Hans Poulsen var kapellmeistari, sitandi við urguna, sum Evangeliihúsið keypti fyri lutfalsliga nógvar pengar í 1961, og Hjalmar Hvíklett keypti fyri ongar pengar, fýrahundrað krónur, sigst, eini fimtan ár síðan. Aftanfyri Hans var snurrandi Leslie hornið, sum kompletterar A100 urguna, ið svarar til B3 klassikaran. Kenni á mær, at salurin er um at bresta av spenningi at hoyra hvussu eitt ljóðføri kann verða miðdepilin í eini konsert, sum er ein tvørskurður av tónleikarum og sangarum í Føroyum í dag.
Rógvi Langgaard tók myndina av Hans eins og allar hinar fyrimyndarliga góðu myndirnar frá konsertini, sum eg eri sloppin at brúka, sum var tað ein sunnudags eykakonsert.
- Vit eru spent, eg vóni at tit eru líka spent og at vit fáa eina góða konsert saman. Men fyrst, maðurin handan hugskotið og heitið: Himmal Heim og Hammond - ger so væl, Birgir Kruse.
So kemur fyrsti klassikari, “Green Onions”, hjá Booker T and the MG’s frá 1962 í fermum og snøgtskornum Hammondljóðið frá Hans og orkestrinum, sum er 18 ára gamli sonurin Áron Poulsen á elgittar, Eyðun Johannesen á bass og Harald Fonsdal Johannesen á trummur.
Við instrumentala
Hammondklassikaranum undir innleiddi innbodni náttarravnsrøðarin konsertina
soleiðis:
- Takk fyri orðið, Urd, takk fyri pallin, takk fyri tína eldhugaðu radikalismu á mentanarøkinum. Stevfast nummar eitt í Føroyum. Himmal - Heim og Hammond. Eitt kvøld, eitt ljóð, at skrúva upp og niður millum heims og heljar, sum Pól F hevði sagt, stóða hann her, tað ger hann ikki, men ein eldhugaður kapellmeistari. Hans við urguni - tað fjórða H’ið í hesi heilagu, ikki bara trý men fýr-eindini: Hans Poulsen. Himmaltónar, Heimahjarta, Hammondljóðið - og Hans. Brúsandi upp í hæddirnar og niðursjóvað í lægstu undirsjóvardýpi. Vit savnast her í Løkshøll hjá Urd, fimm sangsolistum og trimum kórsangarum: Guðrun Sólju, James, Jens Marna, Kristinu og Ronny - og Laila, Malan og Bjarni! Ikki bert fyri at hoyra røddir og tónar, men fyri at kenna og merkja teir. Blues’in, sum grætur úr djúpum sálum. Soul, sum dansar við hjartanum. Rockurin, sum nemur við røturnar. Gospel, sum lyftir okkum hægri enn vit vistu, at vit vóru. - Og jazzurin, sum eksperimenterar við øllum okkara heila. Og mitt í hesum eldhugaða ljóðlandslagnum situr Hans - við fektandi fingrum, sum loga av lívi, við urguni úr Evangeliihúsinum, sum herinni talar eitt mál, vit øll skilja: tónleikans mektiga mál. Til gerandis og heilagt. Himmal er ikki bert ein konsert. Tað er ein heimkoma. Ein ferð aftur til tað, sum nemur okkum. Ein pallur, har vit sleppa gerandisdegnum. Spenna okkum í - Og fara flúgvandi í hálvfems ára føðingardag!
So legði James Olsen fyri við “Svarta Ravni” hjá Kræklingum í 1976, sum Martin Joensen skrivaði. Ein ódeyðiligur føroyskur rockklassikari av tí mest kompakt gjøgnumførda slagnum, sum Torbjørn Viderø nýliga sang, tá Maggie’s lat aftur í Nólsoy. Ein í allar mátar flúgvandi náttarravnsbyrjan í Løkshøll. Umframt sjálvsøgdu urguna, ið var lýst sum høvuðsinstrumentið, legði eg merki til unga gittaristin, sum kastaði seg út í eina gittarsolo, sum veruliga tók meg á bóli. Gjøgnum kvøldið gjørdist eg sannførdur um, at hetta var tilkomandi stjørnan, Føroya nýggja gittarstjørna, hugtakandi í stíl við síðuna av pápanum, sum sendir honum vegleiðandi eygnabrá og eitt vink, kanska við peikifingrinum, av og á. Fantastiskt samanspæl.
So kemur lokala Kristina Skoubo Bærendsen við “Stronger Makers Mark” frá 2024, har hon eigur lagið og Sarah McGuffey orðini, ið ganga harmoniskt hond í hond við amerikanskt bourbon whisky úr Kentucky við tað andaliga.
Siga vit, at Jon Lord er tað mest spennandi at uppliva sum ljóð úr gandafingrunum hjá Hans Poulsen í kvøld, so er Ken Hensley ivaleyst tað næstmest spennandi. Nú syngur Jens Marni Hansen “Stealin’” hjá Uriah Heep frá 1973, meðan LP plátan enn var hvørsmans ogn og varð løgd undir nálina um alt landið og stereoanleggini itu Pioneer, og komu frá SHJ í Havn, og bilradio vóru Roadstar frá LM og høvdu kasettubandupptakara. Hetta er eitt stórt show í Løkshøll, gongur upp fyri fólki, har eg siti. Stórt sum í stereo scope.
Nú kemur Ronny Nielsen á pallin og leverar “Flag” við eini so sannførandi elegansu, at tað fer upp um míni fatanarevni, so poetiskt innfølt er tað afturvið Hammondurguni og orkestrinum, tá hann syngur sangin, ið hann gjørdi saman við Jóan Petur Andreassen, og Black Birds góvu út á plátu í 1989.
Kendasti klassikari á singleplátu við Hammondurgu í miðdeplinum, er heilt vist “A Whiter Shade of Pale” hjá Gary Brooker og teimum í Procol Harum frá 1967, har - sum Kári P eisini sigur - lánt verður frá Bach. Guðrun Sólja syngur og hetta er líkasum miðjan, snúningsásin og javnvágin í konsertini, ið sendir tankar aftur til Absurdy Fair og diskotek í Havn, tá flower var power, langt eftir at plátan kom út. Ein tíðarleysur klassikari og eisini framborin sum ein tílíkur. Yndisligt.
Frekkasta jazztulking var “Ruby Baby” sum hjá Donald Fagen úr Steely Dan frá 1982 plátuni Nightfly, ið James bar fram og tulkaði á hansara hugakandi persónliga hátt, hóast hetta er ein Leiber-Stoller sangur frá 1956. Hann er á toppinum, James, og far meg at hugsa, hvørt Blue Note jazz klubbin í New York er fluttur inn í Løkshøll.
Jens Marni førir okkum til Nólsoyar at hoyra Hammondsangin ”I Know I have to Listen” hjá klaverstemmaranum Charles Gade við orðum hjá Michael Drud, sum kom í 2013. Tað er vissuliga nakað inniligt við Hammond, sum hesin vakri sangur prógvar til fulnar.
So hendir nakað serstakliga spektakulert, hóast tað er einfaldasta framførsla á kvøldinum. Hans við urguna og Kristina við mikrofonini. Ein urga og ein rødd í miðdeplinum, og so allur bólkurin á pallinum aftanfyri. Sangurin er “The Blood Will Never Lose Its Power”. Eitt lívsklipp úr Brøðrasamkomuni kemur undir eygnalokið. Langt burtur frá harða jazzpiano-anslagnum - sum var bannað í Ebenezer, tí tað hevði ov hart annslag, sum í jazzi, ið var samheiti við ótukt - pumpar urgan varisliga. Í mínum innara oyra hoyri eg, “Lítið mær restar, trúnna at fá”, meðan karismatiski predikanturin við fruntinum kliptum beint tvørtur um pannuna, talar inn yvir dragandi tónarnar, sum nú gerast tølandi og fara upp at brúsa, at fáa fólk fram til bøn og umvendilsi. Fólk standa uppi og predikanturin talar, suggestivt, inn yvir tónarnar, eitt ljóð eg kenni aftur frá plátum við George Beverly Shea, og nú murrar kórið inni á botni, og salurin skiftir til sangin “So sum eg eri, komi eg”, báðir í týðing Victors, siggi eg í bókini, ið liggur frammanfyri meg. Eitt lívsklipp úr Brøðrasamkomuni, sum helst eisini krevur, at tú hevur eitt líknandi innlit í og kenslu fyri hesi savningarmentan og førleika at handfara eina urgu so natúrliga, sum var hon ein útvøkstur av tær sjálvum, ið tú til eina og hvørja tíð hevur ræði á, fult ræði, eisini tá tú vilt fara út um samkomumørk og inn í karismatiska Hvítusunnulandið. So hugtakandi er samanrenning millum Hans og Kristinu, sum tveyeini, hann við urguni og hon við røddin, syngja “The Blood Will Never Lose Its Power” hjá Andraé Crouch frá 1966, og leita út í tónleikaligu ekstasuna, sum vóru vit í Harlem til jubilee og gospel brunch langt burturi frá turrisligu breyðbrótingini, kanska inni á Apollo við James Brown, Jesse Jackson og øllum frá Stax. Alt av náði, alt av náði, sigur ondin, tí tað var bara í hesum eygnablunki, at eg varnðist, hvussu samanfatandi fantastisk Hammondurgan er, at kunna flúgva framvið forboðnum úr kalda hvíta krígnum og møta svørtum jazzi, og fáa fólk í kropsliga ekstasu og lata ókontroleraðan lovsang runga, reisa seg úr stólinum, veipa og peika til himmals og kasta seg í føvningin á tónleikinum. Alt gjørdi Hammond.
Eftir praisebreak ekstasuna, sum kórsangararnir Laila, Malan og Bjarni enda við tamburin, kemur Guðrun Sólja við sanginum hjá Fróða og Deiggj frá fyrrárinum “Hví grætur tú”. Urgan fer Koppel vegin og Guðrun Sólja gandar Anisette upp úr gólvinum, meðan Bjarni við akustiskum gittara eisini leverar ein góðan inngang við sangi.
So er James aftur á pallinum í besta stíli, so vælupplagdur at hann er smittandi stuttligur og javnan dregur áhoyrarafjøldina við í sangin eftir einum call and respons stíli. Hann syngur nú hin sexuta “Mustang Sally” hjá Mack Rice frá 1965, meðan kórsangarinnurnar, og My Boy, sum hann sigur um triða kórsangaran Bjarna eru crem de la creme omaná góða sangin og fylgispælið. Fantastiskt.
Jens Marni kemur á pallin og syngur ”Myndugleikin” hjá Moira í 1996, sum Kaj Johannesen úr Leirvík gjørdi. Ein fermur føroyskur rokkari.
Kristina syngur nú andaliga sangin “His eye is on the Sparrow”,
sum Charles Gabriel gjørdi í 1905. Kristina og urgan. Einki annað. Sterk løta.
Guðrun Sólja sannførir meg endaliga um Anisette og Savage Rose klangknýtið, tá hon syngur “Wild Child” hjá Savage Rose í 1973, sum brøðurnir Anders og Thomas Koppel skrivaðu. Stóbært og nemandi.
So nærkast vit
endanum og Ronny ávarar um larm, tí nú kemur Deep Purple. Hans fær í tveimum
umførum leiklutin sum Jon Lord og Ronny sum Ian Gillan, tá hann fyrst syngur “Highway
Star” og síðan “Lazy”, báðir frá 1972, og hin seinni við gesta-gittaristinum
Niclas Johannesen afturat Áron Poulsen. Veit ikki, um tað er tí at eg havi
saknað Allman Brothers Band, at eg nú billi mær inn, at eg hoyri teir, jammandi
í Fillmore East í New York í 1971.
So er liðugt, øll koma á pallin og ekstranummar er “Svarti Ravnur”.
Eitt so væl eydnað Hammondkvøld í Løkshøll, at eg vóni at hetta upplegg, skrá og manning fer á konsertferð í landinum við hesi sjáldsama væl samanspældu uppliving.
Ljóðinum stýrdu Alexander Gaard og Kristinn Akursmørk. Ljósinum stóð Súni Joensen fyri.
Takk fyri, Hammondtoymið!
Comments