Instruktivir og ferðaklæddir í stuttum buksum og fegnir um boblur eru teir fremstu forsprákarar at fáa vín á borðið í Føroyum, fuglfirðingarnir Pól Hans á Grønutúgvu, Birgar Larsen og Ólavur Larsen, ið kalla seg Vínkúllarnir.
Tað er helst fyri at undirstrika, at teir eru fólksligir og ólærdir, tá vit fyrst hittast á Parnassinum og síðan á teim teppilagdu Panoramagólvunum ovast á Hafnia í bláum shorts, brúnari t-shirt og sólbrillum, sum vóru teir blues brothers á vínferð.
Uppi á Panorama er besta sýnið yvir gomlu Havnina, sum vit ofta knýta at tankanum um fínari matgerð og enn fínari víni.
Ikki tí, kommunalir byggikúllar hava hesa vikuna verið allarovastir á breddanum í Degi og Viku, fyrst í Fuglafirði, so í Klaksvík og at enda í Havn. Men hví kalla hesir tríggir fuglfirðingar seg Vínkúllar?
- Tí at vit eru kúllasligir, tá tað kemur til vín og smakkingar. Vit eru ikki professionellir, men alt sum verður serverað er vælumhugsað og spennandi, bæði fyri kennarar og nýbyrjarar. Øll kunnu verða við - og tí er tað enn meiri kúllasligt, siga teir tríggir.
Hinvegin er nývaldi fuglfirðingurin á tingi, Bárður á Lakjuni, millum harðastu mótstøðumenn, tá umræður vinnuligu strembanina hjá matstovum at fáa meira vín á borðið, og sjálvi sleppa at gera av og flyta inn, tað sum passar best til egnan viðskiftagóma.
Fuglafjørður er bráddliga blivin ein av muntru miðdeplunum og snúningsásunum á prangandi hotellborðunum.
Kokkur á Hotel Hafnia er køksleiðarin Anna Østerø, sum er ættað av Trøllanesi og býr í Kvívík. Tað er hugtakandi í hesi mannfólkaverð, at hon kallar seg ”Mother and a chef” á Facebook. Mamma hennara, Maud, sum er av Eiði, hevur langt síðan skrivað seg væl og virðiliga inn í staðbundna og stuttflutta matgerð, serliga við rullupylsu.
Fyrsta borðreiðingin hjá matmóðirin er brellbitar á Parnassinum, har vit fáa ein forsmakk og verða innskrivað til eitt talmerkt borð. Heilsi uppá borgarstjóran, og úr hæddini nýti eg høvið at hyggja niður á Vaglið og syntetisku ánna, at skerpa mær real life appetittin, nú kommunan sigur í Útvarpinum, at skattaborgarin í høvuðsstaðnum frossar so illa við mati. Meðan eg tyggi brellbitan gongur upp fyri mær, hvussu sýnið niður á Vaglið framhaldandi kann skerpa mær sansirnar.
- Vit byrjaðu on-line við vínsmakking, tá korona tók seg upp, og alt samfelagið lat aftur. Rólant Waag hevði eisini ølsmakking á netinum saman við Kasper í Rúsuni. Tað varð í báðum førum ein kempi suksess, sigur Ólavur um vínsmakkingina í fjarstøðu, tá korona tók seg upp, í dag fyri trimum árum síðan.
Tað er fult hus á Hafnia, og tey seks vínsløgini, sum vit fáa at smakka í kvøld, eru frá einum biltúri, road trip, teir kalla, sum varð gjørdur í bili gjøgnum Týskland og Frakland í fjør summar. Sjaførur var Gissa, Kristian Olsen, sum er mammubeiggi Birgar og Ólav.
Signalvirðið í heitinum road trip fær okkum at hugsa um stuttliga mannfólkafilmin Sideways frá 2004, sum eisini er ein djúpur kaliforniskur vín- og tilverufilmur, ið vann Oscarvirðislønina fyri besta handrit tað árið. Alexander Payne, sum seinni fekk ein Oscar fyri The Descendants (2011), leikstjórnaði. Og júst Napa Valley í California varð nevndur í vikuskiftissendingini í Útvarpinum í gjár sum næsta møguliga ferðmál hjá Vínkúllunum. Har eru fleiri enn 450 vínbøndur, hvør við sínum navni, teirra millum Hendry, sum eg rendi meg í í 2008, og vitjaði í 2012 og skrivaði ein blogg um. Eitt fjálgt minni í vátaslettinginum í Havn.
- Vit løgdu okkum eftir seks ymsum drúvum og drúvublandingum úr Pfalz, Alsace, Bourgogne og Chateauneuf-du-Pape, ið vit halda eru alneyðugar hjá øllum at royna, siga teir tríggir og útgreina, hvat teir valdu á týsk-franska víntúrinum.
- Vit hava valt at brúka eina turra og mineralska riesling, eina turra og spennandi riesling bobblu, eina fruktkenda og fyldiga gewurztraminer, eina lætta og fruktríka pinot noir, eina kraftmikla grenache blandingsdrúvu, og eina seint heystaða og lagraða pinot gris. Hetta hevur tikið langa tíð at seta saman, tí vit mugu fáa øll tey bestu økini og framleiðararnar við, og vit mugu eisini hava tær mest umráðandi drúvurnar við. Afturat hesum má alt umhugsast væl saman við matinum, so alt gongur upp í eina hægri eind. Í stuttum, eru vit sera væl nøgdir við úrvalið, siga Vínkúllarnir úr Fuglafirði, sum eru ymsir av lyndi og hava hvør sín leiklut.
- Vit eru tríggir sera ymiskir, men seriøsir kúllar, ið hava drúgvar royndir innan vín, mat og at skapa hugna. Sjálvt um vit eru seriøsir, so hava vit altíð eitt smíl, og eru lættir at verða saman við. Ymiskleikin hjá okkum ger, at vit komplimentera hvønn annan. Pól Hans á Grønutúgvu hevur verið primus motor frá byrjan, tí hann hevur skapt hendan áhugan, sum vit allir hava tikið til okkara, og hann hevur eisini eina skarpa vitan um vínheimin. Birgar Larsen er tann hugnaligi matmaðurin, sum hevur ein heilt serligan tokka til bobblur. Ólavur Larsen er tann fleksibli, ið oftast er orðstýrari og innpískari, siga Kúllarnir millum gløsini og mikrofonprátið við mongu gestirnar.
Og so kann eg eisini nevna, at Ólavur er býráðslimur í Fuglafirði fyri Javnaðarflokkin, hevur gjørt ársins jólagávu, Bezzerwizzer, á føroyskum og skipar í mai fyri konsertum í Mentanarhúsinum og Norðurlandahúsinum við danska Tim Christensen undir navninum Hugnaløtur.
Men í kvøld eru tað Kim Hansen, Eyðun Nolsøe og Terje Rasmussen, ið spæla meðan Fuglfjarðakúllarnir taka sær góðar stundir at greiða so livandi frá, at tú fært ein vaksandi hug at ferðast beint úti í heimsins vínøki, at møta vínbóndum og smakka aktuella heystið og tað, sum goymir seg í kjallaranum.
Hetta við tónleiki afturvið mati er eitt tvíeggjað svørð. Skal tað vera taffelmusikkur, lurtarakonsert ella fylgispæl til felagssang.
Annan vegin fyllir tað gamaní tær tómu løtur, ið einki verður sagt við borðið, tað sum grikkar kallaðu horror vacui og ræddust í øllum lívsins viðurskiftum, never a dull moment, sum bretar siga, og hinvegin er tað gleðin at kenna aftur so kátar poppsangir, at fólk taka undir armin á tí næsta og fara at dansa, fevna og veipa, sum ætla tey sær á flog her uppi á ovastu hædd á Hafnia. Eri ikki so fegin um tann partin av okkara sangmentan.
Hóast tónleikurin í sjálvum sær er framúr, spekuleri eg enn uppá, hvønn leiklut hann skuldi hava undir tiltakinum.
Men tá Terje syngur annan sangin, Ikaros hjá Afzelius á føroyskum, eru vit við borðið samdu um effektina av tónleikinum. Sosialrealistiski sangurin tekur broddin av snobbarínum, sum altíð hongur uppi við vínsmakking og matgerð. Jú, soleiðis er tað. Nú kom tónleikurin uppá plass, hóast kongotrummarnurnar í løtum larmaðu nakað illa, so samlaða ljóðið bleiv sum á eini tokstøð. Men eisini tað dugdu Vínkúllarnir at stýra, so vit altíð minnast til, at vit eru á ferð, vínferð.
So koma evergreens sum Eg vil liva, Ljóðmynd og allir hinir sangirnir, og øll syngja við, í nógv størri mun enn eg brýggi meg um, og so vil ein spæla tok um alt Panorama. Kanska eru ov nógvir pedagogar ella eysturoyingar við, veit ikki, men stuttligt er tað at eygleiða, at fólk hugna sær so ekstremt mitt í Havn.
Vit hoyra søguna um, tá føroyski bilurin hjá Gissa skuldi skifta dekk, og Kúllarnir, sum ikki vóru fermir í fronskum, noyddust at spyrja seg fram. Tá stungu persónlig vínsambond seg upp, at tann veruleiki, at Koks hevði verið á somu leiðum frammanundan, kom væl við og allar hurðar, sum fyrr vórðu læstar, lótu seg upp.
Vit fáa avmáld orð um gløs, og verða biðin um at stoyta tað, sum er í nýggjasta glasinum í tað rúmligara næstnýggjasta. So fella nøkur instruktiv orð um kropp á glasi, og hvar á tunguna ymsu gløsini lata vínið raka. So instruktivir undirvísarar, at visti eg ikki rætta samanhangin, so var evnið, ið savnaði øll fólkini, djúpt erotiskt. Og kanska er hitt besta vínið júst tað. Ein sublimering av Eros og øllum hansara fjølkynjaðu fylgisveinum.
Fyrst er tunt skorin rimmaður toskur við grønmeti, saltur og feitur við sinnoppi. Væl paraður við boblum, sum teir støðugt elska at siga, við týsktmilitera navninum Reichsrat von Buhl. Ein fín innrás frá Riesling. Nú kemur laksur við wasabi í skel á borðið. Besta servering undir mínum góma. Afturvið er ein meira tropiskur smakkur av gewurtztraminer drúvuni, hóast etikettin sigur Dom Trimbach. Nú fáa Kúllarnir innført eitt orð um riesling og ráðandi marknaðarstøðu og kongar í ríkinum. Vit eru í ráu inngangandi fasuni og fáa nú tatar, rátt malið neytakjøt av Trøllanesi, blóðugt við jarnsmakki, sum speglast aftur í víninum úr Bourgogne, sum er úr pinot noir drúvuni.
So breiðir angin av neytakjøtið seg úr køkinum, og inn kemur høvuðsrætturin, ið er av somu kúgv á Trøllanesi, men nú hevur fingið franska heitið Boeuf Bourgignon. Seinna reyða vínið er úr pávans himmalska kirkjuveldi, Chateauneuf du Pape við langtberandi móttakaradressuni Telegramme. Evropa er í friði. Massivt, tungt og tætt. Omaná er eplakaka við dessertvíni innan vit koma til kaffi og avec, sum er blommubrennivín úr Normandínum.
Tosið gongur lívliga við borðið og nógv evni verða vend og snarað. Vinnulig bygging í søguliga økinum á Tvøroyri, William Heinesen og økið uppi undir Varða, tónleikur við Enekk, Edmund og Sofus og ikki minst um film í Skopun og úti í heimi.
Eftir countrysangin hjá Kim, kastar Terje seg út í ein franskan sang hjá belgiska Plastic Bertrand frá 1978 - Ça plane pour moi. Praktfult. Eisini tá teir halda fram at kasta seg út í sangirnar hjá fremsta poppskaldi í verðinssøguni - Neil Diamond. Vínkvøld hava tað at koyra í ring. Nú eru vit í ytstu ringferð. Kim sum Neil Diamond. You can sing it with a cry in your voice, and before you know it, get to feeling good, you simply got no choice. Vín er vandamikið. Eyðun tekur yvir við fótbóltssanginum Sweet Caroline. Nú eru skjótt stundir at fara heim.
Alt samalt snøgt, vældefinerað og avstemmað við tey seks víngløsini frá róttrippinum hjá Vínkúllunum í Týsklandi og Fraklandi í fjør summar. Fyrimyndarligur greiddleiki, fyrimyndarligur smakkur, borðreiðing, borðprát, servering, nú aftur við siviliseraðum aldargomlum útsýni úteftir, sum eingin ódannaður býráðspolitikari enn hevur oyðilagt, hóast kommunalar royndir vórðu gjørdar í hálvtrýssunum at leggja alt tað, sum vit nú síggja úr panoramavindeyganum undir betong. Bara ein atkvøða var á muni. Og nú er víðsýnt reflekterandi fylgispæl her uppi á Panorama heilt til tornið á heimsins enda.
Rúsdrekkasølan, ið higartil hevur havt einkarrættin at flyta inn vín og allan rúsandi løg til føroyingar, sigur á heimasíðuni, at nøgdirnar skulu ikki økjast. - Í staðin skulu viðskiftafólkini eggjast til at velja dygd fram um nøgd. Uppliving og sansing skulu setast fram um rús og nøgd, verður sagt úr Rúsuni.
Við dyggum stuðli úr Vinnuhúsinum, sigur Samgonguskjalið hjá núverandi stjórn, sum er Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, kortini, at rúsdrekkalógin, sum Marita Petersen, løgmaður, við stuðli frá Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum legði fram vegna landsstýrið og fekk samtykt í 1992, skal broytast, so matstovur sjálvar kunnu flyta inn og selja vín og øl.
Altjóða gastronomipressan sigur, at skal umsetningur fáast í matstovuvinnuna, er tað sjálvsagt, tí ongastaðni ber til at fáa vinning úr matgerð einsamallari. Hon er alt ov dýr, matgerðin. Nógv tann stóri vinningurin verður altíð tikin úr eini barr ella vínsølu við matborðið. Soleiðis er í øllum heiminum og Føroyar eru einki undantak.
Har liggur ikki bara møguleikin fyri vinningi, men eisini fyri profilering av eini vínskrá, sum matstovan vil kennast við og foredla í samstarvi við vínbøndir í heitari londum enn okkara. Áarstova hevur givið út í bók við teksti hjá Hanusi Kamban teirra søgur um vín og vínsambond.
Tilkomin fólk minnast, hvussu tað var fyrr, skuldi tú fáa ella bjóða vín til matna. Tú mátti sjálvur bestilla og loysa út. Alt samalt treytað av, at tú hevðu loyvi, ikki hevði brúkt alt rationeringskortið og ikki skyldaði eitt oyra í lønarskatti. Slitmaðurin varð knokkroyttur, og skuldi eisini vita hví. Tað var bara tað betra slagið, ið kundi skúma fløtan og drekka sjampanju uppá nakkan á øðrum. Og so fingu vit ølklubbar at effektivera hesa frumskóg av paragraffum, sum onkur lærdur hevði stóra fragd av at binda okkum ómentaðu við. Men fólkið stendur aloftast til at vinna.
Vestmenningurin og politisturin Pauli Joensen í Gerðinum roynd at javna og fylla upp í hesa gjónna og venja okkum til aðrar borðsiðir við felagsskapinum Kræsnum Gómum, sum ítøkiliga útvegaði okkum úrvalsvín sum Humberto Canale úr Argentina, ið eg billi mær inn, at eg enn minnist floyalsbleyta smakkin av, 35 ár seinni. At fáa okkum at rulla við tunguni rættan veg og so gurgla var í lagi, men síðan at spýta út, tað varð í byrjanini ovboðið.
Henda foredling førdi til, at eg sjálvur fekk bæði smakk og áhuga fyri fronskum chablis víni afturvið føroyskum bankatoski, sum Johan Mortensen skipaði fyri, og gav mær søguligt innlit í, eisini úr egnari familjusøgu av Tvøroyri. Síðan 2011 hevur hann skiftivís verið í Barbara Fish House og í Áarstovu, sum enn er fremsta matstova av 37 í Havn á Tripadvisor. Heiðurskrýnda tiltakið við bankatoski verður aftur í Áarstovu í døgunum 24., 25. og 26. mars við Jógvani Steingrím Rasmussen sum kokki. Hann hevur havt egna matstovu í Danmark og hevur í eitt gott hálvt ár verið høvuðskokkur í Áarstovu, har hann millum annað hevur gjørt lambskjøt í innbakaðum Wellington stíli. Bankamatskráin, sum nú stundar til, kostar 750 krónur pluss vín. Bíleggur tú pláss, so sæst longu henda enska fráboðan í talgilda kalendaranum: ”Faroecod at Áarstova. These evenings we offer a special menu with Faroebank cod”. Tá verður eisini høvi at keypa flak av nýveiddum bankatoski eftir vekt inni í Vágsbotni.
Men tað er ikki tann beri gleimur og dansur á rósum, tá arbeiðast skal hart í trongum matstovum til langt út á náttina, fyri ikki um at tala at vera kreativur og liva upp til áður givnar stjørnur, kanska í fleirtali.
Í vikuni mistu parísisku stjørnurkokkarnir, Guy Savoy og Christopher Coutanceau, eina av trimum Michelinstjørnum hvør. Savoy, 69, hevur síðan 2002 verið heimsins besti kokkur, og aftur kosin hin besti á La Liste í november í fjør.
Alt hevur sína tíð, og framgongd og undirtøka skapar nýggj krøv.
Leygardagin í matstovudøgunum, var eg sjálvur saman við øðrum á einum fýrastjørnaðum hotelli í Havn, har klaksvíkingar, tað sást á talvuni í gongini, hildu sær at gamni við heavy rokki frá fýrsunum hinumegin veggin, so hart og so leingi, at ikki var tosandi normalt í almennu matstovuni, har vit nítjan sótu. Vóru vit Michelinummælarar, hevði tað kostað minst tvær stjørnur, giti eg. Ikki tí, borðreiðingin, sum Matstovudagarnar taldi tríggjar rættir við fiski í miðdeplinum, var heilt okey, men ikki meir, og kostaði 395 krónur pluss vín.
Broytingartíðir eru, og rust never sleeps, sum Neil Young segði á eini LP plátu í 1979. Í tænastuvinnuni eigur hvør løta at bera broytingar í sær. Innovatión kalla vit tað. Vínkúllarnir hava gripið tann veldissprotan og eru heilt greitt innovativir amatørar við fólksligum tekki beint nú.
Danska Weekendavísin skrivar, at undangongumatstovan Noma, ið av flestum verður mett sum heimsins besta, er ikki longur rentabul. Tað sigur høvuðskokkurin, Rene Redzepi, við avísina, og boðar frá, at hann letur matstovuna aftur, soleiðis sum hon higartil hevur verið kend. Tað er ov dýrt at gera mat. Í hvussu er so fínan og upplivilsisríkan.
Og so er tað filmurin The Menu. Hóast fiktivur, so spinnur hann ein hard core enda burturúr hesi íkomnu støðu, har fremstu matstovur við støðugt villari upplivingum tykjast hava málað seg upp í ein krók.
Filmurin, sum sæst á Disney+, er sum tikin úr eini vísindaligari kanningargrein, sum herfyri var í tíðarritinum Human Relations. Undir heitinum ”Bloody suffering and durability: How chefs forge embodied identities in elite kitchens” hava tríggir sosiologar kannað tveyogtrýss Michelinmatstovur í ellivu londum. Kanningin verður endurgivin í blaðgrein hjá Jeppe Bentzen í donsku Weekendavísini 5. februar í ár.
Dyggur stuðul undir somu sannkenning er bacheloruppgáva hjá Lisa Dunbar “On the menu” á Roskilde Universiteti í ár, har hon eftir sekstan ára royndir í vinnuni sigur, at vit skulu gevast við fine dining. Mátin, atferðin og umstøðurnar at fara út at eta, skulu upphugsast av nýggjum, sigur Dunbar í sama blaði.
Á heimliga vínborðinum eru Kúllarnir úr Fuglafirði eitt gott boð um júst hetta rák, at upphugsað og skapa rúm fyri at fara út at eta á ein nýggjan hátt, sum ikki neyðturviliga hevur fine dining í absolutta og einasta miðdeplinum, men heldur góðar upplivingar kring nøkur úrvald víngløs í felag.
Sum í førinum Bankatoskur, ið er fremsta konsept við søgufróðum føroyskum mati, ið enn stendur til at bjarga, og kann siga okkum handilssøguna og tey lívsseigu sambondini við katólsku londini, sum enn standa við, sambondini. Og síðan eisini kann verða fine dining, gamaní. Men í rættari raðfylgju. Fyrst felagsupplivingin og síðan foredlingin. Úr breiddini skal elitan spretta. Júst so, sum eg skilti Leif og Leif, við eftirnøvnunum Sørensen og Láadal, tá teir kveiktir av norðurlendska køkinum og foredlaða reinleikanum og tí einfalda í okkara matgerðarlist, skiftu orð í útvarpssendingini Ljóarin. Um dirvi at brúka grønmeti og ræst, og at viðurkenna, at fiskur er bestur, tá hann er minst viðgjørdur.
Úr einum fólksligum føroyskum sjónarhorni eitt leygarkvøld í Havn kann ikki sigast annað enn, at Vínkúllarnir rula, nú teir bjóðaðu okkum á róttripp at røra í grýtuni og lyfta glasinum, so vit av Panorama sansaðu stóra heimin, sum vit gjøgnum vindeygað eru ein fjarlagdur partur av. Eitt evarska lítið fon á Guds dansigólvi, sum føroyska týðingin av Williami sigur.
Unikka upplivingin fekst á Hotel Hafnia fyri 1695 krónur fyri hvønn. Tá var matur, vín og tónleikur íroknað, og tú sat við rund sekspersóna borð. Útsiktin yvir Ydun og gomlu Havnina er enn sum áður óbetalilig og púra uttan herlighedsafgift.