Miðlateigurin í Sosialinum 2. juni 2010:
Alt síðani Káin og Ábel gjørdust ósamdir, hevur tilveran verið ein dystur um vald og hvør skal varða av hvørjum. Serliga tá ið nýggir miðlar taka seg fram. Rópt verður varskó, tí onkur kennir seg hóttan og vil bjarga verðini frá undirgangi. Rópini eiga tey gomlu, undirgangin eiga tey ungu.
Elsti miðil í landinum boðaði herfyri frá, at nú stongdu tey fyri nýggja sosiala samskiftismiðilinum Facebook, ið er næsti granni Googles.
Veruleikin brýtur seg tó inn á heimliga miðilin, sum á egnari forsíða vil fortelja um ein Eivør-stalkara á Facebook. Samstundis frættist, at Afganistan hevur framt sama stongsil. Hálvhjartað verður latið upp aftur á Dimmu, men við einari moraliserandi ávaring, sum umvegis Kringvarpið verður løgd fyri óspilta føroyska brúkaran, serliga hinum unga, til áminningar.
Spennandi at síggja hvussu miðlar fata seg sjálvar. Í hesi hending helt eg meg hoyra eitt ekkó úr eini gamlari lærubók og eini eins gamlari grammofonplátu.
Í 1972 skrivaði bretski sosiologurin Stanley Cohen um Folk Devils And Moral Panics. Hann lýsir ræðsluna hjá teim vaksnu fyri ungum, sum eru nýggir brúkarar við nýggjum førleikum og tí ein hóttan mót teimum, ið bara duga gamla tøkni, sum er støðið undir hevdvunna valdinum. Eldrabylgjan kennir eina ungdómshóttan og hevur tørv á at skapa fólksins devlar, sum Cohen sigur. Og so gongur moralski panikkurin í ring og verður til tað, sum danski ungdómsgranskarin Kirsten Drotner sigur vera rangan á upplýsingartíðini og brúkar heitið miðlapanikkur, sum er ein kapping millum nýtt og gamalt, har serliga myndir eru vandamiklar, tí tær eru so kensluløddar og lata seg ikki stýra av rationellu øvrigheitini. Sama rundferð sæst og hoyrist í Quadrophenia, sum The Who góvu út í 1973. Tónleikaverkið er um bretskar mods og rokkarar, har sangurin, sum yvirskriftin er tikin úr, sigur ‘Your Axe Belongs To A Dying Nation’.
At taka ungdómin í álvara eigur av natúrligum ávum at liggja miðlunum nær. Men eg síggi einki til hetta í gomlu bløðunum. Bara í Mess, Føroya fremsta ungdómsmiðili. Har slapp ein fólkavaldur, sum ein annar Bukowski, at fortelja um lukkuna við at loysa sær buksurnar, tá ein er úti í verð. Meir av hasum. Miðlar við óvæntaðum kanti, ið sker seg heilt inn á redaksjónsborðið.
Í útvarpinum høvdu fólkini handan Fimtan tær Bestu eitt søguligt átak, tá tey leitaðu eftir bestu vertum til ta sendingina. Væl hevur hepnast, og leisturin millum ætlan, rødd, tøkni og lurtara er lagdur. Og so er bara eftir at fínkemba allar hinar útvarpssendingarnar. Tó, eg skal ikki gloyma góðu prátsendingina S, P ella K og so tann veruleika, at Dagur og Vika gjørdi eina ungdómsmerkta roynd við Skype til Bretlands undan valinum har. Men í aðrar mátar er eingin heild, skrá ella ætlan viðvíkjandi ungdómi og so slettis ikki viðvíkjandi nýggjum samskiftismiðlum.
Hyggið bara eftir hvussu seint heimasíðurnar hjá bløðunum verða dagførdar. Gamla pappírsavísin tykist verða vorðin mylnusteinur hjá nýggju tøknini, sum hvønn dag bíðar eftir pappírs-deadline.
Men Vágaportalurin, hann kann saktans. Hann hevur ikki pappírið sum mylnustein um hálsin. Hann er ein fríur fuglur í cyberspace. Tí er hann altíð fyrstur. Kanska er hann framtíðar punkarin, ið hevur møtt afturlítandi gubbanum, sum í Quadrophenia.
Birgir Kruse
birk@email.fo
Miðlateigurin
Sosialurin 2. juni 2010