Skip to main content

Wanted: Norrøna Felagið í Føroyum

Ovast er flaggið, sum helst hevur myndað Kalmar Samgonguna í 1430. Fram til 2007 brúktu orknoyingar sama flagg. Niðri undir er David Reid avmyndaður við nýggja orknoyska flagginum umborða á Capella Endavour í Vágsbotni í juli 2008. Niðast er Anette Kreuger avmyndað á Idöborg í Stokkholmska skergarðinum í 1990. Flaggið gjørdi hon í einum arbeiðsbólki, sum skuldi lýsa Norðurlond í framtíðini(Myndir: Birgir Kruse)

Undir polemiska heitinum "Hevur Norrøna Felagið nakran tilverurætt?" helt eg henda fyrilestur í Norðurlandahúsinum, har Norrøna Felagið í Føroyum hevði boðið til temafund allan dagin:

Norrøna Felagið í Føroyum (NFÍF) er eitt áhugafelag, sum varð stovnað í 1951 við tí endamáli at styðja og økja um norðurlendskt samstarv saman við norrønu feløgunum í hinum Norðurlondunum. Foreningene Nordens Forbund, ella Samband Norrøna Felaga, kalla vit hetta samstarvið. Til at røkka hesum máli stendur Norrøna Felagið fyri ymsum limatiltøkum og opnum tiltøkum, sum hesum, sum øll hava ein norðurlendskan felagsnevnara.

Sum skrivari í felagnum í mong ár, og formaður eitt skiftið, vil eg siga nakað um áhugafeløg. Treyðugt so, eg havi eisini verið í øðrum áhugafelagum, Filmsfelagnum frá 1984 til 1992 til dømis. Tað var úr hesum felagnum at táverandi formaður Heðin M. Klein sjangheiðaði meg til at koma í felagið og verða skrivari. Tað mundi vera síðst í 1988.

Tá vit hava við áhugafeløg at gera eru vit undirgivin eina náttúrulóg, sum eitur áhugi. Vit kunnu ikki lóggeva fólki at sýna áhuga ella at tvíhalda einum felagi, ella at stýra í eina ávísa ætt, politiskt ella samfelagsbúskaparliga til dømis. Alt stendur og fellir við áhuganum. Einum fluktuerandi áhuga.

Men hava vit eitt áhugafelag, so kunnu vit stýra og ávirka okkara virksemi, sum so aftur kann blíva jaligt ella neiligt. Sum áhugafelag kunnu vit leggja okkum í eina jaliga inerti, ella eina neiliga inerti. Treyði, hevur onkur nevnt inerti.

Jú jaligari rundferðin (inertiin) er, jú sterkar og meiri samtykkjandi verður hon, og útlitini verða góð fyri vøkstri, ja felagið kann blíva ein lobby-fyritøka við pondus og makt, ein instansur, sum ikki kemst uttan um í politiska landslagnum.

Á hin bógvin kann áhugafelagið fara so langt inn í seg sjálvt, og verða so innforstaðið, at tað lukkar av fyri samtíðini og samfelagsligum kjaki. Nevndin í áhugafelagnum hevur tá nóg mikið í sær sjálvum og megnar ikki at hyggja út um egnan limalista, sum fækkar, tí limir blíva eldri og eldri, og einki legst afturat í yngra endanum. Tá eru vit sum áhugafelag í eini greitt negativari ringrás. Tað snýr seg bara um tíð, til áhugin gevur upp andan.

Og lat okkum nú síggja, hvat vit velja sum aðalmál í hesum áhugafelagnum:

Útferð til Skarðs: Útferðin 2009 verður til Skarðs á Kunoynni leygardagin 13.juni. Hon er í samstarvi við Norðoya Kunningarstovu. Tilmelding í seinasta lagi 27.mai á frnorden@kallnet.fo ella 217999. Kostnaður 300,00 kr. at gjalda við fráferðina (úr limabrævi).

Vit skipa fyri limaferðum til avtoftaði støð. Kann vera mikið stuttligt at møtast, bara fyri at møtast, men innihaldið leggur seg greitt í eina negativa inerti, sum til síðst heldur uppat av sær sjálvam. Her doyr alt út.

Kunsturin er at sleppa úr hesi negativu inerti og altíð at vera í eini positivari inerti. Til at lýsa hetta plagi eg at brúka skúlabókina hjá Anfinni Zachariassen “Marknaðarlæra”. Á síðu 160 verður greitt frá um, hvussu mentan og vinnulív kunnu finna saman. Tað verður gjørt við AIDA leistinum. Klassisku Aida operai’in og tí reint handilsliga lýsingafrymilinum AIDA, sum byggir á hesi orð og hugtøk: Attention (Forvitni), Interest (Áhugi), Desire (Tokki) og at enda Action (Virkni).

Og hvat kunnu vit so læra av hesum? Hyggja vit at grundsjónramiðnum og endamálsorðingini fyri NFÍF og samanhalda hetta við afturvendandi høvuðsátøkini millum limirnar í felagnum, so síggja vit eitt greitt ósamsvar.

Serliga tá vit hugsa um inerti’ina, ta sjálvforsterkandi gongdina í programmvirkseminum at vitja avtoftaði støð. Kann verða at tað er vælumtókt millum limir, onkrar limir, men tað er so ikki í tráð við endamál og grundsjónramið felagsins. Her má annað slag av virksemi setast í skránna.

”De fem nordiska länderna bör gå ihop i en ny union.” Hetta var at lesa í Dagens Nyheter 27. oktober 2009, tá Norðurlandaráðið hevði ársfund í Stockholm. Altso perfekt timing, við einum gjøgnumhugsaðum uppskoti. Ein nýggj norðurlendsk samgonga, unión, av onkrum skýrd Kalmaruniónin versjón 2.0. Við Margrethu II sum drotning.

Tað er ikki fyrstu ferð at tankin um eina norðurlendska samgongu er frammi. Hin mest áhugaverda, haldi eg persónliga, var í 80’unum, tá Jógvan Sundstein skeyt upp eina samgongu frá Strandanoregi í eysturi, til øll okkum í útnorðri, heilt til Kanada. Altso gomlu fiskileiðirnar, sum verða karmar um eina millumtjóða eind í Norðuratlantshavi, sama modell sum NORA brúkar í dag.

Í hesum nýggja uppskotinum frá sviianum Gunnar Wetterberg eiga vit at fáa eygað á norðurlendsk tíðindi, sum røkka um øll okkara grannalond og enn víðari seta okkum inn í ein heimsumfevnandi felagsskap – eina nýggja norðurlendska unión, hin 10. sterkasta búskapin í verðini, og eitt mentanarligt samstarv, sum kann skapa nýggjan gróðarbotn, serliga hjá okkum.

Fyrr var blaðið “Vi i Norden” ein góður boðberi í so máta. Eisini við greinum prentaðar á skandinaviska móðirmálinum, í Dimmalætting.

Samskipanin av Norrønu Feløgunum hevur í hesum føri kent sína vitjunartíð og loftað hesum uppskotið. Tá er mannagongdin so, at móðirfelagið hjá Norrønu Feløgnum, FNF, sendir eina samlaða áheitan til Norðurlandaráðið um at taka evnið upp. Her er eitt sitat úr áheitanini, sum er heilt fesk:

“Hvis Norden fortsat skal bygge på bred folkelig legitimitet er det altafgørende, at det nordiske samarbejde er dynamisk og fremadrettet. Derfor er det vigtigt ikke bare at erkende, men også handle efter, at et langt mere omfattende praktisk politisk samarbejde mellem de nordiske lande vil gavne os alle i en globaliseringstidsalder, hvor små lande bliver usynlige og store regioner bliver dominerende. Der er tale om rettidig omhu.”

Her er nakað, ið grípir so beint inn í endamálsorðingina hjá NFÍF at her slepst ikki uttanum. Og lukkutíð grípir felagið tjansin og tekur avbjóðingina uppá seg. Móðirfelagið FNF hevur sett upp hesar ætlanir yvir fyri Norðurlandaráðnum:

Foreningerne Nordens Forbund vil opfordre Nordisk Råd til at tage SAMLINGSTANKARNA op, nordisk og nationalt, ved at:

• Nordisk Råds presidium snarest forbereder en temadrøftelse om emnet på næstkommende Nordisk Råds session i november 2010
• sammensætte en gruppe af forskere, politikere, joumalister, erhvervsfolk og representanter for de folkelige foreninger, der kan lave et forstudie om de moderne unionstanker
• gennemfore folkelige høringer i alle de nordiske lande og selvstyrende områder om EN NY FORDJUPAD SAMLING
• bruge kommunikationsplatforrnene i Nordisk Råds og Nordisk Ministerråds regi til at tage debatten op og sikre, at debatten får mediemæssig opmærksomhed

Sum svar uppá spurningin fyri dagin í dag, hvørt Norrøna Felagið hevur nakran tilverurætt, eksistensberattigilsi, vil eg svar við einum rungandi ja. Jú, tað hevur NFÍF meiri enn nakrantíð. Og tað hóast vit síðani felagið bleiv stovnað hava fingið Norðurlandaráð, Ráðharraráð, Mentanargrunn, Útnorðurráð, Nordjobb, Høvuðsstaðarsamstarv, Nora og Norðurlandahús. Men virksemið í NFÍF verður ikki rikið av nøkrum øðrum enn tykkum. Skal tað rungandi ‘ja’ eg segði í áðni geva nakra meining, krevur tað samstundis at tit, nevnd og skrivari, sum eru wanted, fara til verka við Aida fooor frá, við opnari teldu og tendraðari pannu. NFÍF skal hava eina uppreisn og tað skal vera nú!

Góða tilverutryggjaða framtíð, fyri okkum øll í Norrøna Felagnum!

Takk fyri