Skip to main content

Gongutúrur skírisdag 2012


Í ellivu ár hava grannarnir í Tórsbyrgi, Jón og Augusta, skipa fyri gongutúri skírisdag. Um hálvthundrað fólk plaga at møtast at ganga ein túr í Suðurstreymi, og út á seinrapartin bjóða tey bæði súpan og felagssang heima í Tórsbyrgi 28. Í ár vóru vit 45 gongufólk, sum møttust skírisdag klokkan tíggju undir Skeiðsskarði við Oyggjarvegin. Frammanfyri er Mannfalsdagur, Ritufelshálsur og Ritufelli innan vit koma niður í dalin við Kaldbaksvøtnunum, Stóravatni og Brúnavatni. Tað er stilli og turt, men nakað køli, tó ikki frost. Nýggjastu tilflytarar í Tórsbyrgi eru Benjamin og Eyðun.


Kári Árting, sum hevur Rit & Rák í SMS, er fyrstu ferð við á gongutúrinum. Vit fingu eitt gott prát, ikki bara um bøkur og bókasølu, men eisini um at standa á skí í 3000 metra hædd og strúka av stað við 100 km ferð oman eftir ørandi eysturríkskum líðum. Til høgru er Andrass Mortensen, sum nú er leiðari á Søvnum Landsins.


Undir Ritufelshálsi er fossurin frystur og Hans Mikkelsen og Høgni Mohr loysa nakrar trivaligar glerpípur frá klettinum. Hóast kalt, eru børnini, bæði dreingir og gentur, fegin og bara glerpípurnar langan veg.


Í baksýni á myndini omanfyri hómast Dyllan yvir Kollafirði. Uppi á sløttum sæst hvussu frosturin hevur lagt steinar og smágrús fram eftir lendinum, sum var tað Guds stóri skervknúsari og sandstroyari. Longur upp greiðir Lis Mortensen frá um lendið og ymsu steinsløgini, sum skapa serlig mynstur. Øll lurta við áhuga, Torgun Kragesteen, Herluf Lutzen - og hundurin.


So eru stundir til fyrsta matarsteðg. Tað er grátt og samandrigið, men turt. Øll hava matpakka við, matarlysturin er góður burturi í haga og nógv er at práta um.


Majbritt Mohr í reyðum jakka í miðjuni, skiftir orð við Herluf Lutzen, longst til vinstru, Dánjal Højgaard og Høgna Mohr, sum stendur og er í grønari húgvu. Á niðaru myndini eru tað Petra Iversen í feldi og Rúna á Heygum við nýggjum hárliti, sum hava sett seg burturfrá at eta. Øll fólk við markantum meiningum um dagsins viðurskifti.



So ganga vit víðari, styrkt og vónrík, serliga í vónini um at finna ein kneysa ella eina lagd til eina felagsmynd, har øll eru við.


Ljósið er skiftandi og er sum ein symfoni í sjálvum sær. Ein gandaferð í óbygdum, har tað kenda bráddliga sprettir og spríkir úr mjørkanum. Á ljóðsporinum skírisdag: Onnur symfoni hjá Gustav Mahler.


So eru stundir at taka felagsmyndina, skírisdag 2012. Sjúrður Skaale og sonurin eru við í gongubólkinum hjá Felagnum Tórshavn. Tey eru 39 fólk, sum ganga sama túr sum vit. Vit eru 45 í okkara bólki og heita á Sjúrð at verða myndamann eina løtu. Tað er gamaní.


Eftir felagsmyndina ganga vit um hálsin og niður í dalin, har Tíggjará rennir seg í bugum aftur og fram oman móti bygdini og stoytir seg fossandi omanav við Kaldbaksvegin. Í djúpa og víða dalinum undir okkum eru nógv vøtn, Kaldbaksvøtnini, nevndi onkur tey undir einum. Turið Joensen gongur undan við reyðum ryggsekki og gulari húgvu.


Við ánna, niðri í dalinum, kynda vit bál úr træsprekum, sum vit hava við. Dreingirnir telgja og teir, ið hava borið glerpípur um allan dalin, eru vátir og kaldir. Tá er gott at hita seg við eldin.


Matpakkarnir eru ymsir, bæði í innihaldi og vavi. Her er tað Torgun, sum á áarbakkanum hevur borðreitt við grind, sum er turkað í Mortanstovubrekku, og spiki, sum er turrsaltað á Argjaboða.


Størru dreingirnar fegnast við bálið, nú Elefanturin er komin afturíaftur. Herluf og Jón siga skál og tosið gongur lystiliga um Veru Kattrup og tíðina við FF, Dortmundara, Giraffi og Elefanti. Allir stórir dreingir omanfyri fimmti mintust telefonnummarið hjá Veru, har Nancy úr Svanga, plagdi at svara og taka móti ordrum. Umframt gamlar kenningar, varð eisini høvi at smakka nýtt bryggj, so sum Okkara Trónd, meðan Petur skeinkir ein Gammel Dansk í baksýni.


Gongubólkurin hjá Kunningarstovuni í Havn kemur framvið og ferðaleiðarin, Kjartan Kristiansen við fjallstavi, fær sær eitt prát um gøtur og varðar.


So daga Sandvíkarhjalli og Nólsoyggin undan. Vit ganga eftir vegnum oman móti bygdin, har vælhildnir varðar síggjast allan vegin.


Niðri í bygdini steðga vit við ein stein, sum onkur vil vera við er íbygdur. Børnini skulu beint uppá steinin.


Í kirkjugarðinum í Kaldbak er ein sjáldsamur gravsteinur. Tað er steinurin yvir Andrias M. Reinert (1855-1935), sum var úr Norðradali og vildi verða grivin á Norðradalsskari. Myndugleikarnir sýttu og tí er hann grivin í Kaldbak við hesari áskrift:

Á Norðradalsskari
hann vildi ligið
forðaði bureaukratiið
- hvíl í friði -

Visti ikki, at tað bar til at ríma uppá bureaukratiið. Men her sæst tað so, meitlað í stein.



Er gravsteinurin omanfyri sjáldsamur, so er ein garður kring eini hús longur úti í bygdini tað ikki minni. Kring húsini, sum eru dygst við vegin, eru dukkur og postalín sett í garðin í fleiri vælskipaðum røðum við einum listarligum hegni av kitsch slagnum. Kitchen kitsch kundi vit kanska sagt. Hugvekjandi sjáldsamt og ein góður endi á gongutúrinum skírisdag 2012, innan vit møtast til súpan og breyð heima hjá Jón og Augustu í Tórsbyrgi 28. Takk fyri hesuferð, vit ganga aftur næsta ár.