Skip to main content

Tað er ferð á hjá Leif!









Úr myndarøð, sum er ein eygleiðing við natúrligum ljósi við diskin á matstovuni Gourmet. Tað er ferð á hjá Leif Sørensen, tá hann matgerð í køkinum. Men fastfood er ikki á skránni í Gourmet, tí góðskan og tíðin eru í hásæti. Niðri undir síggjast rættirnir, vit fingu, meðan skæra sólin søkkur. Tá vit eru komin til dessertina er sólin sett (Myndir: Birgir Kruse)

Fryntligi og snøggi tænarin Tórun beyð okkum vælkomnum til borðs og greiddi frá um matskránna og vínið á Gourmet hesa fyrstu skaffing um útvarpstíð á Tórshavnar Matfestivali.

Fyrst fingu vit ein brellbita, oksasúpan við oksatungu í einum lítlum bolla, sopin við teskeið. Lætt og konsist niðurundir, innan lýsta matskráin kom á borðið.

Fyrsti rættur var marinerað jákupskel við rækjum, krabba og kremi av somu skel. Smakkurin var ein leskilig javnvág millum sjógæti og ein kokuskendan broysknan søtleika. Aftirvið ein framur svallig Riesling frá Haeffelin.

Annar rættur var persillubakað skøta við spískáli og sanddunnuberum. Fantastiskur konsistensur og mjúkur smakkur av løttum fiski, sum í setandi sólini bleiv enn hvítari. Afturvið ein perfekt Chardonnay.

Triði rættur, sum var høvuðsrætturin í føroysku festivalmáltíðini á Gourmet, var stokt sneið av lambi, tilgjørd við livur, croquette av lambsbógvi við gratineraðum grønmeti úr haganum hjá Lauru, borðreidd við ljósari lambssós. Afturvið, eitt italskt reyðvín, ið var so framúr, at eg ikki varnaðist etikettina. Vónaði at fáa uppí aftur, so eg kundi lesa hana, men nei.

Omaná fingu vit djúpan borðisk við hvíta, gjørdur til við øli, ymsum fruktum, lakres marengs og mandlukøku. Afturvið, angandi søtt Suðurafrikanskt dessertvín Nederburg Noble Late Harvest. Sum ein Sauternes, men hóskiligani beiskari.

Eftir lokna máltíð og góða avgreiðslu frá Tórun og øllum hinum, ið gingu til handa, fóru vit í Reinsaríið í Tórsgøtu at njóta nýbrent kaffi frá Brell afturvið livandi tónleiki.

Her møttu vit øðrum, ið høvdu verið á Hafnia og Hvonn og notið listarligu matskránna hjá kokkunum har. Umframt tað reint átuliga, vóru fólk serliga fegin um tænastu- og kunningartstøði og tær frágreiðingar, ið alla staðni vórðu givnar um matin og upprunan.

Eitt framúr tiltak hjá Mortani í Hamrabyrgi, sum fekk bestu undirtøku millum fólk. Mortan hevur boðað frá at Tórshavnar Matfestivalur verður endurtikin. Eg ynski góða eydnu og kann longu nú siga at eg gleði meg!