Skip to main content

Tríggir varðar spæla út

Robert Plant, Eric Clapton og Neil Young eru á heystmarknaðinum (pressumyndir)

Hesa ársins tíð fyllast handilshillar við fløgum og bókum. Hetta er heystið eftir langa summarið, nú handilshátíðin, halgu jólini, standa fyri durum.

Havi heft meg við tríggjar varðar á mínari leið, Robert Plant, Eric Clapton og Neil Young, sum allir geva út nýggjar fløgur í hesum døgum.

Í dag eru 30 ár síðani John Bonham doyði. Sonurin hevur spælt trummur og nógvar ætlanir hava verið um aftur at savna Led Zeppelin. Men onkuntið er tað lukkan ikki at fáa tað, ein ynskir sær.


Heldur enn at savna Led Zeppelin, er Robert Plant (f.1948) farin eftir gamla orkesturnavninum Band of Joy, sum um Led Zeppelin aldri var til. Haldi, hetta er besta Led Zeppelin reunion, ein kann hugsa sær. Eingin afturhorvandi nostalgi, men nýskapan, sum hvílir í sær sjálvum.

Bretski Plant hevur aftur verið í Nashville og sett saman eina fragdarfløgu. Ikki so country sum Raising Sand, heldur psykedelisk, so, sum Led Zeppelin kundu havt ljóðað í dag, høvdu teir listarligt frælsi og dirvi, og vóru leysir av gomlu skránni.

Allir sangir eru góðir, so hvørt tú lurtar gjøgnum fløguna. Tá hin seinasti er sungin, Even this shall pass away, eri eg sannførdur um at hetta var hin besti. Úr Persia til Samarkand, sum orðini siga. Og so lærdi eg yrkjaran Theodore Tilton (1835-1907) at kenna. Spæli fløguna umaftur og haldi tá fyrsta sangin Angel Dance hjá Los Lobos vera hin besta. Men so er tað House of Cards hjá Richard og Lindu Thompson, hetta er bara so hugtakandi, at tað gerst ikki betri. Men jú, triðja skering Central Two-O-Nine, sum Plant sjálvur hevur skrivað saman við produsaranum Miller, er beint nú besta boð uppá, hvussu nýggju Led Zeppelin høvdu ljóðað í dag. Nett so. Men hann blívir við at yvirraska, handa grannvaksna plantan frá eini svunnari hasjtíð. Pink Floyd og Coldplay klingandi sangurin Silver Rider er fyrri av tveimum sangum hjá obskura bólkinum Low (2005), sum Plant lyftir fram í ljósið. Hin seinni er Monkey, við einum farra av Daniel Lanios ljóði. Hetta er fantastiskt. Intenst ljóð og turrar útsetingar, sum eg ikki havi hoyrt fyrr. Og so ger hann mín sann aftur eitt saftugt kraftlop til Motown-ljóðið í 60’unum, men her úr New Orleans, You can’t buy my love. Eg trúgvi ikki mínum egnu oyrum. Og tó, næsti sangur er Falling in love again hjá svørtu Kelly Brothers í 1966. Kanska er hetta besti sangur, í hvussu er enn eitt boð uppá teir nýggju Led Zeppelin. Bravo. The Only Sound that Matters, ein hugsaður Tangerine-variantur úr gomlu skránni hjá Led Zeppelin, men stavar frá Milton Mapes í 2003. Skræddarseymað til Plant. Næstur er fólkasangur úr Appalakkufjøllum, Cindy I’ll Marry You Someday, sum kanska er nærmastur Raising Sand. Harm’s Swift Way er seinasta yrking hjá highway nihilistinum Townes van Zandt. Ein tíðarleys, sakral kærleiksjáttan. Og so raka vit hin næstseinasta og kanska sterkasta sangin, Satan, Your Kingdom has to Come Down. Fleiri hava sungið hesa amerikansku fólkavísu frá the big depression, seinast Willie Nelson og nú Robert Plant. Hildin upp móti amerikansku forsetaorðunum um The Axis of Evil, veksur henda einfalda messa seg til hondgrípiliga styrki av eini aðrari verð, og ikki er tað sørt at orðini This Machine Kills Facists á gittaranum hjá Woody Guthrie standa meitlaði í veggin, the wall of sound, as defined by Robert Plant. Jú, hetta er eitt Band of Joy. Ovast á ynskilistanum stendur nú ein konsert við Robert Plant.


Hinar báðar fløgurnar, tær við Eric Clapton og Neil Young, standa ikki so sterkar, sum tulkingar Plants.

Eric Clapton (f.1945), sum hevur 19 fløgur á baki, sigur, at hann brýggjar seg ikki um tónleikin hjá teim ungu, men leitar altíð til teir gomlu. ‘Hvat høvdu teir gomlu sagt’ sum Svenning plagdi at siga á Eysturskúlanum. Í sama anda sigur Clapton: 'I never liked young kids' music. I like old people’s music. When I look for what I’m going to listen to, I go backwards. Most people are trying to figure out, 'How do I get in the fast lane, going that way?' I’m going in the other direction - I want to find the oldest thing to do.'


Við respekt fyri handverki og teim gomlu, hevur Clapton sett saman nakrar nýggjar og fleiri gamlar sangir, sum vit kenna frá Irving Berlin, Fats Waller, Johnny Mercer og Hoagy Carmichael. Clapton, sum er bæði Slowhand og God, gevur hvørjum sangi eitt Midas-touch, sum eingin annar dugir. So, hetta er ikki bara singa-a-longs sum hjá standard croonarum. Besti sangur er tó Daimonds from the Rain, sum er rein Clapton nostalgi frá fyrst í 1970’unum við grátsyngjandi gittara, kóri og skúmmandi Hammond. River Runs Deep við J.J. Cale er leiðiliga tannleysur, meðan How Deep is the Ocen er spennandi einfaldur við Wynton Marsalis á trompet.


Neil Young (f.1945) gevur út eina sjáldsama fløgu, hann nevnir Le Noise. Gamaní sipar navnið til larm, men vísir fyrst og fremst til ljóðmannin Daniel Lanois, sum hevur boðið Neil Young heim í studio í Los Angeles. Nætur við fullmána, øll hava eina nevrosu, hevur Neil Young sitið einsamallur og spælt á ein nýbygdan gittara hjá Lanois. Eingin annar og einki annað. Burturúr eru komnir 8 nýggir sangir, sum Lanois hevur lagt og lagað, so helvtin av gittaranum stundum liggur í vinstra borði og so í høgra, vundnir og snaraðir. Ljóðið hevur eina sjáldsama fyllu frá tí djúpasta baryton streingjaljóði, sum í Twin Peaks, og so við teim ljósastu akustisku streingjaljóðum, uttan reinging, hvørki í ljóði ella fasu. Og so verður alt rent á høvdið í eina kolasvarta bikspann av ljóði, Angry World, sum eg ikki orki. Mótspælið er veika røddin hjá gamla Neil Young. Serliga tá hann í Hitchhiker reksar upp øll tey rúsevni hann hevur brúkt gjøgnum turbulenta lívið. Løgið og larmandi. Men røddin hjá hesum gamla manni er so eyðkend, at ynski um ein góðan sang er ófrávíkiligt. Jólagávuynskið verður hvørki uppfylt ella eftirlíkað. Bara í tveimum sangum kann eg finna aftur hin góða gamla Neil Young. Tað er í sangunum Love and War og Peaceful Valley Boulevard. Ljóðið og tøknin eru framúr, men orðini eru so patetisk og einkisigandi, at her gerst einki. Hendan royndin hjá Neil Young fer Hey, hey, my my, Into the Dark.