Skip to main content

Hallur á heimavølli

Fríggjakvøldið varð Varpið á tremur av fólki, sum í tveimum umførum vildu sleppa at hoyra býarbarnið, sangaran og orkesturleiðaran, Hall Joensen. Eg var til fyrru konsertina, og um eg so valdi fimm parametur sum ýti, so kundi eg ikki annað enn verða nøgdur, ja meir enn tað, himmalskliga fegin, at uppliva Hall á heimavølli í Varpinum í kvøld.

Parametrini eg setti mær fyri, vóru fimm; í fyrsta lagi persónurin Hallur, í øðrum lagi sjangran country og tað, sum staðbundið hongur uppi við, í triðja lagi lokala mentanarhúsið, sum er nýggjur pallur og savningardepil á hesum stað, í fjórða lagi fjøltáttaða skráin við sangum, og í fimta lagi manningin, og hennara instrument, sum skapti variatión huglag og úttrykk framman fyri og í resonansi við teim møttu.

Konsertin er skift í tvey sett, fyrst tólv og síðan trettan sangir í tíðarrættari røð eftir útgávunum hjá Halli. Byrjað verður serstakliga virðiliga til minnis um vinin og tulkingarfelagan, Petur Rouch, við Hank Williams sanginum frá 1948 Heaven holds all my treasures, sum Hallur í 2008 sang saman við amerikansku Laura Lee Ray á fyrstu fløguni ”Pickin’ Time in Nashville”. Kona Petur og dóttir eru til staðar, so hetta er samkennandi og avtalað. Eingin yvirdrivin sentimentalitetur, hóast sagt verður, at countrytóleikur verður borin av sentimentalt drívandi mannfólkakenslum. Á jólum, tá fløgan kom út, valdi Petur, sum var vertur í Rót & Rútmu, sum vant fimm tær bestu útgávurnar í árinum, tá felagið Kúfóður møttist. Hetta árið var í Havnardali. Tilsamans vóru útgávurnar tá: Hank Williams “Unreleased Recordings" (3 fløgur), Kathy Mattea "Coal", Teddy Thompson "Upfront and Down Low", Hallur Joensen "Pickin' time in Nashville" og Glen Campbell "Meet Glen Campbell".

Eftir byrjanina syngur Hallur Kyss ein eingil hvønn morgum, ið er stuttligi Charley Pride sangurin hjá Ben Peters frá 1971, sum Martin Joensen, ið er millum áhoyrarnar, umskrivaði til somu útgávuna hjá Halli, og sum eisini varð signaturtóni í samrøðuni við Charley Pride, sum Kringvarpið sendi í 2009. 

Næstu fýra sangir eru coverløg av somu fløgu, Give my love to Rose, við Johnny Cash, swing klassikarin Peach pickin time in Georgia hjá Jimmie Rodgers, har Kristian Pauli Ellefsen, omanfyri, ger vart seg sum ein newcomer við keyboardið, síðan himnasterki felagssangurin, Seven Spanish Angels, og so aftur ein Hank Williams sangur, hin mjúkt beiski Someday you’ll call my name and I wont answer, eisini frá 1948, men givin út á plátu í 1955, eftir at Hank varð deyður, 29 ára gamal, nýggjársdag 1953 á baksetrinum á einum bláum Cadillac millum statir ávegis til konsert í Canton, Ohio. Hetta er heilagt millum limir í countryklubbanum Kúfóður, og eingin er sum Oddbjørn, ið veit hvørja løtu í hesum hendingum og tíðarskeiði, ja enntá hvør sjaførurin var og hvør læknin var, ið skrivaði deyðsváttinina.

So eru vit í holtur við útgávuna “Smile” og hoyra fyrst Martinsa umskriving av enn einum Charley Pride sangi, sum á føroyskum fær heitið Gyltu ljósakrúnurnar. Framúr savnandi uppliving at hoyra av palli. Nú kemur nakað nýtt, ein føroysk týðing av My Sweetest Hello av somu fløgu, Mítt Besta Farvæl, eftir Jákup Zachariassen, Niclas Johannesen og Lenu Andersen. Eitt trýtornað stjørnutoymi, sum Hallur og Kristina bera fram. 


Hesum sangi á baki kemur Og eg elski teg enn hjá Jákupi og Niclasi. Ein John Prine sangur er næstur, týddur og lagaður til í penninum hjá Martini Joensen, Her í bygdini. Hallur fortelur um at verða eygleiddur og at fáa sær ein sjuss, og halda at eingin sær. Ein humoristiskur sangur um klaustrofobiska lívið á bygd. Men her hongur okkurt uppivið, kenni eg á mær. Nakað persónligt, sum Hallur vil siga um rúsdrekka. Tankarnir verða brotnir av, tá alt orkestrið ger seg út til at spæla hin sveimandi stórbara sangin hjá Eyðuni Nolsøe, fyri fyrstu ferð á palli, Bara tú. Settið endar við ertandi sanginum hjá samstarvspørtunum Martini Joensen og Jákupi Zachariassen Nú kanst tú hava tað so gott.

Eftir stuttan steðg, har prátað varð við Martin, Jákup, fyrrverandi sarvsfelagar og klaksvíkingar annars um lokalar kolorittir í góðu konsertini, byrjaði seinna sett við sanginum hjá Jákupi, Tú eigur dagin í dag. Sangurin, sum nemur við eksistentiel viðurskifti, ber konsertina fram til næsta sangin, ið hevur ein inngang við Halli, sum greitt bendir á egna rúsdrekkamisnýtslu, sum konan, Annika, hansaravegna orkaði at stríðast við í trý ár, og kortini sigur: Enn stendur hurð mín opin. Martin Joensen eigur orðini og Jákup lagið. Inniligt og ektað. Kristina kemur aftur á pallin og syngur eina stórbara duett við Halli - Um tú hevur tað sum eg. Her er tað Steintór Rasmussen, sum er millum áhoyrararnar, ið eigur orðini, sum Jákup hevur sett lag til. Breitt fevnandi næstan í musical sjangruni. Nú eru stundir at fara til tíggju millióna teljaran á YouTube, Send me a letter Amanda, har Jákup aftur eigur lagið og Woody Wright orðini. Hetta man verða so nógv tað størsta hitt hjá nøkrum føroyingi nakrantíð. Eftir Bellamy-stílin gira vit niður til søgur um vinarlagið og samstarvið við Kris Kristofferson, og hvussu Hallur um kvøldarnar fjaldi seg undir dýnuni á Stangavegi og lurtaði eftir Nobody Wins, sum hann purely by chance lukkaðist at fáa upphavsmannin, Kris, at syngja saman við sær í Nashville.

So er eitt skemtiligt break á føroyskum við sanginum hjá Niclasi Johannesen og Jákupi um Kára Kálvalíð. Hetta er upptakt til sangin hjá Andrias Justesen og Halli sjálvum - Áðrenn alt varð broytt. Framúr foredling av V4 hevdini.

Dóttirin, Jessica, kemur á pallin og syngur duettina Enn er verðin ung, sum Jákup, Hallur, Jessica og Steintór hava skrivað, og Hallur livandi fortelur, hvussu sangurin bleiv til. Jessica hevur eina sterka og klára rødd, í løtum ikki ólík Tammy Wynette with that crying in your voice, sum Neil Diamond sang í Song song blue. Billy Joe hjá Niclasi og Jákup er næstur, og so kemur hin yndisligi sangurin hjá Kemm Poulsen, Mín vakra ljósa Lilja, sum ikki hevur verið at hoyrt í eina tíð.

Nú kemur the powerpack, Sámal Ravnsfjall, á pallin og syngur Love’s Gonna Live Here hjá Buck Owens í týðingini hjá Andriasi Justesen - Kærleikin blómar. Ein rættur stampafrásetari í hvørjum egningarskúri og besti sangur og framførsla á kvøldinum. Hallur og Sámal hava eina gutsy honky tonk framtíð fyri sær sum eingin annar í landinum. 

Kristina, góða country-soul røddin, vit kenna so væl frá samstarvinum við Hall, er nú aftur á pallinum, og vit gyrða okkum inni í góðu sannkenningini um, at Vinir eru reyðagull. Ein viktigur og sannkennandi sangur, sum Martin og Jákup eiga. Hetta við at krøkja í vinir kom eisini fram, tá Andras Sólstein, sum í gomlum døgum spældi sama við Halli í orkestrinum Haiku, kom á pall at spæla mariachi trompet. 

Eftir hesa framúr duett við Kristinu, er tað mín sann so spell, at endasangurin er fyri okkum - Lívið er ein lítil løta. Jákup og Niclas eiga hann, og eg kann illani geva mær stundir at frøast og reflektera yvir hann, tí konsertin er komin at enda, og brátt skal næsta lið av áhoyrarum inn í Varpið at sita. Ein framúr Klaksvíkskonsert er komin at enda í nýggja mentanarhúsinum.

Lívið er ein lítil løta, og so er liðugt. Ein stórfylt løta. Tað kundi eg sanna eftir seinasta sangin, hin fimminstjúgunda eitt fríggjakvøld í Varpinum í Klaksvík, har Hallur Joensen er á heimavølli, átjan ferðir á føroyskum, alla tíðina út eftir samansetta sjangruhugtakinum country, uttan nakrantíð at verða fýrakantað dogmatiskur, men heldur breitt fólksligur og alla tíðina hvíla í og lata hina góðu instrumenteringina skapa úttrykkið, frá klingandi mandolin til twangy elgittar, sum eg ynski mær meir av í stílinum hjá Duane Eddy, sum hoyrdist eina løtu. Tey, ið spældu og sungu, vóru Jákup, Beddi, Pauli, Janus, Kristian Pauli, Tórður, Michael, Kristina og Jessica. Hetta krevur professionalismu av hægsta stigi, sum Hallur og hansara fólk eisini levera allan vegin, hóast tøknin sveik í onkrum føri í seinna setti. 

Søguliga setir sjangran sær til innihalds oftast fyri at lýsa heimstaðin við einum ikki bara afturhorvandi men eisini tankavekjandi sangi, sum við vendingini a slice of life, í formati skrivar seg inn í eina plátuknappa stuttsøgusjangru, ið hevur vunnið sær høga mentanarliga hevd. 

Hyggi eg í orðabókina eftir kjarnuhugtakinum a slice of life, fái eg á móðurmálinum svarið: tilburður ella hending úr lívinum, veruligur tilburður, verulig hending. Hetta er innihaldsliga styrkin í countrytónleiki. A slice of life, tær til lærdóms, beint í andlitið eftir trimum minuttum ella so, gerandisskaldskapur á snurrandi plátu. Og sjálvdan man tvílagda trolið undir loftinum í gongini í Varpinum hava komið til sína hugsaðu nyttu, sum í kvøld, nú R7 sigur av Strondum, at línuveiðan á Flemish Cap er um at steðga.

Havi altíð hildið, at á fiskivinnuplássunum, har New Foundlands fararar búgva, er háborgin og lívsseigasti tulkingarfelagsskapur fyri hesi serføroysku sjangru, meðan vaggað verður frá stampi til stamp, til allir seta frá sær og lurta, tí nú hoyrdist ein hjá Buck Owens. Akkurát sum Cecilia Tichi lýsir í bókini "High Lonesome the American Culture of Country Music" (1994).

Men uttanfyri egningarskúrin er eisini ein yvirbygningur og eftirtanki, ið ikki bara tekur fyri seg úr tí samstarvandi og arbeiðssøguliga harmoniska, men heldur grípur niður í tað menniskjansliga og tilveruliga sum í eini Shakespeare tragediu. 

Mótvegis Havnini, ið lurtar eftir jazzi, tí tað lærdu børnini, tá yvirstættarforeldrini sendu tey til Keypmannahavnar at lesa, so lurtar man í Klaksvík eftir arbeiðarans handverkaratónleiki, tíkin úr gerandisdegnum. Tað er identifikatiónsfaktorurin, sum ger seg galdandi. Tað, at kenna seg aftur í tónleikinum, og sum frá líður, taka hann til sín. 

Harvið er eitt bæði sjónligt og hoyriligt stættarstríð sementerað, ið saman við sjálvupptiknum fakfeløgum sýgur sær lív og styrki úr lærdu háglønarstættini í stórstaðnum, mótvegis teirri prügelknabe, sum orðabókin týður til syndabukkin, ið eru tey enn ólærdu á bygd, sum stríðast umborð og taka á seg harðasta ófaklærda arbeiði fyri í mesta lagi helvtina av lønini, sum tey lærdu fáa. 

So dýrt er onga útbúgving at taka. 

Men verri er við tilveruliga grundarlagnum, tá brennivínið tekur yvirhond, og heilar bygdir síggja slitmenn ganga til grunda. 

Haldi, Hallur skal hava virðisløn fyri at byggja brúgv yvir øll hesi vandasker, persónlig og professionell. 

Seinastu árini hevur hann gjørt tað til part av konsertunum at viðurkenna, at hann er turrlagdur alkoholikari. Í samanhanginum eitt sterkt statement, tí tað er ikki eitt innantómt maktpostulat um enn ein forsamlingskultur at sláa onnur í høvdið við, men ein vinarlig persónlig áminning um, at Lívið er ein lítil løta, sum seinasti sangurin, ið enn hongur í luftini, segði. Ein góður áminnandi eftirsmakkur, ið liggur leingi á tunguni og breiðir ein góðan vælverusmakk. 

Tað er Hallur. 

Ein fyrimyndarliga góður persónur, sum altíð er við tí góða og í kvøld hevur megnað at seta countrytónleik á pall í øllum sínum heimliga veldi mitt í Klaksvík. Takk fyri tað. 

Endaliga vil eg nevna, at einaferð, Hallur vísti mær á ein nýfunnan amerikanskan bluegrass sang, spurdi eg, um hann ikki visti, at Victor Danielsen hevði umsett handan sangin, og at hann síðan kalda kríggið hevði staðið í Sangbók Guds Fólks, sum tey brúktu í Betesda. 

- Jamen, hóast eg vaks upp bara trýhundrað metrar harfrá, so var eg ongantíð innanfyri har, segði Hallur, meðan vit tosaðu um hvítu amerikansku bluegrasshevdina, sum eftir mínari hoyrn og fatan hevur sterkar røtur í júst brøðrasamkomuhøpi, einamest við sangunum hjá The Louvin Brothers.

Tað haldi eg vera ein hin týdningarmesta samrøða okkara millum, so sterk, at nú eg aftur eri í Klaksvík ikki kann aftra meg at fríggja til samkomuhevdina, at heilsa hvør øðrum við einum áminnandi skriftstaði. 

Í Nýggja testamenti finni eg tvey, sum eru áminningar um at savnast. 

Fyrra er í Seinna brævi Paulusar til Korintmanna 13,11: Annars, brøður, verið glaðir! Verið fullkomnir, áminnið hvør annan, verið samhugaðir, verið friðsamir! Tá skal Guð kærleikans og friðarins vera við tykkum. Seinna er fyrra helvt á Hebrearabrævinum 3,13:  Men áminnið hvør annan hvønn ein dag, meðan tað enn eitur «í dag».

Meðan dagur er, vil eg við hesi heilsan og hesum ummæli takka Halli fyri, at byggja brýr av sangum yvir allar hesar svongu og kørgu hevdir, og allar persónligar og samfelagsligar veruleikar mitt í Norðuratlantshavi, her nógvir streymar og íður møtast. Takk fyri støðugt at halda ýtið, tónan og merkið høgt!