Útsýni havi eg aldri knýtt at tannlæknastovum. Í hvussu er ikki úr mínum sjónarhorni. Tað er mest sum øvut. Har er hvítt og eindimensjonalt. Men í dag varð annarleiðis.
Meðan eg skuldi bíða at sleppa í svarta stólin, opnaði Eyvør Patursson hurðina út á svalan og setti ein reyðan stól í sólina á Berjabrekku við fríum útsýni oman yvir Havnina úr einum sjáldsama grønum sjónarhorni. Og beint fyri framman hómast gøtan, sum hin frægasti klummuskrivarin, Høgni Djurhuus, plagar at nýta sum snúningsás fyri lívsins stóru spurdómum, tá hann fer til arbeiðis fyri tað almenna við Vikuskiftissosialinum í høvdinum. Mitt í býnum og tó so langt frá. Ein grønur Havnarlummi.
Fyrstu ferð eg sat í tannlæknastólinum hjá Eyvør var í oktober fyrrárið. Eftir ein túr í Reykjavík hevði eg brotið mær ein jaksil, tá eg dyppaði fransbreyð í fiskasúpan á Dillon Bar á Laugavegnum. Troyttur og broyskin, var tími hans komin. Jaksilsins tími. Eins og vinmaðurin, ein svorin sosialdemokratur úr Havn, sum beit í eina kókaða pylsu á Sergelgatan í Stockholm og misti framtonnina. Tími hans var komin. Soleiðis kunnu ytru umstøðurnar koma óvart á ein. Rætt sum á svalanum hjá Eyvør í dag.