Merchant City í Glasgow, italsk tunga til døgurða, gamla hotellið St. Enoch, Gundur og Dávur spæla trombon heima hjá Dáva, Dávur og tveir aðrir trombonleikarar í lýsing hjá fronsku verksmiðjuni, Antoine Courtious, ið ger hornini (Myndir: Birgir Kruse og reklama)
Í dag komu vit, Gundur og eg, til Glasgow. Í morgin skulu vit hitta tey, sum gera kort á forlagnum Harper Collins, ið eru heimsins fremstu á hesum øki. The world's leading mapmakers, sum tey siga. Henda frídagin hittu vit Dáva Juul Magnussen, sum á fimta ári lesur tónleik á Royal Scottish Academy of Music and Drama. Hann greiddi okkum frá um býin og ymsu økini, millum annað italska býarpartin, har vit ótu døgurða á The Italian Café. Seinni gingu vit gjøgnum miðbýin og - voilà - kendi eg meg aftur við hotellið, vit búðu á í 1995. Tá var framsíðan meira prangandi. Í dag er húsið herberg fyri heimleys, nevnt St. Enoch Hotel. Vegg um vegg, í sama blokki, býr Dávur í snøggari íbúð við útsýni til Clyde ánna. Dávur, sum í 2008 fekk starv sum principal, tað er hin fyrsti, trombonleikari í skotska symfoniorkestrinum The Royal Scottish National Orchestra, eigur hópin av blásiinstrumentum, sum Gundur og hann royndu. Teir báðir hava í mong ár spælt saman í Havnar Hornorkestri. Afturvið altskyns tónleiki, frá Kingo og Mussorgsky til Emerson, Lake & Palmer, varð hetta ein sjáldsama huganlig løta heima hjá Dáva, tøkk fái Spotify á telduni. Hetta er ein frálíkur tónleikabýur. Sama heldur UNESCO, ið sigur at Glasgow er City of Music.