Nú skúlin í eitt knapt mannaminni hevur givið okkum lesitøl, sum í førleika, serliga fyri dreingirnar, ikki hava verið nakað at reypa av, kann tað kennast sum ein í so brøtt avbjóðing, at lýsa við spyrjandi yvirskriftini Hvussu fáa vit børn at lesa meira? í einum handli eftir afturlatingartíð. Men allar beteinkiligheitir vórðu gjørdar til skammar, tí her møttu heilt nógv fólk, og huglagið var so fresh, sum eg aldri havi upplivað í bókahøpi fyrr. Millum allar bøkurnar vóru stólarnir góðir at sita í, ljósið og ljóðið var eins gott og kaffi, sum kom við marsipan, sjokulátu og karamellum. - Byrja tíðliga at lesa og vísið teimum bøkur, tí tað er líka so týdningarmikið, sum at busta tenn, er afturvendandi niðurstøðan og boðini á bókakvøldinum í Riti og Ráki hóskvøldið. Eilen Anthoniussen hevur skipað fyri, og helst verða líknandi tiltøk framyvir. Kári Árting, bókahandilsstjóri, innleiddi við bókini Kig Op í hondini. - Lesing og skrolling á telefon og lesing í eini bók er ikki tað s...