Skip to main content

Ein kommuna



Tað er bara ein kommuna í landinum, sum virkar. Tað er bara ein kommuna, sum vit hava tørv á. Tað er bara ein kommuna, ið kann binda saman tað sundurlyndið, sum liggur so natúrliga til føroyingin, at sjálvt Hans Andrias yrkti um tað til ein og hvønn føroying at sáa illgresi í. Tað kom mær til hugs, tá eg í morgun læs tíðindini. Nú hevur henda undangongukommunan játtað stuðul til ljóðbøkur. Nær hevur nøkur onnur kommuna kent sær tílíkar áneyðir? Kanska búgva eingi fólk í teirra kommunum, sum hava ljóðbøkur fyri neyðini. Sama kommuna hýsir Føroya størsta skúla fyri fólki í øllum alduri, og sær eisini til at landsins tjóðpallur fær innivist. Ikki eru tað tíðarhóskandi høli, men tey eru so har, hølini til Tjóðpallin. Sama kommuna hevur eisini heiðurin, eina og áleina, fyri at Klippfisk er til. Henda kommuna hevur altíð latið lendi til skilagott virksemi, so sum útlendskt fíggjaðar mentanarstovnar, tann størsta í landinum, og kommunan letur aftur lendi til ætlaða skúlan, sum skal samantvinna tríggjar skúlaskipanir, øllum til gagns. Men so er tað øll hini plássini. Har, sum løgtingsmenn og -kvinnur eru vald og annars arbeiða fyri lokala løn afturat løgtingslønini og nevndarsessum á Tinghúsvøllinum. Fjálgt er at vera smábýttur, bæði so og so. Tá kann eingin dragast til ansvars, tí einki hendir, tá øll draga hvør í sína ætt. Helst er tað kjarnin í føroyskari politiskari teori. Lat øll draga, aldrin í felag, tí hendir júst tað vit øll ynskja - einki. Og prædika so ambivalens fyri restina. Tað er bara ein kommuna í landinum, sum virkar. Tað er bara ein kommuna, sum vit hava tørv á. Tað er bara ein kommuna, ið kann binda saman tað sundurlyndið, sum natúrliga liggur til føroyingin og sum so lætt er at sáa illgresi í.