Skip to main content

Posts

Showing posts from January, 2026

Klakørar

  Havi leitað í orðabókini, um nakað føroyskt orð er fyri "klakør", ið Orðabókagrunnurin lýsir sum forklappari, klappingarfólk (í sjónleikarhúsi, leigaður av høvundinum el. teimum leikandi) . Eftir hesa mynd og reportasju frá Degi og Viku mánakvøldið, sum stavar frá pressufundi hjá Donald Trump umborð á amerikanska forsetaflogfarinum Airforce One, hevur tankin um stramt stýrt klakør-virksemi , heilt inn í okkara egnu stovur, upptikið meg. Eru vit stýrd av klakørum? Bókarøðirnar og sjónvarpssendingarnar, sum halda okkum føstum í fatanini av, at einki land ella mentan hevur sum Amerika hersett okkara hugmyndir og tankar stuttar ella langar, grunnar sum djúpar, undir eygnalokunum og millum oyruni. Filmsleikarar og tónleikarar, sum standa á mínum hillum, hava øll rót í USA og amerikanskum viðurskiftum. Alt stavar hagani. Men hvørjir eru teir báðir til vinstru á myndini omanfyri, sum eru orsøkin til, at eg hugsi um klakørar og ryggklapparar í einum pallsettum leiki, har mi...

Hvat hevur tú opið fyri Copilot?

  Tóri Slættalíð, sum er námslektari í kt-didaktikki og støddfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, sigur, at brúki eg Edge-kagan á telduni, so fái eg atgongd til Copilot á síðupanelinum. Men tá fær kjattbotturin eisini atgongd til ymiskt, sum er opið á síðuni. Fyri aðru ferð havi eg eftir stuttari tíð lagt til merkis, at Copilot, sær, hvat eg havi opið á skíggjanum. Tað ljóðar sum tann reina paranoia og ein óskrivaður kapitil í framtíðarsøguni 1984 um Big Brother. Men nú er veruleikin lendur her og innlagdur í telduna hjá mær. Á góðum føroyskum sær Copilot, hvat eg leiti eftir, og hvat eg síggi í kaganum framman fyri mær beint nú. Fyrra dømið er, tá eg á Wikipedia leiti eftir Emmanuel Todd. Seinna dømið er, tá eg á sama staði, Wikipedia, beri saman Judit Butler og Frantz Fanon. Eg havi í báðum førum strikað undir við reyðum, omanfyri og niðanfyri, har Copilot sigur seg síggja, hvat eg havi opið á telduskíggjanum. Ein nýggj bókasavnstænasta. Effektiv, men eitt sindur óunnilig. Og eg vei...

Árið í bloggaðum teksti

Hevur tú í tvey ára tíggju skrivað fýratúsund tekstir, ið tú dag og dagliga gevur út sum uppsløg á opnum bloggi, sum øll kunnu lesa og viðmerkja, talgilt á útgávustaðnum, ella í práti, tá tú møtir lesarum, ið tú ikki altíð kennir, er hugvekjandi at leita aftur á eitt úrval av tekstum, sum vóru á blogginum í fjør. Tí mentanarligu upplivingarnar tróta ikki. Besta plátúútgáva mær kom í hendi, ja LP pláta við informativum húsa, sum í gomlum døgum, var Tutlútgávan ”Tá hvørt ljós líkist tær” hjá Benjamin Rajani, ið eg settið undir yvirskriftina Sermerkt og rík Vit fingu nýggja stóra spælistaðin Tjarnir, ið eg ummælti til upplatingarkonsert, har eg varð innboðin, og sama vikuskiftið eisini varð til konsertir í Løkshøll og Lívdini. Hesi bæði seinnu høvdu tó innihaldsliga allan munin, serliga Lívdin eftir mínari meting, hóast Tjarnir er tann staður, ið mentapolitiskt hevur lukkast at savna og seta seg á mesta pening í føroysku mentanarsøguni, uttan at hetta sæst aftur á skránni. Tað konsert...

Tveir góðir filmar í fjør

Í útvarpssendingini Kultura hjá Lív Mikkelsen slapp eg at nevna tveir góðar útlendskar filmar, eg sá í undanfarna ári. Nú eru so nógvir mátar at meta um og taka støðu til, hvat ein góður filmur er. Hann kann verða góður sum filmur, máldur eftir filmslistarligum virðum, hann kann verða góður, tí hann er týdningarmikil í tíðini, tí hann tekur upp evni á ein hátt, sum angin annar ger. Og so er tað sjálvur miðilin, filmur, sum amerikanski ummælarin, Roger Ebert (1942-2013), helt vera bestu empati maskinu, empathy machine, at lýsa samansett og torgreidd mál. Filmarnir eru Vejen hjem og Frankenstein . Undir yvirskriftini Góður filmur til undirvísing skrivaði eg soleiðis um biograffilmin  Vejen hjem: Vegurin heim - ein danskur filmur um radikalisering Haldi, at danski filmurin "Vejen hjem" er alt ov góður og aktuelt viðkomandi til ikki at brúka í skúlanum, nú hann bæði er virðisløntur og tøkur til undirvísing. Tí deili eg hetta uppskot um at brúka filmin í undirvísingini. ”...