Skip to main content

Fremsti varði yvir klippfiskatíðina


Kokkur á Fiskastykkinum og Úti á Gjógv í Sandavági er Sonni Zachariassen, sum eg fyrr havi møtt í Húsagarði á Hotel Brandan í Havn. Sonni hevur verið her síðan august í fjør. Jana Jonhardsdóttir myndprýddi veggin við inngongdina til køkin, har Sonni stendur.

Omanfyri sæst inngongdin til restaureraða bygningin Úti á Gjógv, uttanfyri Fiskatykkið, í Sandavági, har William Heinesen gjørdi bumerkið. Avbjóðingin hevur verið at halda eina javnvág millum at skapa nakað nýtt og at varðveita tað gamla, sigur arkitekturin. Nú er hetta eitt mentanarhús við servering. Hóast fiskastykki eru at síggja í til dømis Suðuroy, Fuglafirði og úti við Strond í Havn, er hetta fremsti savnandi varði yvir klippfiskatíðina í Føroyum, eg havi sæð.

Hvar eg so ferðist í syðra Evropa, leiti eg á havnalagnum eftir farsporum og ímyndum, sum horva aftur til uppskipingarpláss, sølubúðir og matstovur, ið hava handlað hesa bestu vøru, sum nakrantíð fór og enn fer úr Føroyum. Mest sum óbroytt av tíðarinnar tonn, er hon enn haldførasta vøran, hóast hon ikki flytir fjøll á roknskapararkinum. Óbroytt, genuint og autentiskt. Tað er tað, sum svangi og kræsni gómin vil hava. Í mínum huga ein eins greið og góð søga um, at gastronomiin, matstovulistin, kann vinna á yvirskipaðum logistikki og turrisligum bókhaldi.

- Dreymurin hjá okkum hevur verið at gera hetta meir enn hundrað ára gamla restaureraða pakkhúsið Úti á Gjógv til ein varða yvir klippfiskatíðina í Føroyum, og samstundis kunna hýsa nútímans fundar- og ráðstevnuvirklsemi í sjarmerandi hølum, ið anga av sølu og saltfiski. Nú karmarnir eru lidnir, skulu teir fyllast við innihaldi. Tað siga Atli Gregersen, eigari, og Jonleyg Joensen, sum er leiðari. 

Ognirnar vórðu keyptar fyri tíggju árum síðan, og í heyst var pakkhúsið Úti á Gjógv so spakuliga tikið í nýtslu, sigur Atli. Samstundis hevur arbeitt verið við, at fáa seinastu tingini uppá pláss í nýumvælda pakkhúsinum frá 1912. Mayfinn Norðoy hevur verið arkitektur. Á vegginum aftanfyri hann, hanga autentiskar turkirammur, sum eisini síggjast í rúgvum við inngongdina.  

Nú er arbeiðið komið á mál við innrætting, søguligum tilfari og at bjóða hølini út til fundir, ráðstevnur og tiltøk. 

Í hesum sambandi verður skipað fyri ymiskum tiltøkum um vikuskiftið. Undir heitinum Fittligur fríggjadagur er í kvøld tónleikabingo á Fiskastykkinum. Og sanggleðini bilti einki í dag, tá hesir tríggir stemmaðu í við Eg minnist úr gomlum søgum, so øll tóku undir í nýggju hølunum, sum rúma nógvum fólk, alt eftir, hvussu dekkað verður upp. Spennandi er at síggja, at lúkurnar, sum hava verið millum hæddirnar, nú eru lagdar við glasi, sum gangast kann á, umframt at tær opna sýnið millum rúmini.

- Hann er ein fongur fyri bygdina, ja alla oynna, siga teir báðir um Atla, borgarstjórin, Bjarni Prior, í Vága kommunu, og 87 ára gamli lokali lærarin, Heini F. Petersen, ið er fremsta kelda til søgugranskingina kring klippfiskin í Sandavági, sum Jegvan Elias Thomsen, ið eisini fekk ein bretskan trolara, Lammermuir, kallaðan eftir sær í 1956, fór undir fyri meir enn hundrað árum síðan.

Lokali Gøtumaðurin, Lyon Hansen, sang Úti á Gjógv í dag og í morgin verður enn ein Gøtumaður at hoyra, Son of Fortune, sum er listafólkanavnið hjá Benjamin Petersen, ið so meistarliga tulkar Alone and Forsaken hjá Hank Williams. Sunnudagin er várkonsert við Vágakórinum, og so fer Gunnar Nolsøe at vera vertur, tá Jóan Pauli Joensen fer at tosa um fólkalívið í klippfiskatíðini, Lydia Berg, fer at greiða frá egnum royndum at arbeiða í fiski í Sandavági og Astrid Andreassen fer at greiða frá um fiskatekningarnar, ið prýða hølini Úti á Gjógv. Tiltøkini eru ókeypis.

Fyrr hevur verið fult teknaður felagsdøgurði fyri ein heilt bíligan penga, og næst síðsta leygarkvøld var ein gastronomisk ferð eftir havbotninum, havfløtuni og fjøruni, tá borðreitt varð við sjey rættum, við lomviga í miðdeplinum, alt samalt stuttflutt og heimagjørt. 

Her sæst aktuella matkortið

Uttan umrøðu er einkið, tað er sum at gera ein film, sum eingin vil síggja og aldri verður settur til sølu. Danska matblaðið Gastro hevur verið á vitjan í Føroyum, og í teirra nýggjastu útgávu skriva tey m.a. soleiðis um Fiskastykkið: 

“Når vi bliver spurgt, hvad der har været vores absolut bedste måltid, så er det hverken michelinstjerner eller indgrebet i pengepungen, der er afgørende. Det er stemningen, lokationen og selskabet, der især afgør, om det er et måltid, der går over i erindringen og lagres som et af de helt særlige. Således var det for Mette på Fiskastykkið, at alt gik op i en højere enhed og en virkelig veltillavet, men også ganske simpel fiskesuppe bragte tårer frem”

Jesar Hansen hevur fotograferða meðan tey turka klippfisk á Fiskastykkinum og arbeiða hann Úti á Gjógv í Sandavági. Fornminnissavnið eigir myndirnar.

Á nýggju vakurt innbjóðandi heimasíðuni hjá Fiskastykkinum stendur, at vinnur koma og fara. Hóast klippfiskur ikki verður virkaður til úti á Gjógv longur, so er í grundini lítið og einki broytt. Umhvørvið og hølini eru tey somu. Og um tú gevur tí gætur, so hoyrir tú enn søguna onkustaðni úr rúminum inni við síðuna av. Titandi fótafet. Glintandi búnýti. Virksemið er her enn. Bygdarfólkið er her enn. Og ikki minst – fyrstafloks fiskur og annað gott til matna. Jú, Fiskastykkið er her enn. Tað er bara ein trong gøta, ið skilur sundur kaféina Fiskastykkið og hølini í Pakkhúsinum Úti á Gjógv, sum vit leiga út til eitthvørt høvi. Hølini eru hundrað ára gomul, men sett í stand av ný, og tey finnast í øllum støddum og kunnu leigast út til fundir, ráðstevnur, veitslur og annað.

At seta onnur støð enn Havnina á skrá er ein avbjóðing, ið summi fáa at rigga. Fiskastykkið og pakkhúsið úti á Gjógv er eitt teirra, ið sýnast rigga framúr. Sama er uppi í Gásadali. Kanska er tað so, at síðan mongu hermennirnir vóru her undir krígnum og flogvøllurin seinni varð tikin í sivilt brúk, hava Vágafólk í størri mun enn onnur lært seg og foredlað tænastuhugtakið, og at møta øðrum, sum vilja hava ein bita, sleppa at gista ella bara spyrja um veg ella praktiskar upplýsingar. Í so máta skara Vágarnar framúr. Eisini við hesum fremsta varða yvir klippfiskatíðina.