Fyri fimm árum síðan skar Ivan Holm í Nólsoy mær fyrsta bitan av skerpikjøti úr Oynnabøli. Har hevur hann tveir veðrar gangandi millum risastórar hvannir í brattlendinum eystantil á oynni.
Saltstroytt - uppá ljóst nýbakað rugbreyð - smakkaði eg aftur ein bita av kjøtinum úr Oynnabøli um vikuskiftið. Veðrarnir høvdu góða vekt, og kjøtið, sum er frá fyrrárinum, glinsar, tá tú leggur tað á breyðið. Ikki tí tað er so feitt, tað er mest sum drivið, reint kjøt, og fitin, ið sæst, er glærfiti heldur enn tálgarfiti. Gott at síggja, gott at smakka og góðan konsistens. Ilt at siga, um tað er vitanin um hvannirnar, ið gevur kjøtinum ein farra av einum seregnum smakki, ið kemur til sín rætt á góðum breyði, og kann verða forloyst við einari føroyskt tokutari Klikkhaze, ella einum klárum italskum Tipopilsnara, alt eftir hvussu lagið er.
- Eingin hevur nakrantíð átt Oynnabøl, sum er eystantil á Nólsoynni, sunnanfyri Mann, mitt í berginum, beint upp frá Bólstaði. Vit kunnu vera eini níggju mans, sum fara við 60 favna línu. Av eggini eru 37 favnar niður í brattlendið, har tveir seyðir ganga. Tá eru minst 80 favnar niður á Bólstað. Tað er tann reini sportur, at hava tveir seyðir har, sigur Ivan Holm og sker ein bita av veðrunum, sum vigaðu 77 og 80 pund.
- Hygg, glærfitin, sigur Ivan, sker niður, og ger vart við, at meginparturin er kjøt. - Beinini eru dubult so sver, tí teir ganga í brattlendi. Her er kjøtríkt í Oynnabøli, har hvannirnar eru manshøgar, og seyðurin annars etur sýru. Hóast veðrar eru dotnir oman, havi eg fingið allar mínar aftur. Man skal vera stillur. Ein seiðatráða kann vera brúkt at fanga teir. Menninir halda, so hálar tú til tín. So verður seyðurin hálaður upp í hinari línuni, sigur Ivan um at vera í Oynnabøli.
- Stríggið, men óluksáliga stuttligt, sigur sonurin Magnus, sum fyrrárið brúkti dronu at filma túrin niður í Oynnabóli eftir báðum veðrunum.
Er tørført at taka seg niður í brattlendið, haðan kjøtið stavar, er enn verri at finna fram til staðarnavnið, sum er livandi á mannamunni í Nólsoy, men ikki kann googlast og ikki er á staðarnavnalistanum hjá Kortalinum. Egon Hansen nevnir tó navnið í einum yvirliti í aðrari av Nólsoyarbókunum, so vit vita, hvussu munnborna navnið stavast. Oynnabóli er navnið. Men Eivind Weyhe, sum í mong ár var formaður í Staðanevndini, sigur, at rætta navnið er Oynnabøli.
Við skerpikjøti eru Føroyar komnar á altjóða Taste Atlas. Tí er einki at taka seg aftur í, at skerpikjøt eigur at vera ovast á øllum sjarkuttarílistum á líkinda matstovum í landinum.
So fara vit biltúr úr Nýggjagørðum og norður eftir vegnum, ið kallast í Stong og leggur fýra endar út í hagan. Tá er vegurin at skilja sum uppdyrkingarvegur, ella traktorvegur, har ein skal vera varin við lágum bili, skal ikki alt skrædna undan. Framúr sunnudagsbiltúrur í Nólsoy, har Havnin sæst í bakborð, Eysturoyggin við teim fungerandi vindmyllunum fyri framman og blýgráa havið í stýriborð. Stongin er málið.
Í bókini hjá Steffen Stumann Hansen um at ganga í Nólsoy verður sagt, at navnið sipar til stongina, sum við eini tunnu í toppinum, tænti sum viti 74 metrar yvir havinum, bygdur í 1849 sum innsiglingarviti til Havnina. Leitar tú eina løtu, sært tú árstalið út móti havinum í eyðkendu grótlaðingini, sum Steffan Danielsen eisini hevur málað.
Við besta og mest eksotiska úrvalsskerpikjøti í landinum uppá breyð, og ein biltúr norður á Stongina at síggja árstalið á grótlaðingini, og at enda steðga við Grástein og síggja beint út á Oynnabøl, er Nólsoyggin eitt ferðamál av teim ikki bara sjálvsagdu, men eisini mest eksotisku, møtir tú røttu fólkunum og fært hin rætta bitan undir tonna, tjúgu minuttir úr Havn. Til lukku og manga takk!