Colin Firth er George VI í filminum The King's Speech
Hóskvøldið var eg til frumsýning í Havnar Bio, har tey sýndu Oscar virðislønta filmin The King’s Speech, sum fer innar í bretska kongshúsið og byggir á veruligar hendingar.
Elizabeth II drotning, drotningamóðurin, segði í jólataluni í 1992 at árið hevði verið eitt annus horriblis, har pør fóru hvør til sítt og pressan lá eftir øllum. Og enn hevði Diana prinsessa av Wales fimm ár eftir at liva. Sigst, at drotningamóðurin skal hava forða fyri at henda søga bleiv til film og setti kongshúsið í enn verri ljós. Men so varð ikki. Filmurin bleiv til og bretska kongshúsið er helst komið styrkt úr støðuni. Tí søgan er góð og alment viðkomandi.
Í filminum hoyra vit um eitt annus horriblis, sum fór fram handan læstar bretskar kongsdyr undan seinna verðaldarbardaga. George V doyr í 1936 og sonurin Edward VIII tekur við. Men hann sigur kongsheitið frá sær longu innan árið er úti, tí hann vil ganga í hjúnalag við Wallis Simpson, ið verður lýst sum lættlivandi amerikansk veitslukona.
Innvendi og forsmáddi George VI (1895-1952), ið er so ómetaliga tungur fyri málinum, gerst púra óvæntað kongur í bretska heimsveldinum. Pápin, George V, hevði í 1932 lagt lunnar undir árligu útvarpstaluna fyri bretska fólkinum, burturi og heima. Nú eru góð ráð dýr og í loyndum fer kongur, meistarliga myndaður av Colin Firth, á taluskeið hjá avstralska Lionel Logue, eins meistarliga leiktur av Geoffrey Rush.
Tað er í hesum einfalda samspæli millum lærara og næming at filmurin The King’s Speech hevur sína styrka og gerst so alment viðkomandi, at hann kann fáa grót at ryða oman.
Og Derk Jacobi er ein fragd at síggja í leiklutinum sum vælmæltur erkibiskuppur. Helst ein siping aftur til stamandi leiklutin sum gløggi eygleiðarin í sjónvarpsrøðini I, Claudius í 70'unum.
Karmar sum pallseting og klipping í King's Speech fáa meg at hugsa um gomlu widescreenfilmarnar, sum plagdu at enda í uppgerð millum hetju og devul í einum final shoot out. Hesar scenur vóru so breiðar at tær passaðu ikki á sjónvarpsskíggjan, tá video kom fram í 80’unum. Tí fóru tey í Hollywood at klippa breiðscenurnar burtur, so tær vóru fylgjandi nærklipp, andlit til andlit, revolvara til revolvara. Sum at seta avrættarahøvulin á Ingálv, bara tí hann ikki passaði á veggin yvir sofuni.
Fyri fyrstu ferð havi eg sæð hesa avskornu frásøguhevd virka á filmi. Og hon riggar, so tað syngur eftirí. Trongdi kongurin verður skvisaður til vinstru, meðan lærarin stendur sterkur til høgru í næstu mynd. Sjálvandi er endamálið at teir at enda skifta pláss. Og so er søgan úti. Einfalt og effektivt. Og so spældi tað kanska við í mínari fatan av nýggja kongafilminum, at løgmaður sat tvey røð frammanfyri í myrkrinum. Hann hevur lært hatta einfalda, sum stamandi bretski kongurin eisini lærdi – at trýna fyri fólki og bera fram eina virðiliga nýggjársrøðu. Og tað er ikki sum at siga tað.