Annika Hoydal var vælvalda og ikoniska stjørnan í fimtu og seinastu sending hjá Per Zachariasen og Mariu Winther Olsen við spírunum úr Hoydølum, sum ein hópur av Kringvarpsfólki hevur gjørt. Sum er við væleydnaðum sjónvarpsrøðum, ið eg ikki minnist so góðar úr okkara egna landi, í meiningsskapandi týdningi og undirtøku, vil eg, tó uttan tematiskar líkleikar, men bara mált eftir fastatøkum á áskoðarum, peika á "Matador" í Danmark. So sterkt er knýtið til føroyska áskoðaran í hesi burturav føroysku miðlaframleiðslu. Sum "Matador" í Danmark. Og nú vit í kvøld sóu seinasta part av "Hoydølum" er tað ein linni, at fáa at vita frá Finni, at tey fara at gera eina sesong tvey, eitt framhaldandi umfar ella tvey. - Vit fara at søkja eftir ungum spírum longu nú, at melda seg til upptøkuroynd, sigur Finnur Koba, og vísir til tekningarskjalið á heimasíðuni hjá Kringvarpinum . Plátufelagið Tutl boðar eisini frá, at allir sangirnir í sjónvarpsrøðini "Hoydalar...