Diane Schüssele, handritahøvundur, og Dagmar Knöpfel, leikstjóri, sum síggjast omanfyri, eru úr Týsklandi, og hava sett sær fyri at gera film úr søguni um Verdandi úr Heiðunum, sum ikki spurdist aftur, tá hon var undir Íslandi í 1944. Danska Valerie Saunders, sum er fødd í USA, og hevur arbeitt fyri Zentropa, er framleiðari.
Fokus er á kvinnurnar, sum eftir sótu.
Fyri fimm árum síðan vóru Diane og Dagmar fyrstu ferð í Føroyum. Tá møttu tær Óla Jacobsen, sum visti nøvnini á øllum, sum fórust við Verdandi. Hann visti eisini at siga teimum um ættirnar hjá teim, sum mistu.
Diane og Dagmar pitcha søguna um Verdandi soleiðis á enskum máli:
When the Faroese fishing boat Verðandi sinks in the waters of Iceland in 1944, the young Semona, mother to a daughter and pregnant with another, is left a widow. Too painful is the loss of her great love Sámal, too harsh the conditions to survive, to ever mention his name or fate again. The silence she bestows upon her daughters Barbara and Poula will shape their lives as well as her granddaughter Ly’s life, until dramatic events at Semona’s 85th birthday bring the family trauma to a surface.
Óli Jacobsen hevði sjálvur givið út bókina Havið tók teir í 2011. Har kunnu vit lesa um Verdandi, sum er sett inn í millum Neptun, ið gav Mikines grundtónan í málningalistini, og Stella Argus, sum fekk Tey av Kamarinum at syngja um stokkuta Lívið, kanska Føroya besta poppsang.
Í 2014 gav Páll Kunoy út bókina Verdandi. Teir komu ikki aftur. Í samandrátti hjá Bókamiðsøluni, ið hevur bókina á goymslu, verður endurgivið úr samrøðu við heimildarfólk: ”1944 var so árið, at teir ikki komu aftur, eg var tá í Havn og lærdi at seyma hjá skraddar Debes, vit høvdu fingið at vita, at teir á Høgabóli vóru bangnir um Verdandi. Eg fór so norður, og tað var ein ræðulig sjón, ið eg ongantíð gloymi, alt var myrka lagt, so ikki eitt ljós var at síggja, tá eg kom inn til okkara, vóru bara syskin míni Jaspur og Sonja at síggja. Kona pápabeiggja mín Olaf lá í einum kamari, og mamma í teirra kamari. Tær vóru ikki farnar upp, men lógu og grótu.”
Eftir at tær hava skrivað fyrsta útkast til handrit í München í mars í ár, koma Diane og Dagmar aftur til Føroya í juli at gera kanningararbeiðið liðugt, og at finna framhaldandi fígging, so filmaða søgan um Verdandi kann setast í verk.
Umframt at verða ein døkkur kapitul í siglingarsøguni, knýtir heitið á sluppini eisini til lagnutrúgv og forsjónir, tá Verdandi fór avstað. Í norrønu gudalæruni merkir heiti tað verðandi, á týskum werden, so rætti stavingarmátin er Verðandi, tað, sum hendir í nútíðini, ið er navnið á eini av teim trimum lagnugudinnunum, ið spinna lívstráðin - Verðandi, Urðr og Skuld.
Tær báðar, Diane og Dagmar, tvinna eisini fiktión uppí veruligu søguna um Verdandi, soleiðis sum vit kenna hana úr bókum og frásøgnum.
Úr skipasøguni verður sagt, at hin 16. september 1944 fór Verdandi seinastu ferð sína til Íslands. Roynt varð við línu á Norðurlandinum. Tað hevði verið vánaligt veður har á leiðini hetta heystið, og striltið gekst at fáa so frætt, at tað loysti seg at fara til Aberdeen at selja. 26. oktober kl. 13.00, fór skipið av Siglufirði til Reykjavíkar, og var ætlanin at keypa so mikið av fiski, sum restaði í fulla last. Á Siglufirði vóru tveir mans komnir umborð sum ferðafólk. Hesir báðir, sum høvdu arbeitt í Íslandi, ætlaðu sær at fáa fart úr Reykjavík til Føroya. Men Verdandi kom ongantíð fram.
Verdandi varð bygd í Yarmouth í Bretlandi í 1884. Motorurin var ein 47 hk Skandia við einum sylindara. Símun á Høgabóli átti Verdandi, tá hon fórst.
Andreas Andreasen gjørdi standmynd av reiðaranum, sum var adúkað í 2012.
Charles Johansen úr Saltangará gjørdi í 2007 eitt modell av Verdandi, sum varð hongt upp í Norðskála kirkju, sum hetta árið fylti 75 ár.
Heimasíðan hjá kirkjuni sigur, at ”modellið er ein metur langt og er málað svart og hvítkjafta við reyðum botni. Verdandi fórst undir Íslandi í oktober 1944 . Øll manningin - 15 mans sjólótust. Partur av manningini hevði tilknýti til kirkjusóknina.”
Teir, sum fórust við Verdandi vóru:
• Óli Larsen, Oyrarbakka, skipari, 55 ár
• Jens Knudsen, Saltangará, bestimaður, 39 ár
• Frants Davidsen, Strondum, motorpassari, 32 ár
• Niels Martin Jacobsen, Streymnesi, kokkur, 48 ár
• Samuel Petersen, Rituvík, 29 ár
• Olaf Martin Larsen, Oyrarbakka, 22 ár
• Christian Marius Sofus Frederik Højgaard, Rituvík, 50 ár
• Petur A. Larsen, Oyrarbakka, 25 ár
• Bill Justinussen, Glyvrum, 21 ár
• Ernst Petersen, Rituvík, 22 ár
• Daniel Jacob Henning Højgaard, Toftum, 25 ár
• Olaf Jacob Larsen, Fuglafirði, 43 ár
• Hans Pauli Frederik Højgaard, Rituvík, 22 ár
• Thomas Jacob Høj, Strondum, 43 ár
• Oliver Mikkelsen, Syðrugøtu, 38 ár