Kári Olsen, útvarpsmaður, setti ólavsøkuna 2013. Í hugfarsligu røðuni nevndi hann, at mentannin er skorin inn á bein, og tiltøk hava verið sett í verk, fyri at gera vart við vánaligu støðuna. Kári, sum er fastur fúsur bæði í Havnar Hornorkesturi og í Føroya Symfoniorkesturi, tók saman um ólavsøkuna við hesum orðum: Gingið verður oman á Vaglið, við umparumpaprumpa tónum sum Havnar Hornorkestur spælir. Hesir gomlu tøfftøffarar, sum kunnu skapa ein stemning, sum kann minna um Nürnberg 1939. Tað var Tóroddur Poulsen, sum málberð seg so speiksliga um Ólavsøkusetanina eitt árið herfyri. Eg eri ikki heilt samdur við Tóroddi um hatta við stemninginum anno 1939, men umparumpaprumpa tónarnar frá Havnar Hornorkestri, haldi eg fá vildu verið fyri uttan, til skrúðgonguna hesar hátíðarløtu, segði Kári Olsen og siteraði, helst fyri fyrstu ferð á donskum við hetta høvið, eitt brot úr skaldsøguni Når englene spiller Mozart hjá Lisbeth Nebelong: "I Olaidagene er den i forvejen store færøske gæstfrihed uden grænser. Gæster, der selv medbringer drikkevarer, modtages måske nok med særlig varme, men der skeles ikke småligt til hverken nationalitet, social rang eller politisk observans. Alle døre og hjerter står på vid gab, og enhver, der har lyst, er velkommen inn á gólvið og spise, drikke og danse med."
Meðan reiðfólk, ítróttafólk og býráðslimir stóðu á vøllinum og undir Tinghúsinum, stjórnaði Ove, beiggi dagsins røðar, Kára Olsen, Havnar Hornorkesturi.
Ein av stásiligu reiðmonnunum á Tinghúsvegnum er aldrandi Poul Mohr, sum lítur út yvir Vaglið og allar ólavsøgugestirnar.
Myndafólk í hópatali eru á Vaglinum. Her er tað Jens Kristian Vang úr Kvívík, sum roynir at fanga ein nýggjan og spennandi vinkul av ólavsøkugestum, røðarum, tónleikarum og politikarum.
Og so er at sópa eftir hestum og gestum, so Havnin aftur kann skína, nú øll fara at hyggja eftir kappróðuri.
Og so er at fara oman í Fútastovu at hitta blíða íslendska sendiharran, Þórður Bjarni Guðjónsson, og smakka spik av havkalli. Zakarias Wang var har í somu ørindum.
Altjóðagerðin sæst í hvørjum túni á ólavsøku. Her er ein enskttalandi klovnur, sum undirheldur í Vágsbotni.
Hóst broytingar í mentan og klæðum, eru summi viðurskifti, ið aldri broytast á ólavsøku. Teirra millum eru lummafløskan.
Og nú fer Jógvan í býin fyri fyrstu ferð í føroyskum klæðum. Vit ynskja honum og øllum øðrum eina góða ólavsøku!