Skip to main content

Tað besta úr Filmsføroyum á einum borði


Føroysk lýsingavinna er ótrúlig. Og tá hugsi eg ikki tann patetiska tanka, sum ofta er frammi, at eingin annar enn vit gera føroyskar lýsingar. Tað er ein bílig umbering at traðka á altjóða pallin við onkrum jánkasligum, sum tú veitst ikki tolir miskunarleysa pallljósið. Men so er ikki her. Hetta er stevfast sannførandi.


Í mínum filmiska heila geri eg eina beina kopling frá Ernst í leiklutinum sum dekadentur operasangari í Føroyum í dag til italska satirufilmin La grande bouffet, sum Marco Ferreri (1928-1997) gjørdi í 1973. Tey í ikki minna dekadenta Filmsfelagnum savnaðust um filmin hjá Paula í Sjónleikarhúsinum eini tíggju ár seinni ella so.


Gamaní er átuvombin hjá Ernst ikki so víðfarin sum hjá italsku ríkmonnunum, sum á søguliga filminum gjørdu av at eta seg av verðini, meðan vit hoyra hundar og horur geva barkaljóð frá sær uttan fyri fokus í søguni. So djúpfallin er milda nýsatiran úr Miklagarði ikki.


Saman við Bónus og Mylnuni hevur Miklagarður fingið samstarv við KovboyFilm at gera hesa stílistiskt gjøgnumførdu lýsing av konsumvørum frá Gestus til føroyska marknaðin. Ein partur er gjørdur in-house, sum tey siga í handilsvinnuni, og upplýsa, at ein framhaldslýsing kemur longu mánadagin. Um handilsvøran Gestus stendur mát við listaliga avrikið veit eg ikki, men miðlaða úrslitið í sjálvum sær kann eg ikki annað enn stórfagnast um.


Fyrst í eminent sannførandi spælinum hjá Ernst, ið stásklæddur situr fyri borðendanum sum Burt Lancaster í Il Gattopardo meðan fýrbein renna á borðinum og ein gullfiskur er í glasinum innan svølgt verður. Spillivandi og einki feyk. Men tað, sum ber øllum, er teksturin. Eitt ovfarakátt borðvers av teim sniðfundiga stevføstu, sum bara ein pennur í landinum kann siga fram fyri seg uttan íhald. Vanliga á Doktaragrund á ólavsøku, men í hesum føri við sannførandi operarøddini á Ernst sum instrumenti. Framúr, Carl Jóhan og væl afturkomin!


Umframt hesar ítøkiligu frásøgulutir, rødd, tekst og borðbúnað, er myndaavrikið tað besta, sum Filmsføroyar kunnu bjóða. Hvør lutur í livandi fokus. Einasta eg kann fílast á, er longdin - ein minuttur og nítjan sekund. Er hetta ein ov long reklama? Og eru føroyskar lýsingar, ofta frá fakfeløgum, ið er um at kódna í pengum, og sum nú síggjasta í biografi, alt ov langar? Ella er longdin boð um, at tað er ov bíligt at gera lýsingar og fáa tær vístar í fullari longd í biografi? Kanska er vert at hvessa saksin, tit lýsingafólk!

Og so tekur røddin á Thomasi um endan. Valaverk, vist og satt!