Liner notes, fløguhúsi Jens Lisberg "Hope" (Tutl 2007):
Hvør minnist ikki kvøðuljómarnar við støðugu ynskjunum at hoyra Eg sjólívið valdi, Heimlongsul til Tvøroyri og Oyggjalandi í sól? Sangir, ið sungu seg inn í føroysku sálina ein sunnudag, meðan bilurin varð vaskaður og mamma bakaði kaku í køkini og pabba var til skips. Soleiðis var lívið á bygd, og er tað ivaleyst enn. Hetta eru sangir, ið allýsa dagin og vegin.
Bólkurin Sputnik átti allar slagararnar. Teir byrjaðu at spæla í 1975 og góvust endaliga í 1991. Jens Lisberg, ið var forsangari, helt áfram við ymsum tónleikarum. Ikki færri enn 80 sangir stava frá hesi tíðini, allir á kassettubandi. Teirra millum er slagarin Vilt tú meg elska.
Í 1991 møttust Jens og Jákup Zachariassen. Orsøkin var útgavan One day at a time, sum var eitt kasettuband til frama fyri Skandinavisku Barnamissiónina. Síðani hesa útgávu hevur Jens nýtt navnið Jens og Vinmenn. Ein teirra er Jens Johannesen á Tvøroyri.
”Vit spældu til veitslur og dans. Men so komu tey ringu árini og handilin hjá okkum á Tvøroyri fór av knóranum. Vit kláraði ikki at standa ímóti og sleptu,” sigur Jens, sum leitaði aftur til gamla handverkið og fór til Danmarkar at smíða nøkur ár.
”Eina árið eg var heima, hendi so tað at yngri drongurin hjá okkum, 19 ára gamli Hávarður, fór í býin við vinmonnunum. Hetta kvøldið skjeyst ein undarligur tanki í høvdið á mær. Í køkini tosaði eg við sonin um tónleikalívið. Eg minnist at eg spurdi soleiðis ”Heldur Hávarður, at pabba skal blaka alt við tónleikunum frá sær?” Hann hugdi upp á meg við einum gátuførum Mona Lisa smíli og segði so: ”Pabba, tú mást ikki halda uppat við tónleikinum.” Hetta er orsøkin til at eg ikki havi hildið uppat. Soleiðis skiltust okur báðir, Hávarður og eg. Tí hann kom ikki aftur. Teir vóru fýra og bert hin eini kom undan ferðsluvanlukkuni við lívinum. Tað var ein feigdardagur, ið tók fleiri húski í oynni av fótum.”
Útgvávan ”Hope” er ein fløga um at missa og at vakna við kaldan dreym, sigur Jens og sipar til sangin hjá Kris Kristoffersson Why Me Lord. ”Tað eru ikki bara hini, ein sjálvur kann eisini verða raktur,” sigur Jens og tekur aftur í henda kenda sangin og spyr sjálvrannsakandi ”Ja, hví ikki jé?”
Spurningurin hongur í luftini eina løtu og Jens leitar í huganum aftur til ta lagnutungu løtuna, tá sjúkrasysturin á Tvøroyri vísti honum og konuni innar í kapellið á Sjúkrahúsinum. ”Vit tóku saman hendur og eg minnist at eg bað, eina stutta einfalda bøn: ”Gud, ger meg ikki til ein beiskan man!” Tá sorgin kemur, so havi eg lært at taka hana við tí førleika eg nú einferð havi,” sigur hin góðlynti og láturmildi Jens.
Hóast hann ikki dylir fyri, at heimlongsulin enn stendur til Tvøroyri, hava Jens og tey búsett seg í Havn, har hann arbeiðir sum timburmaður.

Birgir Kruse, liner notes, fløguhúsi Jens Lisberg "Hope" (Tutl 2007)