Skip to main content

Helvtin fingu stuðul





Filmsgrunnur Norðurlandahúsins, sum hevur eina árliga játtan á 200.000 kr, varð settur á stovn í 2012 og er einasti møguleiki at fáa stuðul til føroyska filmsgerð. Higartil hevur áhugin fyri at gera filmar verið stórur.

Fyrsta árið varð stuðul veittur ellivu filmsverkætlanum, og týsdagin 2. apríl, tá ið freistin var úti at søkja um stuðul, vóru fjúrtan umsóknir komnar inn við einari samlaðari umbøn á knappar 975.000 kr.

Nevndin fyri Filmsgrunnin í Norðurlandahúsinum, sigur í tíðindaskrivi í dag, at hon hevur viðgjørt tær fjúrtan umsóknirnar, og hevur gjørt av at veita stuðul til sjey av teimum við einum samlaðum stuðli á 131.000 kr.

Nevndin upplýsir, at tey, ið hava fingið stuðul eru:

Sakaris Stórá, sum sæst omanfyri, kr. 40.000 til stuttfilm
Katrin Ottarsdóttir, kr. 30.000 til novellufilm
Dávur Djurhuus, kr. 20.000 til stuttfilm
Gudmund H. Nielsen, kr. 20.000 til pilotverkætlan
Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir, kr. 10.000 til listafilm
Annika á Lofti, kr. 8.000 til listafilm
Sólvá Lávík, kr. 3.000 til stuttfilm

Stuðulin er latin verkætlanum, sum lúka treytirnar, ið eru ásettar í viðtøkunum fyri grunnin. Í metingini av umsóknunum verður dentur lagdur á listarliga dygd, nýskapan og førleikan hjá teimum luttakandi at gjøgnumføra verkætlanina.

Hugt verður eisini eftir, um samband er millum listarligu málini og praktisku fyritreytirnar, sum verða lýstar í verkætlanini. Men játtanin er avmarkað, og áhugin fyri stuðli er stórur, so nevndin hevur eisini hugt at, um verkætlanirnar eru nóg ítøkiligar og búnar til stuðul, og um játtaði stuðulin frá Filmsgrunninum ger mun.

Nýggj umsóknarfreist, har írestandi játtanin á 69.000 kr verður lutað út, er sett til 1. august.

Niðanfyri sæst filmsvirðislønini, Geytin, sum Norðurlandahúsið eisini tók stig til. Sakaris Stórá, sum var í útvarpssendingini Brunsj í morgun, fekk hana, tá hon fyrstu ferð varð latin 11. desember í fjør. Sama dag, 11 desember 2013, verður hon, og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar Býráðs, aftur latin einum føroyskum filmi.