Skip to main content

At klippa hvørjum øðrum


Í skúlanum lærdu vit ástøði um at staðfesta eitt handilsligt tænastuvirksemi, sum er lønandi fyri hin vinnurekandi, men eisini er til fyri kundan. Meginreglan var at finna ein tørv, til dømis at klippa hvørjum øðrum, og so at tekna ein sirkul um ætlaða kundaskaran og vita, hvussu leingi vit kundu halda í kundanum, uttan at missa hann til næstu hárfríðkanarstovu, sum nú varð nærri kundanum, og tískil lættari at koma til enn hin fyrra. Men sosialiterur er eisini ein táttur, sum hevur skilliga ávirkan á handilsvinnu. Menniskjan er ein sosial vera og vil fara har, sum fleiri eru frammanundan. Sama er galdandi fyri hárfríðkanarstovur. Tær trívast skilliga best, har ein er frammanundan. Ella fleiri. Men allar duga at finna eitt serligt frámerki. Nýggjasta virksemi í handilsgøtuni í Havn, Dr. Jakobsensgøtu, er snøgga Salong Ada.


Síggja vit burtur frá næsta granna, matvøruhandlinum Føroya Keypsamtøka, so er næsti fakligi kappigarneyti Kötlum, sum eisini er hárfríðkanarstova, men við myndlist í gluggunum. Ein grön salong við prikka-ö.


Um hornið í Tróndargøtu er Annika, sum við kaffiborði á gøtuni eisini bjóðar viðskiftafólki at verða klipt og friserað til ólavsøkuna og alt árið í kring.


Fara vit eitt hanagleiv longur oman, har sum Dr. Jakobsens gøta verður til Sverrisgøtu, og Magnus Heinasonar gøta krossar vegin, síggja vit Salong ð'it á krossinum yvir av Faroe Travel. Eitt modernað høli við skýlofti.


Niðast í Bøgøtu er nýggja Klippistovan, sum er bæði damu- og harrafrisørur.


Nú nærkast vit Vágsbotni, har mín egni frisørur heldur til, Harraklipp hjá Marin, Ingu og teimum.


Og nú vit gingu so langt oman, má eg eisini fara um Reynið og oman á Áarvegin til Kvilt Hárfríðkan, har eg tó klipti mær síðst. Ein plasering á einum livandi vegamóti, har næsti granni skjótt verður Mikkeler, sum vissuliga fær hárið at grógva.


Í hesum avmarkaða miðbýarøki, har hárfríðkanarkvinnur stórtrívast og mennast í tøttum felagsskapi, sum skúgvar øll ástøði um handilsliga staðfesting til viks, síggjast eisini tekin um ólavsøkusnáking.


Á Bryggjubakka er kenda stuttsøguheitið hjá Vitu Andersen frá 1978 klipt við bláu strikuna, sum fyrr myndaði Útvarpið.


Hinumegin blómar gullregnið sum aldri áður framman fyri Dómkirkjuni.


Og seinasta frisering í kvøldsólini í Havn er Kaikioskin, sum frá handilsgrannanum hevur fingið eina andlitslyfting til ólavsøkuna og pylsupappírið frá grannavogninum. Ólavur S.T. Thorsteinsson málaði. Eftir er bara at siga, at Havnin er eitt handilsligt undur.