Skip to main content

Sól í Tórsbyrgi



So kom hiti í luftina og fyrsti morgunmatur er etin á terassuni í Tórsbyrgi. Men kalt er í skugganum og enn liggur kavin langt oman í fjøllini norðanfyri. Spurningurin er, hvat mann skal fáa sær uppá morgunbreyðið úr Mylnuni. Vøkru rósurnar eru frá Hanusi.


Jens Petur hevur gjørt sær eitt avbera vakurt drívhús, ið er sum skræddarseymað til umhvørvið. Men tað er ikki eitt liðugt keypt modell, sum er klárt at seta upp. Nei, hetta eru gluggarnir úr læknahúsunum hjá doktor Magnussen við Hvítanesvegin, omanfyri tuberklasanatoriið, sum lat upp í 1908. Tað vóru kommunulæknarnir í Havn, sum høvdu umsjón við sjúklingunum, fyrst doktor Lynge og frá 1936 Vilhelm Magnussen, sum varð borin í heim í Saksun í 1904. Heimasíðan hjá Apotekinum sigur, at tólv ára gamal varð hann sendur til Havnar á realskúla, síðan til Sorø á studentaskúla og læknaprógv fekk hann í 1929. Í 1961 flutti tuberkladeildin í smærri hølir í barakkini við Landssjúkrahúsið og bygningarnir í Hoydølum gjørdust ein partur av Føroya Studentaskúla. Sjálvur búði eg á dreingjakostdeildini í 1975 og fram.


Hóast kavin enn sæst norðuri í Sundalagnum, er summarljósið komið. Morgunsólin bakar og út á kvøldið sæst Norðlýsið sigla framvið í vesturskininum, meðan fyrstu kampingvognarnir gera klárt til lýkkuna og summarsliga útsýnið. Eins og sól var góð fyri hundrað árum síðani, er hon tað enn.