Skip to main content

Chihuly – listamaður í glasi




Glaslist hjá Chihuly sýnd fram í de Young savninum í Golden Gate Park, San Francisco. Ovast bátar í fullari stødd, síðani fullvaksnir træbular, umhvørvi við taraskógvi og niðast hyggi eg sjálvur at einum blomsturlofti hjá Chihuly úr litaðum, blástum glasi (Myndir: Birgir og Hanus Kruse)

Í de Young savninum er risastór framsýning við list úr glasi. Upphavsmaður er Dale Chihuly, ella bara Chihuly, sum plaktin sigur. Hann er amerikanskur listamaður, føddur 1941. Upprunaliga er hann glasblásari og hevur ment hetta aldargamla handverk til stásiliga list. Chihuly hevur stóra verksmiðju og fleri fólk í arbeiði. Stóra framsýningin ber eisini boð um eina sterka fyritøku, ið megnar at marknaðarføra listamannin og avrik hansara. Við inngongdina stendur skrivað at listamaðurin heitir inniligani á øll vitjandi at taka myndir – bara ikki við blitsi. Eg so gjørdi. Í flestu førum sæst ikki hvussu stór listaverkini eru. Men eg kann lova fyri, at flestu verkini eru meiri enn manshædd til støddar. Millum lutirnar, vit kenna aftur, eru róðrarbátar og træbular.