Í hondini hevur Høgni Hoydal, landstýrismaður við ferðavinnumálum, bóklingin Heim, sum Visit Faroe Islands legði fram í Norðurlandahúsinum í dag.
Landstýrismaðurin helt eina góða og vælskipaða røðu fyri fulsettum sali, har eg beinanvegin hefti meg við, at hugtakið hagi, sum í stríðsmálinum gongd í haga, snildisliga varð skift út við tað meira harmoniska náttúru, sum í gongd í náttúru.
- Heim og náttúra eru nýggj lyklaorð í eini ferðavinnustrategi fram ímóti 2030. Inspiratiónskeldan er yrkjarin Gary Snyder, sigur Guðrið Højgaard, stjóri, og endurgevur aldrandi amerikanska yrkjaran, ið sigur, at ”náttúran er ikki eitt stað at vitja, hon er heim”. Tað er í savninum The Practice of the Wild (1990), at Snyder, sum í dag er 93, sigur “Nature is not a place to visit. It is home.”
- Hetta var kjarnan í mongu samrøðunum um ferðavinnu vit hava havt, og tí er hetta eisini grundhugsanin, sum er stýrandi fyri framtíðarætlan okkara, segði Guðrið, ið samstundis gjørdi vart við, at nøgdsemið hjá ferðafólkunum er lágt, og at tey hava upplivað eina eksplosión av klagum fyri óvæntaði gjøld.
Landstýrismaðurin nam við hetta sama.
- Ferðafólkini, sum klaga, skilja ikki, at tey verða møtt við gjaldsterminalum, og gjaldsportrum, har tey verða kravd at gjalda fyri at ganga ein túr í náttúruni, segði landstýrismaðurin, sum undirstrikaði, at ferðavinnan í Føroyum skal verða til gagns fyri okkum øll, sum her búgva.
- Vit skulu skapa eina ferðavinnu, sum ikki elvir til nógv størri slit í náttúruni, men kortini gevur øllum møguleika at uppliva hana. Eina ferðavinnu, sum gevur fólki møguleikar at skapa nýggj størv kring alt landið. Sjálvandi verða fólk ónøgd, tá ið slit sæst í náttúruni, tá ið ferðafólk ganga húsunum ov nær og kaga inn gjøgnum rútarnar, tá ið bygdasamfeløg verða órógvað av stórum bussum og ferðaløgum, ella tá ið leigubilar gera tað trupult at sleppa inn í bygdina. Og tað er væl skilligt, at fólk gerast stúrin um støðuna og gongdina, tá ið sethús verða til summarhús, og tað samstundis er bústaðartrot. Tað er eisini lætt at skilja, at tey, sum varða av jørðini, verða ørkymlað, tá ið vinnulig ferðavinna verður skipað, har landbúnaðurin er frammanundan. Hesar avbjóðingar eru veruligar og álvarsligar og skulu loysast, segði Høgni Hoydal í røðuni, har nýggja ferðavinnustrategiin hjá Visist Faroe Island varð løgd fram í Norðurlandahúsinum í dag.
Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum, helt í kaffipráti varisliga fyri, at røðan var góð og savnandi, og lýsti støðuna væl.
Jóannes Patursson, sum er bóndi í Kirkjubø, ið skorar hægsta vitjunartal av teim fýra teljustøðunum, sum síggjast omanfyri, var við kaffiborðið ikki ósamdur, og mælti til hóvsemi, tí kanska er ikki tann heilt stóri trupulleikin, í hvussu er ikki nakar so stórur trupulleiki millum bøndur og vinnu, sum vit hoyra um í miðlunum.
Hesin sami kritikkur av handfaringini hjá miðlunum, tá umræður ferðavinnu, kom greitt fram, tá fólkini frá Visit Faroe Islands róptu tað KVF-metodu, tá tú setir ein persón innímillum, sum í eini filmaðari spurnarkanning víkir frá hinum, bara fyri at skapa eina konflikt. Tað havi eg ikki hoyrt áður í almenna rúminum, KVF-metodu sum tricks og frásagnarsnildi.
Undirhaldandi tiltakið byrjaði við at varpa eina rúgvu av teim svarum, sum 500 fólk góvu, tá tey vórðu spurd um Føroyar sum ferðamannaland upp á løriftið. Svarini vóru frá tí skammleyst rósandi til happandi primitivar útsagnir sum “sløkk lortið”, ið tíanverri eru vanlig í føroyskum kjaki, óansæð hvat málið snýr seg um.
Sangurin Home hjá Teiti verður brúktur í marknaðarføringini, sum hóast kompleks og við nógvum heimasíðuadressum tykist framúr væleydnað, serliga tiltakið við sjey Faroencers, tað er føroyskir influencers, sum sæst omanfyri.
Tað er á tí stuttliga bógnum, at Ferðavinnuføroyar hava eydnast best at gera vart við seg út í heimi.
Júst hetta við tí humoristiska legði svenska Johanna Danielsson seg eisini eftir at lýsa sum eitt føroyskt aktiv. Hon teknaði eina framtíðarmynd við øktari polarisering, har tøknin fer annan vegin og menniskjan hinvegin. Eftir stendur spurningurin, hvør okkara grundleggjandi framtíðartrúgv er, millum annað, hvussu vit fata chatGPT. Tann spurningin lat Johanna standa eftir í føroysku morgunluftini.
Eitt av hæddarpunktunum var, tá Vónbjørt Vang las yrkingina eg ræðist hatta fjallið úr savninum Millumlendingar (2011):
Stóri flotin av leigubilum, ið er eitt luftfalsliga nýtt íkast hjá mannfólkum, sum frammanundan selja bilar, nógvar bilar og helst vilja selja enn fleiri, fekk eina óvæntaða vend, tí greitt er nú, at ferðavinnumyndugleikarnir heldur vilja fáa ferðafólk at brúka kollektivu møguleikarnar, bussar og ferjur, tá tey koma higar. Tað var eitt nýbrot, sum strandferðslustjórin, Niels Juel Arge, var fegin um við kaffiborðið.
Forkvinnan í Málráðnum, Randi Kúrberg, sum sat við mína lið, var fegin um, at tað hevði eydnast at skapa orðini ferðafólk fyri tourists og ferðandi fyri passengers. - Tað er greið tala, bara brúkið er samsvarandi, helt hon fyri.
Guðrið Højgaard segði, at grundarlagið fyri strategiini er hundraðtals samrøður og fundir, eins og frískur íblástur frá ferðafólkum og samstarvs-feløgum okkara í altjóða høpi.
- Ein sokallað ‘bottom-up’ strategi, sum er fyrsta av sínum slag innan ferðamál í heiminum, segði hon og vísti á, at ferðavinnan í Føroyum hevur seinastu árini verið vaksandi soleiðis, at hon nú er ein týðandi geiri í samfelagsbúskapinum.
- Mál okkara er, at í 2030 hevur ferðavinnan gjørt Føroyar, heimland okkara, til eitt betri samfelag, sosialt, búskaparliga og umhvørvisliga, segði Guðrið Højgaard.
Høgni Hoydal smeyg sær ikki uttanum, at avbjóðingar eru í ferðavinnuni, men tað eru eisini nógvir ágóðar, helt hann fyri. Teir síggjast sum støk orð á løriftinum á hesi myndini:
- Ferðavinnan skal gera tað liviligari í Føroyum. Hon skal økja um møguleikarnar fyri at fólk kunnu búgva og starvast har, sum tey ynskja. Fáa betri samferðslumøguleikar. Ferðavinnan hevur skapt grundarlag fyri nógvum spennandi matstovutilboðum, mentan og list og øðrum upplivingum, sum vit øll kunnu njóta, og sum geva góðar arbeiðsmøguleikar og nýggjar inntøkur. Og ikki minst letur ferðavinnan upp fyri nýggjum virksemi og inntøkum á teimum støðum í landinum, sum treingja tað mest.
- Tá ið bøndur og bygdafólk vísa ferðafólkum sína bygd og náttúru og sýna veruligt gestablídni, tá fáa gestirnir ta best hugsandi upplivingina, og tá liggur eisini sum mest av peningi eftir á staðnum.
Tað hevur alt at týða, at ferðavinnan er til gagns fyri okkum, og at fólkið, sum her býr, tekur undir við føroysku ferðavinnuni. Strategiin skal hjálpa okkum at seta eina felags kós fyri eina ferðavinnu, sum hóskar til okkara. Eina ferðavinnu, sum gevur inntøkur, grundað á okkara ektaða tilfeingi og virði. Eina ferðavinnu, sum fær smílini og gestablídnið fram aftur, segði Høgni Hoydal, landstýrismaður við ferðavinnumálum.