Skip to main content

Grannakaffi í Løkshøll

Meðan tónleikakvinnur og tónleikamenn á Facebook eru um at slíta heysin av hvørjum øðrum eftir Vikuskiftissendingina í Útvarpinum í fyrradagin, ja og ein politikari kunngerð, at mest brúkti tónleikari í Føroyum er eitt svín, so hava Kongshavnar Kvinnufelag, Bókasavnið við Løkin og Løkshøll í sambandi við Femifagnaðin og Spæl Føroyskt vikuna dekkað upp til grannakaffi á sløttum gólvi við konsert og práti við Anniku Hoydal, sum í heyst verður fýrs og hevur livað eitt langt lív við tónleiki.

Heitið á tiltakinum er Nú ert tú aldan. 

Í dag er hon aldan, ið hevur sett spor í sjógvin á føroyska mentanarpallinum, hevur verið slóðbrótandi tónleikari og sjónleikari og ein fyrimynd í einari tíð, tá ið ungar føroyskar kvinnur bert tordu at droyma um at ganga aðrar leiðir enn tær siðbundnu. 

- Vit fagna altjóða kvinnudegnum við einari fjálgari og forkunnugari kafékonsert, har Annika verður Aldan, sum dregur okkum, eigur okkum og kanska rekur okkara hjørtu á flot, sigur Urd, sum skipar fyri.

Við sær á pallin hevur Annika teir báðar Torleik Mortensen á kontrabass og Benjamin Petersen á akustiskan gittar, ein meira vanliga og ein minni, ein tenorgittara, hann keypti í Paraguai. Í fyrsta setti eru fimm sangir, so er prát í ein góðan hálvan tíma við Anniku, meðan vit kunnu keypa kaffi, og so eru aftur fimm nýggir sangir til liðugt er eftir tveimum tímum í besta selskapi. Ein góð løta. Umframt at beundra, hvussu væl Annika traðkaði upp og niður av pallinum, sum eg aldri hevði orkað ella torað, so vóru tey trý so væl samanspæld, at tað var eitt fornoyilsi at hoyra illustrativa akustiska fylgispælið.

Stevfasti bassbotnurin hjá Torleiki heldur ljóðmyndini saman, og so er tað spanskt funderaði fylgisveinurin hjá Benjamin, ið lýsir fyri okkum dalar og víddir og so galloperar avstað, tá hann sær málið fyri streingjaleikinum. Lívið dýra undur, ið er Gunnar’sa týðing av Gracias a la Vida, sum kilenska Violeta Parra yrkti í 1966, árið fyri hon tók seg av døgum, bara 49 ára gomul. Sangurin er kendur við finsku Arju Saijonmaa, sum sang han á svenskum, tá Oluf Palme varð myrdur í 1986. Ístaðin fyri at gera sangin lagnutungan, setir Benjamin við lítla gittaranum sporan í sangin og gevur honum eina lívseiga styrki, sum er undurfull. Ein góð byrjan.

Nú vit eru í góðum hondum, rullar Annika seg út við erotiska slagaranum, tann tíð tað var, um at blíva Fjúrtan. 

So verða vit førd til Kili í Suðuramerika, har bróðurin, Gunnar, hevur týtt spanska sangin um Alfonsinu, lærarinnuna og journalistin, ið verður uppá vegin við stjóranum, og í besta alduri fær krabbamein og velur at ganga í havið við sínari persónligu ólukku. Ein nemandi sangur um líðing og at taka hana við sær í havið. Nú hevur Benjamin vanliga akustiska gittarin.

Fjórði sangur er um Illu Beintu í Miðvági, sum presturin, Peder Arreboe, triði maður hennara, hevur skrivað og í seinasta ørindi avdúkar ein feril av kærleika. Stuttligur sangur.

Fimti og seinasti sangur fyri kaffisteðgin, er Lambið og Tjaldrið, har tey øll trý láta sum fuglar. Hugnaliga nærverandi. Í steðginum varnist eg, at tey spæla Time has told me hjá Nick Drake. Kanska hevði tann sangurin í føroyskari týðing sum eingin annar klætt Anniku í novembur. Bara ein tanki. Um havið og strendur, rósur og tornir. Ein ekspressivur sangur, sum hvørja ferð eg hoyri hann, fær alt at steðga upp. Ein jarðarferðarsangur, sum fagnar lívið. Hetta er sanganna sangur.

So er kaffi í bikarinum og prátið millum Urd og Anniku byrjar, samansett og fjøltáttað í fleiri heimspørtum, skúlum og listagreinum. Stuttliga er, at nunnur, sum Anniku ikki dámdi, ganga aftur í øllum londum. Vit skilja at føroyskt er gott sangmál, og at heitið Leysir endar á seinastu plátuni, kann eisini skiljast sum Eingir knútar. Og so er hon komin við í filmsætlanina hjá týsku Dagmar Knöpfel, ið hevur sett sær fyri at gera film úr søguni um Verdandi úr Heiðunum, sum ikki spurdist aftur, tá hon var undir Íslandi í 1944. Danska Valerie Saunders, sum er fødd í USA, og hevur arbeitt fyri Zentropa, er framleiðari. Fokus er á kvinnurnar, sum eftir sótu. Verdandi varð bygd í Yarmouth í Bretlandi í 1884. Motorurin var ein 47 hk Skandia við einum sylindara. Símun á Høgabóli átti Verdandi, tá hon fórst. Andreas Andreasen gjørdi standmynd av reiðaranum, sum var adúkað í 2012. Annika tekur saman um egnu lívsleiðina, ið hevur verið spent upp millum útpunktini naivitet og dirvi. Hon nemur við álvarsligar hendingar, sjúkur og skurðviðgerðir, men sigur stutt, at tað klæðir ikki fólki at ganga og gremja seg. Ein góður endi og útgangur í prátinum.

Fyrsti sangur eftir stegðin byrjar við labialum ræddarvindi. Tá ljóðmyndin er komin í hæddina byrjar Grái kópur av Súluskeri. Sangduettin við Benjamin er framúr.

Annar sangur í hesum seinna setti er nýggj týðing hjá Dánjali Hoydal av yrkingini Vón, sum byggir á tekst hjá Emily Dickinson, Hope is the thing with feathers.

So kemur høvuðssangurin á konsertini. Annika nemur við diktatoriskar ríkisleiðarar í londum, hon hevur búð í, Spania og Grikkalandi, og nú støðuna hjá Putin yvir fyri Ukraina. Úr gamla Grikkalandi við Anthony Quinn førir hon okkum innar í biografmyrkrið at uppliva Zorba, og hoyra sangin hjá Mikis Theodorakis, O Kaimos, sum bróðurin, Gunnar, hevur týtt til Sorgin. Benjamin tekur lítla gittarin úr Paraguai fram og stendur upp og slær á streingir, so vit ljóslivandi síggja fyri okkum grikska oyggjahavið, brattlendið og fiskimannin, sum ikki sleppur av oynni, innilastur og tó syngjandi og dansandi. Eg eri málleysur av illustrativa spælinum hjá Benjamini, tað er sum ein technicolor filmur í 70 mm breidd, biologiskt framleiddur í ektaðum litum uttan nakað digitalt javningarevni. Reint, mergjað, stevfast og ektað.  

Níggjundi sangur á konsertini er Aldan, sum á ein undursaman hátt undirstrikar orðini hjá Anniku beint frammanundan um at lívið er eitt útpunkt millum streingirnar naivitet og dirvi. Sangurin stendur eftir millum guts, tey siga í Onglandi, styrki, og viðbrekni, sum klæðir sangarinnuni.

Tíggjundi og seinasti sangur er ógvuliga passandi Í dans, on a high note, við byrjunarlinjuni Nú gerast kvøld myrk og long. Við John Davidsen slagaranum hjá Harkaliðnum eru vit komin heim aftur til Nólsoyarfjørð.

Takk fyri eina góða og ríkandi løtu í Løkshøll.