Tað var, sum vaknaði eg umborð á San Salvatore, trælaskipinum hjá Hans Kirk, í morgun. Av dekkinum hoyrdust tey syngja Lít allar tínar leiðir, men tað var við fylgispælinum hjá Paul Simon í American Tune . Tí tey sungu um pílagrímarnar, sum í 1620 fóru yvir um hav, og komu til Nýggja heimin við skipinum Mayflower , tá Evropa gjørdist ov trongt. Tey komu úr Leiden og Rembrandt vildi ikki við. Men tey lendu í øllum góðum við Plymouth Rock, sunnan fyri Boston, har elsta marathonrenning enn verður hildin. Eisini í gjár. Gamaní trongdu niðursetufólkini upprunafólkið burtur, indiánarnar, men tey medvirkaðu í at gróðurseta tað frælsið, sum í hvussu er hvíta Amerika byggir á í dag, ikki minst við Thanksgiving Day , sum Abraham Lincoln (1809-1865) gjørdi til siðvenju. Men bíða nú, svarti Malcolm X (1925-1965) sigur, at tey hvítu lendu yvirhøvur ikki við Plymouth Rock, men at kletturin, Plymouth Rock, hann lendi beint á teim svørtu. Kaboom. Symbolskt hava indiánarar tvær ferðir grivið Ply