Í øllum New York meldrinum er einki sum ein fríløta frammafyri einum av málningunum hjá Jackson Pollock á Museum of Modern Art, MoMa. Sveimandi jazz prikkar, sum standa eftir, tá tú blundar. Hetta er New York. Og so Hallstein framman fyri litríka málninginum hjá Jasper Johns av øllum USA, sum vit júst hava koyrt ígjøgnum. Men allar bestur er málningurin, sum vísir superrealistiska amerikanska mátan at fortelja eina short story um tað stóra í tí lítla. Poetiska, magiska realisman hjá Andrew Wyeth frá 1948 Christina's World. Ætlaði at síggja onkran av málningunum hjá Philip Guston, mest fyri hansara knøppu og fyndugu sitat um egna myndlist og hvat myndlist yvirhøvur er fyri nakað. Havi sæð hann fyrr her, men ikki nú. Spurdi meg fyri hjá trimum vaktum, sum ikki kendu Guston og tí vístu til listfrøðiliga kunningarleiðaran. Hon, ein tilkomin og væl lisin kvinna, visti ikki at svara. Blaðaði upp í innventarlistanum og fann onga mynd av Guston. - Kanska er hann á lagri, hesin Guston, tú nevnir, segði hon og bæð meg koma framvið eina aðra ferð. Eg svølgdi orðini og sá fyri mær heimliga kjakið um listinlærda list og so bara amatørlist. Í Føroyum eru vit ikki verri fyri enn tey á MoMa í New York.