Gallarí Stephanssonshús hjá Ingvør Nolsøe, omanfyri, sýnir fram trettan nýggj verk hjá Zachariasi Heinesen. Kurator er Inger Smærup, sum hevur sett heitið Ikon á framsýningina og skrivar soleiðis í skránni: “Verkini hjá Zachariasi Heinesen eru ikki religiøs, men tey hava nakað annað, sum minnir um ikonir og tað er, at tey ikki eru myndlýsingar av veruleikanum, men speglingar av veruleikanum av landslagnum sum eru skapaðar gjøgnum tilvitað formlig val. Hesi val; tann nonfigurativa, konstruktiva kompositiónin, darrandi flykrandi litsamansetingarnar og tey stiliseraðu dekorativu mynsturspølini á flatanum eru ikki til staðar bara fyri at vísa hvussu landslagið sær út, men fyri at skapa ein myndarinnar egnaveruleika. Ein veruleika, ið líkist landslagnum.”
Hansina Iversen lat framsýningina upp. Hon staðfesti at myndin kemur áðrenn motivið og vísti á, at Zacharias ikki málar føroyskt landslagsmálarí, men at hann málar myndir, og tí er Ikon eitt gott heiti á hesari framsýning. Tað er ikki avgerandi hvat tú málar, men hvussu tú málar, segði Hansina.
Upplatingar eru ofta stuttligar, tí tú møtir fólki og skiftir orð við tey um mangt og hvat, sum ikki bara er um listina á vegginum. Her er tað nýggja turriklæði hjá Heðini og nýggi hundurin hjá Fríðu.
Framsýningin Ikon er opin í Stephansonshúsi hvønn dag millum kl 16:30 og 18:30 til sunnudagin 12. mai.
Í dag lat eisini upp framsýning við 22 verkum hjá Oggi Lamhauge í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Myndaevnið á framsýningini hjá Oggi er Silvurtráðurin, ið hann lýsir sum mynd av stokkutum og hvørvandi lívi, sum saman við gullskálini, krukkuni, hjólinum og dusti er partur av Prædikarans lýsing av lívinum. Tað fyri okkum virðismikla, men sum ferst, tá vit fara hiðani og aftur til har vit komu.
Framsýningin við heitinum Silvurtráðurin hýsir smærri og størri innsetingum í kassum og kassarammum, sum allar eru sprotnar úr heitinum á framsýningini. Tilfari spennir víða, frá sandi og pappíri og til silvur og málað træ. Framsýningin er at skilja sum eitt náttúruligt framhald av eini støðugari listarligari tilgongd, frá grafiskum úttrykki til innsetingarlist, LandArt og skulptur. Gjøgnumgangandi tema í listini er gróðurin, lívstræðrir og lívið hinumegin deyða og grøv, sigur Oggi.
Framsýningin hjá Oggi í Focus er opin til 9. mai, soleiðis: týsdag til fríggjadag kl 15 til 18, leygardag kl 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu við Gallerie Focus.