Í kvøld varð lýst til endurútgávu í Sirkus í Vágsbotni av Føroya sermerktasta yrkingasavni, sum sagt varð í innkallingini um Libido hjá 72 ára gamla Johan Hot Mortensen frá 1972.
Fullsett var í hølunum og trappunum, har forlagsstjórin, Hugin Eide, meðan Sunneva skonkti úr barrini, legði fyri við at siga frá um uppafturprentið í 200 eintøkum, hvussu tað bleiv til og um nýskrivaðu eftirorðini hjá Bergi Djurhuus Hansen.
Hugin var knapporðaður og eftir hann helt Rói Patursson eina góða og undirfundiga røðu fyri Johan og tíðini, sum tá var. Kári Olsen, beiggi Ova Olsen, sála, greiddi frá, hvussu hann mintist at yrkingasavnið og stensilieringin, sum var prentið, varð gjørt, og hvussu øll tey 28 ørkini vórðu savnað í 100 eintøkum á einum borðtennisborði í kjallaranum í heiminum hjá teimum í Jóanesar Patursonargøtu.
Bergur helt eina stutta men spennandi røðu, har hann, vísandi til nýinnsettu eftirorðini í savninum, kallaði savnið tað helst mest tíðarbæra yrkingasavnið í Havn við nøvnum á nógvum lokalitetum í býnum.
Sjálvur var Johan í Hetlandi á rúmdarferð, men konan og familian vóru millum nógvu áhoyrararnar, og verdóttirin, Jonna Fritsdóttir Mortensen, las upp eina heilsan, sum Johan sendi áhoyrarunum í Sirkus. Har avdúkaði hann, at HOT var navnið á einum tusj penni, sum hann hevði í hondini, tá hann hesa tíðina skuldi finna eitt dulnevni.
- Eg havi heitt á Jonnu, verdóttir okkara, um at siga nøkur orð mína vegna í sambandi við at Hugin Eide hevur grivið ein 53 ára gamlan fornlut fram og fingið hann inn á Sirkus. Eg vildi fegin verið við, men eg eri staddur uttanlanda í arbeiðsørindum innan space vinnu. Tá ein er vorðin 72 ára gamal eru mánin og marts hóskandi fráfaringarstøðir til endaligu ferðina til ævinleikan við tónum hjá David Bowie, las Jonna úr heilsanini frá Johan.
- Eg vóni ikki at eg ljóðið patetiskur og hopleyst old style, tá eg sigi at Libido var eitt produkt av samtíðini, seinast í 60 unum og inn í 70 árini, tá allheims ungdomskollveltingin rakti Føroyar sum ein mentanarlig tsunami. Alt var á gosi. Úr San Fransisco hoyrdist Scott McKenzie siga at ”its a whole generation with a new explanation” the Who sungu at “I hope I die before I get old”, Bob Dylan og “The Times They are a Changing”, John Lennon við “Imagine” og ynski um frið, Beatles sungu um “Revolution” og Che Guevara hekk á nógvum kømrum. Her á klettunum yrkti Steinbjørn B. Jacobsen “síl smíl, á …á”, Líggjas Í Bø við slóðbrótandi yrkingum sínum og Magnus Dam Jacobsen, okkara egni Jack London, Rói Patursson fekk M.A Jacobsen sum yngsti nakrantíð. Kreativiteturin blómaði. Flower Power var eitt mennandi og vakurt heiti. Ungir og progressivir politikarir sum Finnbogi Ísaksson komu á ting og á hinum bógnum var Marius Johannesen, sum bað fólk fara niðan í Hoydalar við homlubandinum at floyngja henda øra ungdómin, sum oyðilegði alla føroyska mentan. Vit høvdu onki sjónvarp og onki internet. Nógv varð lisið og hvønn dag hoyrdust nýggj løg frá Rolling Stones, Beatles, Steppenwolf, Beach Boys, Pink Floyd, Grateful Dead, Shocking Blue, Led Zeppelin, Deep Purple og so framvegis, og so var tað sjálvandi Vjetnamkríggið, sum øll ung vóru ímóti. Úr Týsklandi hoyrdist um Baader Meinhof og úr Italia Brigada Rossa. Tad var sera ófrættakent og so kom Svarti September sum skelkaði okkum øll. Men vit ungu á Kondittarínum í Havn kendu okkum sum heimsborgarar, og øll vildu ein betri heim, uttan kríggj og dubbing. Nú var kollveltingin og loysingin nær. Tað var gott og stuttligt at liva í Føroyum tá. Heimurin stóð tær opin, og ongin var serliga bangin um framtíðina. Onki er ivast í at tað rákið og ungdomskollvelltingin hava gjørt Føroyar til tað land, vit eiga í dag við javnstøðu, tolsemi og uttan rasismu, og har tað er pláss fyri øllum. Eg, sum so mong onnur, vórðu inspirerað av hesum meldri og fór undir at snikka Libido til. Eg yrkti og mín góði vinur Ovi Olsen, sáli, og Oda, mamma hansara, duplikeraðu. Eg hugsi ofta um Ova. Heila sít lív ríkaði hann Havnina á ólavssøku, grækarismessu og jólum saman við Havnar Hornorkestri. Fekk Ovi tann heiður og ta sømd, sum hann átti? Neyvan. Libido kom so út í 100 eintøkum, og var rættuliga nógv lisið og tosað um. V4 og Oskar Hermansen gjørdu gjøldur burtur úr, tað var tátíðar herðaklapp. Arnstein Niclasen spurdi, um eg for at skriva meira. Eg segði, at eg for at skriva fakturar, tað gav meira. Eg gjørdist vinnulivsmaður, og skaldskapur hevur hjálpt mær nógv uttanlands. Eg var bilsin at siggja, hvussu allar dyr í Iran lótu seg upp, tá tey hoyrdi, at eg kendi teirra mikla skald «Rumi». Í Japan verður væntað, at ein toppleiðari skal duga at yrkja. Her á land í dag meta vit, um førleikan hjá okkara leiðarum, um hon ella hann klára eitt hálvt maraton. Sum tað vildi verið vælsignað, um okkara løgmaður yrkti um vakurleika, heldur enn at ganga undan við ætlanum um at oyðileggja Sandoynna og Suðuroynna við illa gitnu linjuføringini. Those were the words, endaði heilsanin frá Johan, sum verðdóttirin Jonna bar fram fyri teim mongu møttu í Sirkus í kvøld.
Eitt gott kvøld við góðari undirtøku mitt í Havn, 53 ár eftir at konkret tórshavnska og tó universella yrkingasavnið, Libido, kom út, og tað nú aftur fæst, feskt, sum fyrsta dagin.