Skip to main content

Skírhósdagur á fjøllum


Hesa ársins tíð er tað sum amen í kirkjuni, at Jón Kragesteen bjóðar til gongutúr í Suðurstreymoy at fagna várinum. Hetta er trettandi túrurin og eitt brot úr innbjóðingin ljóðar soleiðis: "Nú munnu fá støð vera eftir í Suðurstreymoy, har vit ikki hava verið. Men tó so, onkur hevur skotið upp, at ganga av Norðradalsskarði suðureftir niðan á Stiðjafjall, har nøkur áhugaverd støð eru. Vit møtast tí á Neytaskarði (Norðradalsskarði) kl. 10 skírisdag 28. mars 2013"



Úr øllum ættum koma fólk í bili, bæði børn og vaksin. Ætlanin er at ganga runt og koma aftur á Neytaskarð, har bilarnir standa.



Her møtast gamlir kenningar, sum eitt nú Sigurd Poulsen og Dan Lamhauge, sum helst tosa um gamlar dagar á Argjum og har um leiðir.
 
So fara vit øll niðan brekkuna móti Stiðjafalli, sum sæst longst burturi. Í ryggsekkinum hava summi træsprek til bálið, tá vit fara at steðga at eta.
 

Í byrjanini ganga vit eftir rossagøtuni, og tí møta vit rímiligvís reiðfólki. Her er tað Knút Lützen á rossabaki. Straks fara børnini at tosa um Zorro.
 
So leingi vit halda okkum til rossagøtuna er gott at ganga. Útsýnið er av tí besta, bæði vestur í hav og norðeftir Streymoynni og inn í Eysturoynna. Tað er sum í sangleikinum On a Clear Day You Can See Forever.
 


Elisabeth, systurin úr Brønshøj, er fyri fyrstu ferð við á hesum páskatúri. Sama eru Oddmar og Jonny.
 

 
Børnini spæla sær í reina og nýfalna kavanum. Skreiða, leypa skalv og gera holur.
 


Og so er at ganga niðan brekkuna. Tey, sum bara hesa einu ferðina um árið ganga í fjøllunum, eru skjótt um ein háls.
 
Tá er gott við kønum leiðarum sum Gundur Mortensen og Hans Mikkelsen, ið síggjast niðanfyri, og funnu okkum teir bestu og lagaligastu vegir at ganga niðaná.
 


So eru vit uppi á Stigafjalli við fríum útsýni í allar ættir. Aron ger ein eingil í kavanum, so sum Anna Maria hevur lært hann.
 
So ganga vit oman av Stigafjalli. Á sólsíðuni savnar Jón træsprekini og so kynda vit eitt fløvandi bál, og eta ein góðan bita, meðan prátið gongur lívliga og nógvar myndir verða tiknar.
 



Páskir eru í hondum og omaná matpakkan bjóðar Benjamin hvørjum einstøkum í ferðalagnum eitt páskaregg.
 
So skal ársins felagsmynd takast í kavanum, meðan sólin stavar bjørt niður á glitrandi kavan, sum var tað í Alpunum. Tað merkist í kjálkunum.
 
Onkur helt, at ein betri felagsmynd kundi takast niðru við steinin, ið summi rópa Steinin hjá Mikkjali, ella bara Mikkjalsteinur, eftir gamla landsverkfrøðinginum. Tað er steinurin, sum sigst vera íbygdur, og tí slapp at standa fram við Oyggjarvegnum. Benjamin hevur funnið eina nummarplátu, sum lá við vegin. Kanska onkur kennist við hana.
 
Høgni Mohr var so fimur og djarvur, at hann sprakk í einum lopi upp á steinin. Tað vildu ungu genturnar gera honum eftir.
 
Við glerpípu í hond, sum var tað eitt svør úr Harry Potter ella Star Wars, heilsar Aron okkum á Norðadalsskarði, nú túrurin er av.
 
Dagsins maður, Jón Kragesteen, takkar fyri stóru luttøkuna. Saman við Augustu bjóðar hann til suppu og felagssang í Tórsbyrgi 28.
 
Ein frálíkur túrur í góðum selskapi. Við GPS-skipanini Endomondo kunnu ídnastu rennarar straks siga, hvussu langur túrurin var, bæði í kilometrum og minuttum, og eisini í metrum omansjóvar. Takk fyri hesuferð!