriftini Fuldendt værk i enhver forstand, hevur Egon Kjøller, journalistur á Nordjyske Stiftstidende í Aalborg, seksstjørnað toppummæli av nýggjastu Trapbókini um Føroyar, sum er eitt av 36 bindum í nýggjastu røðini, teirri sættu, sum ikki bara er um Danmark, men eisini Føroyar og Grønland, í báðum førum við nýteknaðum landakorti, faldaðum og løgdum inn í bakpermuna, akkurát sum fyrr.

Ummælarin er mest upptikin av partinum um Klaksvíksstríðið, sum Hans Andrias Sølvará hevur skrivað: ”Hvor stærke kræfter, der er på spil, får man et levende indtryk af i bogens kapitel om konflikten i Klaksvik 1952-56, det tætteste Danmark har været på borgerkrig i nyere tid. Det var grundlæggende en strid mellem den politiske og den økonomiske hovedstad, mellem fiskerne og byens matador, og mellem Danmark og Færøerne. 70 pct. af beboerne havde stemt for selvstændighed i 1946,” skrivar Egon Kjøller.

Bókin, sum telur 330 síður og 71 fólk hava skrivað, kom út á donskum fyri jól, men kemur eisini á føroyskum og enskum, og í eini útgávu til netið, sum Nám í øllum nevndu førum stendur fyri. 


Eisini Føroyakortið, sum Umhvørvisstovan eigur, er ment til útgávu saman við Námi: ”En glimrende introduktion til øernes natur, livsvilkår og stednavne. Læg det ud på stuegulvet og studér højdekurverne: Fuldstændigt tætliggende illustrerer de dramatiske landskaber med fuglefjeldenes svimlende afgrunde, de grønne, grønne dale og trange fjorde; eller følg vejenes hårnålesving mellem bittesmå bygder og tæl tunnellerne under fjelde og fjorde: mindst 14 plus to under anlæg, den længste 10 kilometer. Hvad har de ikke kostet? Og hvordan har de ikke forandret samfundet? ”Fra øsamfund til fragmenteret urbanisering” er en præcis overskrift i bogen,” skrivar danski ummælarin.


Jóan Pauli Joensen, hevur verið ritstjóri, og gav mær sum formanni í Filmsfelagnum uppgávuna at skriva um film í Føroyum eftir ávísum ritstjórnarligum prinsippum. Tað var ikki óinteressant at fáa innlit í, serliga hvussu ritsjórnarliga gongdin er í so stórum og samansettum verki, sum byggir á so drúgva søgu.

Tá kongaligi einahandilin gavst í Føroyum, kom fyrsta bind í Danmark við Jens Peter Trap (1810-1885) sum høvundi. Fýra ár seinni kom fimta og seinasta bind av klassiska verkinum Trap Danmark, í alt 2500 blaðsíður. Hóast ikki færri enn 2000 ”meddelere” verða takkaðir í fororðunum í hesi fyrstu útgávu, ið gekk sum heitt breyð, er eingin útgava fingin so skjótt frá hondini. 

Fimta útgávan, sum er hin nýggjasta undan hesari aktuellu, kom í árunum 1953-1972. 


Um aldarskiftið rendi eg meg í fjórðu útgávuna í Blumes Antikvariati á Værnedamsvej í Keypmannahavn. Síðan hevur hon staðið sum eitt fimtan kilo møbilstykki á hillini, Trap Danmark, í útgávu frá 1930, tá Gunnar Knudsen í Charlottenlund og E. Weitemeyer, høvdu brúkt ellivu ár til ritstjórnararbeiði av hesum níggjunda bindi um Føroyar av tilsamans tíggju. Tað siga teir í fororðunum. Eisini verður sagt at Færø Amt parturin, sum er í hesum bindi, í bókstavarøð fekk stuðul frá Gunnar Dam, Anton Degn, Geodætisk Institut, M.A. Jacobsen, Ejnar Knudsen, Alfred Larsen, Poul Nørlund, D.P. Otzen, Hj. Ringberg, A.C.A. Strubberg og Vandbygningsvæsenet. Sagt verður ikki hvør hevur bundið inn. Hálvfems ár seinni haldi eg at tað er flottasta avrikið. Tað sigur eitt sindur um fyribrigdið bók, ikki minst um rára fyribrigdið leksikon, ið er sum lundi á jólanátt, meðan netstøð sum Wikipedia, ið vit øll skuldu fingið ábyrgd fyri at dagført ein tíma um dagin, í dag eru søvn við akkumuleraðari vitan, hóast tey ikki hava eitt handgrípiligt estetiskt bókaúttrykk. Nýggjar tíðir, nýggjar bøkur.