Skip to main content

Sigrun 75

Sunnudagin verður listakvinnan á Eiði, Sigrun Gunnarsdóttir, 75 ár.

Í hesum sambandi heilsar stjórin í Listasavni Føroya, Solveig Hanusardóttir Olsen, henni og sigur, at Sigrun er eitt av fremstu myndlistafólkunum í Føroyum. 

- Listin er ein ósundurskiljandi partur av henni, og hennara serstaki stílur hevur sett síni spor í føroyska myndlist. Við sínum klára litspæli og greiðu formum skapar hon verk, sum bæði eru einfald í útrykki og djúp í týdningi. Myndirnar endurspegla lív og tankar hennara og bera í sær eina sterka frásagnarkraft, ið røkkur langt út um tað persónliga og gerst ein partur av felagsmentan okkara, sigur Solveig undan 75 ára degnum.

Henny Dánialsdóttir, sum í skúlaverkinum er ráðgevi í handaverki og list, ella estetisku lærugreinunum, sum hon sjálv altíð sigur og leggur dent á, er stórur fjeppari av Sigrun, tí listin hjá henni kann nakað heilt serligt í undirvísingarhøpi. 

- Sæð við barnaeygum er listaheimurin hjá Sigrun ein fantastiskur heimur at traðka inn í. Hennara málningar eru sera einklir, kanska beinleiðis naivir, samstundis sum teir onkunsvegna vekja eina kenslu av tí heimliga og fjálga. Næmingarnir hava lætt við at skilja hennara list, og at seta innihaldið í samband við teirra egnu upplivingar og lívsroyndir. Teir sterku og reinu litirnir fanga áhugan, bæði hjá yngru og eldru næmingunum - tey vera drigin inn í málningin, sigur Henny úr egnu undirvísingarroyndum, og nevnir tann eykenda grøna litin, sum næmingarnir rópa ”liturin hjá Sigrun”.

- Hann gongur aftur í nærum øllum málningunum, og sum næmingarnir læra, so er tað lættari sagt enn gjørt at endurskapa júst henda grøna litin hjá Sigrun. Næmingarnir fáa stóran íblástur frá teimum spælandi litunum og einkultu, harmonisku kompositióninum hon brúkar, sigur Henny og fer til tað innihaldsliga í myndlistini. 

- Sigrun lýsir sína egnu persónligu søgu ígjøgnum listina, og her síggja vit tær føroysku røturnar, har siðvenjur, tøtt familjubond, søga og tað ókenda ganga hond í hond. Hetta fangar áhugan hjá næmingunum og gevur teimum eina djúpri fatan av einum umráðandi partið av okkara mentan, hevur Henny eygleitt í undirvísingini.  

- Tá vit í felag greina málningar hjá Sigrun blíva næmingarnir altíð hugtikinir av symbolum í verkunum. Tey fara beint at leita eftir symbolikki í øðrum málningum hjá henni, fyri at vita um tey hava gloymt ella ikki varnast okkurt áhugavert. Tey vera altíð bilsin av, at ein so einkultur málningurin kann rúma einum so stórum evni, so sum sorg, gleði, saknur, longsul og kærleika. Tað fáa tey veruligan íblástur frá, og tað vekjur teirra áhuga fyri list, sigur Henny.      

- Í undirvísingini vísi eg filmin Heartist. Her blíva næmingarnir púra vekk í hesi fittu, litríku og nærverandi ommuni í ljósareyðum buksum. Hon rokast, málar, svimur, koyrur runt við sínum yvirvaksna fugli - og so spælir hon trummur! Tey eru snøgt sagt púra vekk í henni, og síggja onkunsvegna onkran av teirra egnu nærmastu aftur í nærverandi veruni hjá Sigrun. Sum ein næmingur beit merkið í, so er hennara gerandisdagur líka litríkur og nærverandi sum hennara málningalist. Hon opnar ein nýggjan, litríkan heim fyri næmingunum, og er so avgjørt við til at kveikja áhugan hjá næmingunum fyri list. Ikki bara at skapa list, men at fara inn í málningar og veruliga skilja teir - og tá er nógv vunnið hjá mær sum myndlistalærari, sigur Henny Dánialsdóttir, lærugreinaráðevi í handaverki og list, nú Sigrun Gunnarsdóttir verður 75 sunnudagin.

Marianna Mørkøre, Sigrun Gunnarsdóttir og Beinta á Torkilsheyggi í forhøllini í Havnar Bio, tá Filmsfelagið skipaði fyri fyrstu føroysku biografsýning av nýggja heimildarfilminum Heartist. 

Filmin ummælti eg her á blogginum 12. mars 2023, beint sum hann hevði verið vístur á Eiði og skrivaði m.a. soleiðis: 

- Heimildarfilmurin Heartist er ein skaldaborin og estetiskt gjøgnumførd myndalýsing av listakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir, sum býr á Eiði. Eg avmyndaði hana í Kolshøll í skúlanum á Eiði í gjár, har filmurin varð frumsýndur og Ansy Høghamar, virkandi borgarstjóri, bar fram eina heilsan frá kommununi, innan Sigrun sjálv innleiddi og greiddi frá, hvussu hon fekk hug at mála og at hyggja eftir filmi. 

Í filminum, sum nú tendraði, skrivar Sigrun seg ikki bara inn í staðbundna umhvørvið, tá hon í ljósareyðum klæðum sæst ganga runt Vatnið við smáu, hvítu hundunum, kastar seg á kalda bláman, spælir borðtennis móti manninum, Tordi, fer ein túr niðan í Koll, sum vit eins og svimjusenurnar síggja úr erva við dronu, poserar kult-realistiskt við reyða bilinum frammanfyri verkstaðnum hjá beiggjanum, Torleivi, ella kontemplerar í kirkjuni at síggja abban, Niels Kruse - men eisini við at vera kvinna í myndlistini, lokalt og altjóða, og sum virkandi myndlistakvinna at vera í ævigum dialogi við mammuna, Brynhild. 

Tá Sigrun tíðliga í filminum, sum varir ein knappan tíma, kemur inn í gongina, er ein fotomynd av mammuni fyri endanum. Hon snarar inn í køkin, og vit síggja mammuna og hendurnar. Tá er tað, sum um faldaðu móðurhendurnar eksplodera, soleiðis filmiskt í frásøgnini, har vit einu løtuna eru í barnaheiminum yviri í Gjógv, og so fara við førninginum frá mammuni niðan í Koll, har Sigrun nú býr, og málar á Hvítakletsvegi. 

Ein av mest hugtakandi lyklasenunum er, tá hon sær Slættaratind og málar á glas, sum var tað køksgluggin, og einu løtuna steðgar og undrast, tá ein sprekka verður í fjallinum. Ein íbygd surrealisma er í tí naivistiska, sum hon sigur, at lýsa seg sjálva. Hon er naivist og surrealist.

Og beint sum eg eri hugtikin av ítøkiligu filmisku sprekkuni í fjallasøguni, fara smálutirnir í málningunum, fuglarnir, børnini og krossarnir úr køkinum yviri í Gjógv á flog sum animatiónir og liva teirra egna lív í skaldaborna og estetiskt væl gjøgnumugsaða heimildarfilminum, Heartist. Djarva filmiska avbjóðingin, at lata gerandisligar og sosialrealistiskar filmsupptøkur úr túninum møta teknifilmi, og skapa eitt nýtt flog, havi eg aldri sæð fyrr í føroyskari films- ella sjónvarpsgerð. Júst hetta lag og jaður í filminum, animatiónirnar, geva filminum eitt sereyðkenni, sum innikapslar myndaverðina hjá Sigrun.

Rógvi Rasmussen og Jón Hammer, sum við KYKmyndum munnu hava framleitt tað besta av føroyskum filmi, siga, at tað eru leikstjórarnir, Beinta á Torkilsheyggi og Marianna Mørkøre, sum eiga hugskotið at animera listina hjá Sigrun í brotum. 

- Tað er bæði fyri at livandigera listina hjá Sigruni, og fyri at taka áskoðaran við inn í hendan heimin, sum Sigrun skapar við síni list, súmbolum og blandaðu støddarforholdum. Tey brotini, sum eru animerað, eru knýtt at tí, sum verður sagt í filminum, men tankin var eisini at geva áskoðarunum eitt frírúm, har tey bara kunnu vera í listini og vera í upplivingini eina løtu. Sjálvar animatiónirnar hevur bretska Katy Beveridge gjørt. Katy hevur lisið á Central Saint Martins í London, saman við Heidi Andreasen av Eiði. Beinta, Marianna og eg hava øll trý búð í London eitt tíðarskeið, og soleiðis er alt knýtt saman, sigur Jón eftir filmsýningina á Eiði.

Eitt annað sereyðkenni við filminum er, hvussu litirnir eru valdir og settir saman, so hvør sekvensur kennist sum eitt tableau, ein myndlistarlig uppseting, í einum úrvaldum liti. Estetiska valið førir eisini til, at tá drotningin skal hava umbidna málningin frá Sigrun, síggja vit bara umhvarvið av hennara hátign, Margrethu drotning, sum situr fremst í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn. Tað er Sigrun, sum er í fokus og ljósið verður varpað á. Og so er tað tónleikurin hjá Ólavi Jákupssyni.

Alt samalt verður borið á veingjum, so hesin filmurin verður hugtakandi, sum eingin annar heimildarfilmur eg havi sæð. Her verða allar framleiðslukreftir og filmisku listardygdir settar saman at siga søguna um Sigrun, sum í Eiðistúni er beint fram einføld, men úr ervasýni, knýti til mammuna og familjuna, og í smáu ferðunum, sum úti í heimi forloysa stórar myndir - sum grønlendska drongin, ið ikki stóð til at bjarga, og heimligu sorgina at missa svigarinnuna - setur tilveruna í perspektiv, so hvør smálutur gevur meining, okkum, sum hyggja til upplivingar, ja onkur segði signingar, so stillisliga sterkur er hjartafilmurin, ið hevur fingið vælvalda heitið Heartist, at lýsa málaran, sum málar við hjartanum.

Heartist er tann føroyski filmur, sum í filmiskum frásøgukynstri kann røkka longst út í verð, segði eg at enda í ummælinum av "Heartist" eftir frumsýningina á Eiði.

Góða Sigrun, orðini standa enn, og nú eru stundir at ynskja tær til lukku við teim fimm og hálvfjerðs. Til lukku!