Skip to main content

List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum


Anne Bamford, professari á University of the Arts í London, er ættað av Tasmania. Fyri Norðurlendska Ráðharraráðið hevur hon gjørt kanningar av, hvussu list verður brúkt í norðurlendskum dagstovnum, fólkaskúlum og á miðnámi. Nú er stundin komin til Føroya, har Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið hava verið samskiparar. Nám hevur umsett og prenta kanningina, List í uppvøksturi og skúlagongd í Føroyum, sum í fullum líki sæst á undirvísingarportalinum Snar á føroyskum og enskum.


Anne Bamford hevur áður skrivað Wow Factor: Global research compendium on the impact of the arts (Waxmann Verlag 2006), sum er givin út á fimm málum. Hon hevur vunnið virðislønir fyri arbeiðið innan undirvísing, eitt nú Best Educational Research og The National Teaching Award og hevur verið í uppskoti at fáa British female Innovator of the Year Award. Anne er A Freeman of the Guild of Educators og er limur í The Royal Society for Arts.

Í august og september 2012 hevur Anne Bamford kannað 28 føroyskar stovnar og skúlar, og havt samrøður við 150 fólk á nevndu fakøkjum.


Kanningin varð løgd fram í Norðurlandahúsinum mánadagin 21. januar 2012. Aftaná framløguna var kjak millum fakfólk. Sum lærari hefti eg meg við at bert heilt fáir lærarar vóru møttir og landsins størsti skúli var als ikki umboðaður. Framløgan hjá Anne Bamford var eins siðulig og teksturin í kanningini. Hóast serstakliga bersøgin í innihaldi, hevur professarin duga væl at fáa fólk at opna seg, og greiða frá um hvussu list, kreativitetur og mentan verða brúkt í dagliga yrkinum.


Tá søgdu orðini verða endurgivin í frágreiðingini kunnu tey stundum tykjast ágangandi og niðurgerandi. Men eg vil heldur siga, at gløgt er gestsins eygað og mæl til, at fakfólk taka í egnan barm og hækka um tilvitskuna, tá tað ræður um at brúka list, kreativitet og mentan á ein tilvitaðan hátt, sum er tilætlað mennandi og gevur meining í dagliga yrkinum og ikki innantóm dagdvølja, sum kanningin bendir á.


Samanumtikið vil eg siga, at kanningin er ein beint frammaná hjá serliga dagstovnum, men sanniliga eisini fólkaskúlanum. Á miðnámi er støðan nakað frægari, tí har eru fakfólk og karmarnir eru oftast góðir. Tey fakfólk, sum samrøður eru gjørdar við, tykjast í nógvum førum undarliga veik. Við sitatum sæst eisini, at tilvitskan hjá fakfólki fyrst og fremst á dagstovnum, men eisini í fólkaskúla, ofta er á einum sera lágum støði. Á síðu 73 eru tvey sitat frá lærarum, sum vildu ynskt at tey brúktu drama í undirvísingini, men kortini megna tey tað ikki. Tað verður við passiva ynski, sum signalerar ómegd:

“Eg kundi hugsað mær at havt meira drama við børnunum, men mær manglar sjálvsálit. Hevði eg bara havt eitt lítið sindur av útbúgving, hevði eg kent meg tryggari. Kanska kundu sjónleikafeløg skipað fyri slíkum skeiðum?” (Lærari)

“Eg vil fegin brúka drama í málundirvísingini, men tað er ikki so lætt, tá eg ikki havi førleikarnar. Eg havi ikki ordiliga álit á mær sjálvum. Kanska kundi eg fingið eitt sindur av undirvísing?” (Lærari)

Næmingarnir í fólkaskúlanum verða eisini endurgivnir fyri at siga, at “Í list kanst tú ongantíð gera tað, sum tú hevur hug til. Ítrótt er betri, tí har er nógv at velja ímillum.” (næmingur á síðu 34). Kanska bendir hetta á forðingar á skrivstovuni, har tímatalvur verða lagdar og alt skal ganga upp, treytað av at nóg nógv semjast og tekna seg til akkurát sama evni í sama tíðarskeið. Hetta má kunna gerast liðiligari, so næmingar í størri mun sleppa at gera tað, tey eru áhugaði í og sum passar til teirra menningarstøði. Í kaffisteðginum var nógv at skifta orð um. Her prátar Anne Bamford við Magnus Tausen, stjóra í Námi.


Í fólkaskúlanum er tað eisini ein rár hending at listafólk vitja. “Eg minnist ikki, at nakar hevur vitjað skúlan. Ájú, vit høvdu ein politist og ein frisør. Eg haldi ikki, at nakar leikari hevur vitjað skúlan,” sigur ein næmingur á síðu 58.

Á síðu 62 nemur Anne Bamford við undirvísingarliga og praktiska førleikan at skapa sambond millum dagligu skúlagongdina, tímatalvuna, lesiætlanir, tá søvn verða vitjað. Hóast talan kann vera um somu vitjan á sama savni sama dag, er ymist, hvat fólkaskúli og miðnám fáa burturúr: “Í miðnámi tykist tað, sum at savnsvitjanir og mentanarsýningar eru effektivt samskipaðar við aðra læring í skúlanum, men í fólkaskúlanum søgdu bæði lærarar og næmingar, at tað var torført at fáa samband millum vitjanir og læringina í skúlanum.” Hví skortar hesin førleiki hjá fólkaskúlalærarum, men ikki hjá starvsfelagnum á miðnámi?

Miðnámsskúlar fáa tó ikki bara føgur orð við á listarliga vegnum. Á síðu 87 sigur Anne Bamford at "Í miðnámi hava flestu næmingar eitt sindur av tónleiki og møguliga eitt sindur av myndlist, men góðskan kann vera alt frá frálík til skelkandi."

Eg siga bara at her er nógv at læra, skal tað ovurhonds ríka mentanarliga tilfeingið, sum svimur frítt í landinum, fáast til vega í uppvøkstri og skúlagongd og gerast ein sjálvsagdur vinnuvegur, sum enn ikki er staðfestur í hagtølum og vardur av ES skipanini The Protected Designation of Origin Scheme, sum Anne Bamford segði. Mentamálaráðharrin, sum breyt upp um armar, lovaði at senda boðini beint víðari til floksfelagan, vinnumálaráðharran.


Tað frøddi mentamálaráðharran, sum her sæst undir liðini á nýggja stjóranum í Norðurlandahúsinum, Sif Gunnarsdóttir, at Anne Bamford kundi staðfesta, at nóg mikið at pengum, hølum og tøkni eru í skipanini. Hinvegin bendir kanningin á eina fráverandi tilvitsku, tá umræður list, kreativitet og mentan í dagliga yrkinum hjá námsfrøðingum og lærarum á stovnum og í skúlum í Føroyum. Í so máta er kanningin ein útpurring í tøkum tíma. Kanningin endar við sjey høvuðstilmælum, sum kunnu nærlesast á slóðini, sum nevnd er í innganginum.