Skip to main content

Korea á breddanum


Í Útvarpinum í dag borðreiddu Ingi Rasmussen og Sissal Kampmann við tveimum tímum um Korea í frálíku sendingini Nón, avgjørt besta afturvendandi útvarpssending, sum í løtuni er á skránni.

Fyrri tímin var um Norðurkorea og seinni tímin um Suðurkorea.

Í hesum seinna parti av temasendingini slapp eg sjálvur at reklamera fyri nýggju temasíðuni á undirvísingarportalinum Snar, sum er um sama evnið.

Við olympisku vetrarleikunum í Suðurkorea 9.- 25. februar í ár sum høvi, hevur Snar sett sær fyri at kanna viðurskifti á koreansku hálvoynni. Olympisku vetrarleikirnir hava verið hildnir síðan 1924 og verða eins og summarleikirnir hildnir fjórða hvørt ár. Fram til 1992 vóru vetrar- og summarleikirnir sama ár, men síðan 1994 hava leikirnir verið forskotnir, so teir ikki eru sama ár.

Umframt sjálvt ítróttatiltakið verður nomið við kalda kríggið, vinnulív, nútíðar K-popp og sjálvmorð millum ung. Í uppgávum verður birt upp undir kjak, hvørt altjóða ítróttatiltøk kunnu medvirka til at skapa frið í heiminum. Málbólkurin er hádeild í fólkaskúlanum og lærugreinirnar eru landafrøði, søga og enskt. Evnið kann avmarkast til ein dag í skúlanum.