- Hetta er spennandi, og umstøðurnar eru góðar, sigur Andras Sigmarsson Jacobsen, lærari á Matvørudeildini, sum er avmyndaður í køkinum á Tekniska skúlanum, ið er bygdur til endamálið.
- Nýggja kokkaútbúgvingin varð kunngjørd fríggjadagin í næstsíðstu viku, sigur Andras, og vísur spentur til Kunngerðarblaðið.
- Vit hava arbeitt við hesum í eina tíð, saman við umboðum frá vinnuni, matstovunum og hotellunum, Yrkisdeplinum og so framvegis, og nú er so komið hartil, at kunngerðin er lýst. Fer tíðarætlanin at halda, so fáa vit tann fyrsta fult føroyskt útlærda kokkin í 2025, sigur Andras vælnøgdur, og fer at greiða frá um innihaldið í nýggju føroysku kokkaútbúgvingini, sum varir 3 ár og 9 mánaðir.
- Útbúgvingin er skipað á sama hátt sum tann danska, bæði í innihaldi og longd, soleiðis, at um ein næmingur hevur tikið okkurt av skúlaskeiðnum í útbúgvingini í Danmark, so kann hann saktans taka restina í Føroyum, ella umvent. Men hjá okkum er ein nýggj lærugrein komin afturat, sum eitur føroysk matmentan. Her er ætlanin at næmingar læra um vanligan føroyskan siðbundnan mat, føroyskt tilfeingi og tilgerðarhættir í hesum sambandi, umframt at læra at menna nýggjar rættir og tilgerðarhættir úr føroyskum rávørum og føroyskum tilfeingi, eisini við íblástri úr altjóða matmentan, sigur Andras og greiðir frá egnari útbúgvingarleið higartil.
- Eg lærdi til bakara seinnu helvt av hálvfemsunum, tvey ár í Føroyum og so tvey tey seinnu árini í Danmark. Eg arbeiddi innan bakara- og kondittaravinnuna eina tíð, og fór so í læru sum kokkur hjá Leif Sørensen, tá hann hevði matstovuna Gourmet um 2005. Síðan tá havi eg arbeitt sum kokkur ymsastaðni herheima og uttanlands, bæði á sjógvi og landi. Seinastu tvey-trý árini havi eg so starvast sum undirvísari her á Matvørudeildini á Tekniska skúla, sigur Andras.
Kokkaútbúgvingin er sett saman av lærutíð úti á matstovum og líknandi, og fýra skúlaskeiðum, sum eru grundskeið og trý høvuðsskeið.
- Higartil hevur borið til at tikið grundskeiðið og tað fyrsta høvuðsskeiðið í Føroyum, og so restina í Danmark, men nú hevur verði arbeitt fyri, at tað skal bera til, at taka alla útbúgvingina her, og sostatt fáa eina føroyska kokkaútbúgving, sigur Andras um aktuellu støðuna.
- Námsskipanin til útbúgvingina er lagað til og broytt, so hon samsvarar við nýggu kunngerðina, sum er á gáttini. Har skal gerast onkur rætting gerast viðvíkjandi pultstímun og klokkultímun, sigur Andras.
Endamálið við undirvísingini er, at næmingurin lærir um at matgera, eisini føroyskan siðbundnan mat, umframt ymsu tilgerðarhættirnar í hesum sambandi, so sum ræst, saltað og roykt. Næmingurin skal eisini læra at gagnnýta ymsar rávørur og tilfeingi úr náttúruni, tað er úr sjógvi, á landi, úr flogfenað og øðrum, umframt at rávørur og tilfeingi endurspeglast í máltíðini, eftir skiftandi árstíðunum. Næmingurin skal eisini læra at menna nýggjar rættir og tilgerðarhættir av føroyskum rávørum og tilfeingi, eisini við íblástri úr altjóða matmentan. Lærast skal eisini um galdandi lóggávu innan matframleiðslu, altjóða siðvenjur og tilgerðarháttir innan matmentan og fáa kunnleika um, og samband við hotel- og matstovuvinnuna, rávøruframleiðarar og annað í hesum sambandið. Hettar kann til dømis gerast við at fáa viðkomandi persónar frá hotellum, matstovum og matvøruframleiðarum inn á skúlan at virka sum gestaundirvísarar. Eisini kann skúlin og næmingarnir vitja hotell, matstovur og rávøruframleiðarar, at síggja framleiðslu í verki.
Úrslitið av undirvísingini eigur at verða, at næmingurin dugir at fyrireika og matgera siðbundnar føroyskar rættir, eins og altjóða siðbundnar rættir, kennir til rávørur og tilfeingi, umframt galdandi lóggávu innan matframleiðslu, kann hagreiða føroyskar rávørur og tilfeingi úr náttúruni, dugir at menna nýggjar rættir úr føroyskari rávøru við íblástri úr siðbundnum rættum og altjóða matmentan, og fær innlit í og samband við føroysku hotell- og matstovuvinnuna, ymsar rávøruframleiðarar og veitarar til vinnuna sum heild.
Próvtøka í lærugreinini er partur av próvtøkuni í støðisverkætlanini.
Tá ið sveinaroyndin er staðin, og lærutíðin er lokin, fær lærlingurin sveinabræv frá Yrkisdeplinum sum kokkur.
Til lukku við hesum nýskapandi framstigi!