Italsk pitsa er mest útbreidda matvøra á heimsins matstovum, úti á gøtum í stórbýum og í frystaranum í næsta handli, instant klár at koyra í ovnin heima í køkinum. Kanska við egnum toppings, at leggja omaná. Tað plagar at dáma børnum.
Avbjóðingin er at gera útbreiddu matvøruna til eina uppliving, sum persónliga hóskar til givna høvið.
Og júst her er tað, at tey bæði, Anna Maria og Rógvi Joensen, av einslistum reka Karlsá við Vágsheygsgøtu í Klaksvík undir landsfevandi skipanini Heimablídni. Mitt í bønum við útsýni til ikoniska Kunoyarnes út fyri vágni, sum nú verður bygd við nýggjum húsum til altskyns endamál, skjótt eisini eitt hotell. Hóast ósin avgjørt letur upp fyri øðrum, hava allir bygningarnir tað arkitektoniska eyðkennið, at teir eru merktir av kassahugsan. Á so miðsavnandi fløtu er tað undarligt í mínum eygum.
Men aftur til Karlsá uppi í Vágsheygsgøtu, har tey hugsa út um kassan, out of the box.
Her er katalonska Bargalló olivinoljan grundstøði. Úr Barcelona fær hon breyðið og bakaða botnin at syngja, vil Rógvi vera við. Og so eitt dism av italskari Due Vittorie balsamiko omaná. So fær sangurin eisini eitt italskt twist.
Ja, Rógvi vil vera við, at katalonska oljan sjálv er so góð, at hann tekur eina skeið hvønn morgun, og onkuntíð eina afturat. Akkurát, sum vit fyrr tóku livralýsi.
Vit sleppa at royna okkum.
Ein góð og didaktisk roynd er at taka rukkula salatið og svørtu oljuberini, sum standa á borðinum, savna tey á organiska undirlagið, sum er trivaligur borðiskur úr snøggum oljuviðgjørdum viði, ríva ljósa parmesan ostin omaná, og so rista eitt sindur av bæði olju og balsamiko omanyvir. Himmalskt, er tað.
So gert tú tað sama við pitsabitan, sum kemur við fínskornari katalonskari skinku omaná. Uppaftur meira himmalskt. Síðsti pitsabitin er ljósari og hevur ein sitrónvariant.
Og so eitt glas av standhaftigum suðurfranskum reyðvíni úr Rhônedalinum frá Anne Pichon og manninum við frámerkinum Sauvage, ið sipar til ótamda náttúru, tað er Grenache Noir drúvan, ið smakkar av kirsuberja-bláber við einum snerti av pipari og hevur ein turran lakressráka, sum tey bæði í Klaksvík hava lagað til høvið fyri ein so ódýran penga, at nú hoyrist ein varisligur, men tiltakandi orgultóni úr tí fjara. Tað er himmal longu her.
Omaná fáa vit ladyfingers og rómakenda ostin maskapone í skapi av italska klassikaranum tiramisu. Framúr punktum.
Vit sita í glasstovuni í havanum og undir trappuni í túninum, dygst við steinovnin, sum við nógvum hita úr viði, minst fýrahundrað stig, steikir pitsurnar, avmáldar við tunnum og broysknum botni. Anna Maria hevur elt deiggið frá grundini og Rógvi setur í ovnin og tekur út aftur við einum pitsastavi, og setur so hvørt á borðið og sker fyri í stykki, pitsasleis, til øll eru mett og vælsett.
- Vit bæði búgva í barndómsheiminum hjá Rógva, ið bleiv bygt sum fyrsta hús á Vágsheygnum í 1863 og hevur verið í familjuni síðani. Hann er sjómaður, og hevur siglt nógv við fiskiskipum av øðrum tjóðskapi. Fyrst í hesi øldini var hann við sponskum krabbaskipi, sum fiskaði í Grønlandi. Eg plagi at siga, at tað var ein øgilig neyð á honum, tá hann ringdi heim í fyrstani, tí umborð var bara hvítt breyð, spanskar pyslur og olivinolja at fáa - hann helt fyri, at hetta var ikki matur fyri ein rættan klaksvíkssjing, og als ikki í tráð við almennu kostráðini. Men eg helt, at hann fór nokk ikki at doyggja í hungri, sigur Anna Maria og leggur brosandi afturat, at ikki gekk long tíð, so var tónin ein annar.
- Hetta var nokk besta matmentan, hann hevði roynt. Og síðani tá hava vit smakkað okkum longur og longur inn í suðurlendsku kulinarisku spesialitetirnar, sigur Anna Maria og vissar meg í, at matur hevur altíð havt teirra stóra áhuga. Tí hava tey gjørt nógvan mat, kanska serliga fisk.
- Áhugin fyri góðari pitsa hevur verið longi. Vit hava gjørt pitsa á nógvar mátar, í ovni, á steini og á grillini, men fyri nøkrum árum síðani keyptu vit okkara fyrsta pitsaovn. Og síðani tá hava vit verið púra seld. Rógvi elskar at standa sum ein annar miðaldarmaður og baka pitsur í opnum eldi, sigur Anna Maria.
Sum Rógvi tekur til, so kom heilfluktarin í koronutíðini. Tá ynsktu fólk at koma út, men einans tíggju fólk kundu savnast í senn. Júst tað hóskaði væl til konseptið við pitsa í Vágsheygsgøtu.
- Vit búgva mitt í Klaksvík, og okkum dámar væl at sita á terassuni, ella í glasstovuni og njóta friðin, nátturuna, sum er so tætt uppá beint her, og so sjálvandi útsýnið, siga tey bæði og leggja afturat:
- Veit ikki um tú legði merki til tað, men tað er ongin klokka og ongin tónleikur í glasstovuni, tí vit ganga høgt uppí, at tá vit eru har, skulu vit njóta at vera saman, eins og vit njóta matin saman. Snúningspunktið í sjálvari upplivingini er brettið mitt á borðinum. Hetta ger, at øll samlast um miðjuna og ger stemningin heilt serligan, siga Rógvi og Anna Maria.
Minsta mark, at tendra ovnin, eru seks fólk.
Ein góð og óvæntað pitsauppliving, mitt í Klaksvík.
Høvið er starvsfólkaútferð úr Havn. Frammanundan hava vit verið í Christianskirkjuni og hoyrt Sjúrð Sólstein greitt hugtakandi frá um altartalvuna, og serliga um listaverkið Jesus úr Nazaret, sum hann og Edward Fuglø gjørdu til veggirnar í kjallaranum seks mánaðir í 2013. Eitt hugtakandi verk, har abstrakt bíbilsøga fyrst er transformerað til sjáldsama hugtakandi list úr úrvaldum trævøksturi, men síðan skipað í sigandi søgulutir úr handverkaravirksemi í Klaksvík, sum til dømis eini kontakt frá 1930, ið er ímyndin av on-off sambandi millum tað jarðiska og himmalska, sum í Jim Carrey kulissuni The Truman Show, har Ed Harris hevur valt at stjórnað øllum undir navninum Christ-off. Hetta greitt taktila lag í listaligu framsetingini gevur bíbilsøgunum úr Klaksvík eina staðbundna styrki, ið er sum tikin úr lærugreinini heimstaðarlæru.
Við endan á Kærlighedsstien og niðan á Klakk síggja vit týdningin av at gera gøtur og trappur, har lokal og útlendsk ferðafólk ganga í stórum tali. Har skipaða gøtan endar er runudíki. Økist gongdin ein regnvátan dag, verður tað ikki frægari. Tað sigur okkum so mikið, at gøtur skulu gerast, har fólk ganga í haga.
Manga takk fyri eina mettandi uppliving.