Vegamyndin broytist hvønn dag í Havn, í hvussu er úr sjónarhorninum hjá bilføraranum. Í dag var eitt stuttligt ávaringarskelti um vegarbeiði sett við Løgtingshúsið og Sloanshús á Tinghúsvegnum. Kanska er tað ein varislig ábending um, at taka hædd fyri kvennkyninum, ikki bara í øllum lívsins viðurskiftum, men eisini í politiskum kjaki og avgerðum. Til hetta kynspolitiska høvið er menski vegarbeiðarin við Løgtingshúsið latin í blátt bast-skjúrt, helst úr Afrika.
Við vegamótið Stoffalág-Fútalág eru hávetennirnar tiknar burtur í nátt. Uttan nakran háva. Í hvussu er tann tanngarðurin, sum var tvørturum Stoffalágvegin. Tað mann so merkja, at nú er Stoffalágvegur gjøgnumfartsvegurin við størri týdningi enn Fútalág, har bilar skulu steðga fyri teim hávatonnum, sum eftir eru. So vita vit tað.