Freistandi er at siga úr mjørkanum í ljósið, men tað ljóðar, sum var tað skrivað á gravstein, ella tikið úr einum svørtum jarðarferðarsálmi, so tað siga vit ikki henda slavna dag við toku eftir øllum Oyggjarvegnum og ikki minni í Havnini, ið enn eina ferð er sum skræddarseymað til hymnofonplátuna hjá Sangbrøðrum, ið á sinni kvóðu um Tá ið tokan lættir av. Ikki fyrr enn í Sundalagnum sleyt í.
Fyrst steðgaðu vit við Hvalastøðina við Áir, har tveir arbeiðsmenn bøta um hølini, so alt ikki forferst. Støðin við Áir er ein av teim sjey stórhvalastøðunum, sum hava verið í landinum, telja vit ikki døglingastøðina Betzy í Havn við. Við nøkrum slitum var virksemi við Áir frá 1905 til 1984. Hans Jákup Joensen, Eiðis Hansjakku, var eigari frá 1936 til 1951 og aftur frá 1962 til 1969, so her arbeiddu nógvir Eiðismenn. Á Gjánoyri var hvalastøð frá 1894 til 1924 við nøvnum sum Urd, Emma og Skuld. Í dag er útsýnið annarleiðis.
Uppi á turrum á hesum vakra og søguliga stað hevur í langa tíð ligið eitt havgangandi alibrúk. Vegur er gjørdur uttan um hetta løgna skepilsi, ið hevur gjørt landgongd, og uttan um sær ikki tespiligari út. Moldrúgvur, sum ein broyt skumpar aftur og fram, og so undarligar marglittar tekniskar innstallasjónir, ið rekast í hesum mánalandslagi við turrløgdum áum, og mitt í tí heila er eitt risastórt leguhús, har børn sleppa at fagna summarinum. Frálíkt. Men yvirskipað er økið um at ganga av verðini av berari íverksetan. Sans fyri náttúru hava teir tó ikki, íverksetararnir í Sundalagnum. Og enn eri eg ikki komin yvir at tey hava grivið Hólman upp norðuri á Eiði.
Men nú siga tey at kommunuval verður í heyst, og ikki er vist at politisk semja verður um at gera fótbóltsvøll niðri í Hólmanum kortini, tíansheldur kampingpláss niðri á Møl. - Hvat skulu vit so gera við Margáir og samstarvið millum EB og Streym, um nýggjur vøllur verður gjørdur niðri í Hólma? Ikki eru allar súður syftar, nú sólin skýnir á Hólman, Skínindaklett og alla bygdina.
Hesu megin síggja vit útsýnið hjá listakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir, sum hevur boðið okkum innar í ateliérið undir Hvítakletti. Slættaratindur sæst aftanfyri antennuna hjá Loranstøðini og fremst fyri er niðasti partur av Skínindagili. Út úr norðurvendu hurðini er hetta klassiska útsýnið:
Sigrun, sum júst sýnir fram í Danmark og í Norðurlandahúsinum, bjóðar kaffi og greiðir frá um nýggj verk, eitt nú grikska hugtakið Kairos, ið merkir rætta løtan. - Og tá hon er, rætta løtan, fari eg at seta henda bátin á húsaveggin. Hetta var fyrsti bátur, sum Símun Johan Wolles smíðaði og hann var til pápa.
Sigrun hevur sýnt fram í mongum londum, eitt nú Japan, sum sæst á vegginum í rúmliga ateliérinum, har hon fyrstu ferð sýndi fram alment á hvítusunnu í 2010, tá ikki færr enn 250 fólk møttu.
Á vegginum sæst eisini ein inspiratiónskelda úr barndómsheiminum yviri í Gjógv, eingilin, sum er hjá børnunum, og so álmanakkin Ráðgevari mín. - Tá vit vóru í Eysturgrønlandi í 1999, sá eg somu myndina við einglinum og børnunum aftur í flestu heimum har og kendi meg setta fjøruti ár aftur í tíð, sigur Sigrun, sum brúkar nógv átrúnaðarlig symbol í myndlistini.
Millum myndlistaverkini uppi í Kolli stendur staffeliið hjá abbanum, Niels Kruse (1871-1953), fyrsta føroyska listamálara, og talar sína egnu stillu søgu. Kanska er hetta okkara kairos.
Í Gjáar kirkju hevur Niels Kruse málað altartalvuna sama árið, sum hon varð vígd, í 1929. Tað var fyrstu ferð, at øll kirkjuvígslan fór fram á móðurmálinum. Myndaevnið, ið er úr Halgubók, sýnir ein føroyskan bát, sum rør innan úr Djúpunum til lands, har ein av bátsmanningini fer ímóti Jesusi, ið kemur gangandi á sjónum til teirra.
Listamaðurin Niels Andreas Kruse, abbi Sigrun, er grivin á Eiði. Um miðjan juni í 1953 var ein óður tarvur komin oman í bygdina, tí onkur hevði gloymt at steingja portrið. Niðanfyri býlingin uppi í Króki kom Niels á hansara leið og so illa vildi til, at tarvurin stangaði Niels og syfti hann upp í loft so hann doyði.
Uppi á Vombini er Eiðisskarð, ið er mark millum Eiðis- og Funningshaga. Har plaga tey at seta bilin, ganga um hegnið og niðan á Slættaratind. Men her er so tjúkt í dag at einki sæst.
Vit koyra víðari til Gjáar og fyrsta vit síggja, við Djúpunum og Kalsoynni í baksýni, er at tey hoyggja í besta summarveðri.
Heilt nýtt og fagurt útsýni eru nýggju summarhúsini, tey byggja við Gjógv í hesum døgum. Ein ætlan og eitt avrik, sum veruliga er eitt prýði fyri bygdina. Her síggjast hvørki fyrisitingarligar ella handverksligar ónollir av tí ótrivaliga slagnum, sum eru so ovurhonds sjónskar í Sundalagnum, og sum forkoma øllum estetikki á bygd í Føroyum. Hetta er væl frágingið og ein fragd fyri eygað eins og framtíðar trivnað.
So slepst ikki longur og vit venda til Funnings, har sólin stavar beint á bygdina, niðanvert italsku hárnálasvingini.
Trækirkjan frá 1847, við lágari grund, tjøraðum klædningi, hvítum vindeygum og flagtekju, er eins og hon í Porkeri, prototypan tá umræður gomlu føroysku bygdakirkjuna. Í dag skygdi Funnings kirkja í sólini meðan ælabogin hómaðist móti Elduvíkarlandinum úti á Funningsfirði.
Niðri á støðnu sást eitt ternupar.
Og í bygdini sóust alternativir bústaðarmøguleikar, sum kampingvognar við hundi í túninum, og í bygdini annars sóust høgu fjøllini í hvørjum skoti.
So er nátturatíð og vit koyra suður gjøgnum Funningsfjørð og Eysturoyartunnilin. Meðan søgur um tilbúgving ganga í Útvarpinum, leggja vit til merkis at í Eysturoyartunnilinum stendur at kringvarpið eitir FM, í Leynartunnlinum eitir tað P1, í Vágatunnlinum eitir tað ÚF og í Kollfjarðartunnlinum slett einki. Margháttlig skelting. Men vónandi verða vit ikki innistongd í tunnlum av teirri orsøk. Framhaldandi gott summar í góðum landi!