Michael Rasmussen (1923-2011) Tá eg fór av Læraraskúlanum í 1985 hevði eg havt danskt á linju, umframt evning hjá Børge Petersen og samtíðarkunning hjá Hans Holm. Danskt hevði Karen Skovbjerg, sum var donsk og gift rithøvundanum Ulrik Gräs, sum onkuntíð ríkaði okkum tímarnar, eisini við tiltøkum um úrvald evni, sum tankan at vitja heimstaðin, bygdina, gjøgnum hansara bøkur, ið lýstu Útjaðaradanmark við skeivum eksistensum, langt frá Keypmannahavn. Vit dyrkaðu sjangruna krígsreportarir við Anders Ehnmark og Ögonvittnet, og Philip Caputo og Krigslarm sum støði. Og so meldaðu vit okkum inn í Dansklærerforeningen og fingu innlit í eina nýggja verð við undirvísingartilfari, sum varð dagført so hvørt nýggj rák tóku seg upp. Hetta høvdu vit ongantíð sæð fyrr, at rák í samfelagnum kundi grípa so skjótt og beinleiðis inn í undirvísingartilfar. So fór Karen burtur og vit fingu í hennara stað ein braneggjaðan mann úr Silkeborg, Michael, sum eg sá fyri mær sum gamlan mótstøðumann, visti alt um Asg...