Skip to main content

Í fínustovu hjá Steinbeck


Í dag ótu vit miðmála, lunch, í fínustovu hjá John Steinbeck (1902-1968) og teimum í Salinas. Toni Bernardi, eina av kvinnuligu voluntørunum, borðreiddi og avroknaði í hond, undir myndini av patriarkinum, John Ernest Steinbeck, uppi til vinstru í baksýni.


Innan høvdu vit koyrt gjøgnum heimsins grønmetisdal, valley of the world, og skoðað meksikanarar, menn og kvinnur, í øllum aldri standa við endanum hægst, akkurát sum tá Steinbeck skrivaði fyrstu journalistisku avrik. At síggja til er støðan einki broytt, hóast nærum øld er liðin. Tá vórðu skriftir Steinbecks brendar á báli, tí hann var skýrdur kommunist, men í dag er hann fremsta vørumerki, brand, fyri alt økið, úr Salinas til Monterey.


Omanfyri er standmynd av Steinbeck á Cannery Row í Salinas. Soleiðis tosa pengar, serliga dollars, sítt heilt seregna mál, hóast Steinbeck lítið ávirkaður altíð dyrkaði skrivaða orðið í einum og øllum.



Í hesi stovu var hann føddur og hiðani rýmdi hann seytjan ára gamal. Leslie Ernest vísir okkum runt og greiðir frá. Niðanfyri er eldstaðurin í stovuni.


Í dag er miðhæddini matstova, har kvinnuligir volunteers, sum Toni og Leslie, starvast á middegi og í kjallaranum seinrapartar at selja minnislutir. Á trappuni standa Terje og Birgir og skoða veðrið í kaliforniska flógvanum.


Besti staður at læra um Steinbeck og bókmentir hansara er tó á The National Steinbeck Museum tvær gøtur longur niðri í býnum. Tríggjar ferðir hava vit vitja har, og hvørja fer er tað ein nýggj uppliving at læra um Steinbeck og kor verkamanna í hesum fruktagóða dali, The Valley of the World.



Omanfyri hugleiðir Steinbeck um hebráiska hugtakið timshel, á enskum thou mayest, í skrivi til forleggjaran Pascal Covici. Skrivið, sum er í sambandi við East of Eden (1952), legði hann inni í útskornan kassa, hann sjálvur gjørdi. Niðanfyri er eitt hugvekjandi bókasitat frá Steinbeck til ein vin í 1958: 'Bókin er eitt av teim fáu gandakynstrum, mannaættin hevur skapt. Tað verða aldri ov nógvar bøkur'.


At enda lata vit eitt sitat frá Steinbeck, tá hann ferðast í bili við hundinum Charley, verða standandi: 'Ein ferð er sum ein persónur í sjálvum sær, tí eingin er líka. Eftir mong stríggin ár, koma vit til ta niðurstøðu, at tað eru ikki vit, sum fara á ferð, men ferðin, sum fer við okkum'.