Plakatin og mynd av Facebook profilinum hjá verkætlanini Jesus Christ Superstar. Sangleikurin byggir á kendasta tekstin í vesturlendskari mentan. Í so máta eru vit 'vælsignaði' við tveimum bíbliutýðingum og hópin av sang- og sálmabókum (Myndir: Facebook og Birgir Kruse)
Fríggjakvøldið frumframførdi Rytmiska Kórið í Hoydølum sangleikin Jesus Christ Superstar í Norðurlandahúsinum undir leiðslu av Anfinni Heinesen. Kvøldið eftir sá eg leikin saman við starvsfólkum á Arbeiðsloysisskipanini.
Innan sýningina skiftu vit orð um bókmentunarliga hugtakið tulkingarfelagsskapur, sum er semiotiskt ástøðið hjá Stanley Fish frá 1976 um tekst, sum gamaní eigur orð, men er einki uttan tann felagsskap, ið gevur meining úti millum fólk. Bíblian man vera størsti tulkingarfelagsskapur hjá okkum, tað veri seg í tónleiki, myndlist, ella bókmentum.
Upprunaligu plátuhúsarnar frá 1970 og 1973 hevði eg lánt frá Peturi Rouch, Anniku Sølvará og Hallsteini Sigurðsson. Onkrar átti eg sjálvur. Samtíðarmiðlarnir vóru ikki blíðir við plátuna, tá hon kom út í 1970. Hvørki Village Voice ella Rolling Stone høvdu nakað gott at siga um plátuna. Tó fekk filmurin hjá Norman Jewison frá 1973 góð ummæli.
Afturvið einum góðum bita á Arbeiðsloysisskipanini, hoyrdu og lósu vit tveir sangir, Hosanna og Pilate's Dream. So varð farið niðan í Norðurlandahúsið at síggja leikin í føroyskari týðing hjá Gunnari Hoydal.
Ljóskastararnir tóku yvir og skaptu eitt rúm, sum lat upp og aftur - onkuntíð við krossmyndum á gólvi og veggi - samstundis sum skift varð millum klárar litir, reyðar og bláar. Tónleikur spældi frá fyrstu løtu og eg helt fyri vist at hann var spældur inn fyrr og nú tikin fram á teldu sum playback, so reinur og rættur var hann, serliga trummurnar. Men so varnaðist eg skuggan av svingandi armum og sá ein farra av dukandi hondum til høgru fyri pallin, undir svalanum, hálvavegna inni í goymsluni í Norðurlandahúsinum. Eg toygdi meg so langt eg rakk og kundi hóma eitt heilt orkestur, sum spældi live aftur við leikinum og beint út til fólk. Hvussu orkestrið kundi síggja leikin og hvør annan var mær ein gáta. Men tað ljóðaði so væl, at eg vildi ynskt mær eina lítla, men greiða ábending um at orkestrið alla tíðina var til.
Eins og originala LP plátan í 1970 er leikurin skiftur í tveir partar à 50 minuttir við ávikavist 13 og 15 sangum.
Fyrri partur var nakað stillari og ikki so sprelskur sum hin seinni. Judas (Terji Giovanni Djurhuus) er fyrsti solistur á pallinum. Hann hevur ein stóran og krevjandi leiklut, sum hann í allar mátar fyllir væl í hesum karmi. Tó eru nakrar strofur frá uppruna so skrálandi, at røddin ikki kann annað enn fara yvir stýr. Hetta er rokktónleikur, blivin til eftir Woodstock og ungdómsuppreistur. Tað hoyrist og skal hoyrast.
Jesus (Páll Brim Joensen) er næstur á pallin, saman við apostlum og Mariu (Birita Adela Davidsen). Hann ljósur og skarur, hon soulmettað til fingraspíssarnar. Hóast leikurin er flipputur í tátíðarinnar rætta anda og onkur í kórinum eru í so peppað, hava teir tríggir høvuðsleikararnir nú lagt eitt so høgt støði, at tað ikki kann berast saman við nakran leik av hesum slagi, eg havi sæð herheima.
Men so koma enn fleiri leikarar, sum bjóða enn hægri, hvør eftir annan. Toppurin er helst Heródes (Mike Viderø), ið er so egin, at hann skapar sítt egna, stílsikra show mitt í øðrum parti. Og so eru tað kvinnurnar í mannligu leiklutunum, Pilatus (Durita Djurhuus), Símun Selotes (Astrið Gullborgardóttir) og Annas (Sissal Grakarisdóttir Magnussen).
Pilatus syngur um dreymin, yndisligt og beint eftir bókini. Mín yndissangur. Í øðrum parti er hon tilknappað í svørtum leðri, sum Hunulven Ilse, trampandi oman trappurnar, samstundis sum hon hevur lyriskar flættir um ennið sum ukrainska Julia Tymoshenko. Afturvið sterku røddini er gongulagið í skørpum fokus, hóast hon stingur krúllandi frasur inn í sangin, til hon stendur niðri á pallinum. Hetta er fantastiskt.
Sangleikurin ferðast víða, bæði í tíð og rúmi. Eina løtu koma løgrelumenn við kniplum oman millum áskoðararnar, so eru vit á sadomasokistiskum náttklubba við nógvum berum ungmoyarnalvum og Heródes rullar inn í rullustóli at freista Jesus. Besta tekniska senu-samanrenningin, har allir lutir savnast eina løtu, er í byrjanini á øðrum parti, tá leikstjórin sjálvur kemur inn á gólvið við kamera og alt sæst upp á veggin.
Sterkasta pallmyndin er í endanum. Jesus er krossfestur og alt verður myrkt. Men í myrkrinum hoyra vit eina ketu loysna og hóma Jesus stíga av krossinum. Ljós, og berur krossur. Einfalt og tó sterkasta ímynd í okkara tulkingarfelagsskapi. So er liðugt og øll koma fram fyri áskoðaran. Leikarar, sangarar og tónleikarar. Eitt fantastiskt avrik.
Umframt nú- og fyrrverandi studentaskúlanæmingar, eru tað næmingar og lærarar av Tekniska skúla og Tórshavnar musikkskúla, ið hava skapt hetta tiltak. Uttanfyri høllina síggjast myndir frá fyrireikingunum, sum eisini hava verið stuttligar og hugvekjandi, skilst. Saman við sjónvarpsfilminum úr Rumenia vísir Tekniski skúli eitt nýtt og viðkomandi andlit. Gott, at skúlafólk hugsa í verkætlanum sum hesari. Umframt at vera bundin av lógum og rundskrivum, skal tað eisini geva meining fyri hin einstaka næmingin at ganga í skúla. Hesi bæði nevndu átøkini kasta nýtt ljós á meiningsfylta føroyska skúlasøgu.
Einasta eg saknaði, og tað við reyðum lærarapenni, var teksturin. Í okkara bíbilskt funderaðu og bókstavatrúgvu mentan vil eg hava tekstin við hondina. Teksturin og tað, sum stendur á prenti í skránni, átti at verið sett á heimasíðuna hjá Norðurlandahúsinum og teim medvirkandi skúlunum.