Í dag skrivar Sosialurin í oddagrein, at nú "hendi tað, sum eingin hevði roknað við, at Dimmalætting fór í søguna." Hallo, Eirikur. Í langa tíð var einki meira sjálvsagt, enn at Dimma ikki bara mátti, men faktiskt átti at fara í søguna. Hon var blivin ein fornleivd á pappírsheiðini, sum gamaní fekk virðislønir fyri góðan tekst nú og tá, men annars bara fylti upp í skrellispannini. Fatar ein ikki sjálvur, hvønn veg tað ber, so eru tað altíð onnur, ið gera tað. Fyrst og fremst lesararnir. Tað er lívsins lærdómur og avbjóðing. At grípa í egnan barm og læra av egnum mistøkum. Og á hesum stað skal eg vera hin fyrsti at spáa um framtíðar skúlabókina, sum neyvan fer at vera úr pappíri einans. So er sópað fyri egnum durum. Í dagsins oddagrein brúkar Sosialurin ævintýrligu orðamyndina um, at Gamli Risin er fallin. Men argumentið fyri at skriva hesa oddagrein, er í størri mun at føra prógv fyri, at Sosialurin kláraði seg fyri hálvthundrað milliónir færri og minni enn dýra Dimma. Og longu nú hoyri eg gamla sangin hjá Gunnari Hoydal fyri mær um gomlu teysina, sum selur kropp sín hvønn ein dag. Og á arbeiðspássinum var mín sann ein starvsfelagi, sum í gjár var so næsadjarvur, at syngja júst hesa skemtiligu og nú eisini søguligu vísu afturvið morgunmatinum, so sum vit plaga mánamorgnar. Gamaní, ikki henda sangin upp í saman, men ein nýggjan aktuellan føroyskan sang, so sum kaffitørnið er, hvønn mánamorgun, árið í kring. Meðan túrarnir í heimligu skrellispannina gerast færri, tí nú minkaði pappírsrúgvan munandi, so fái eg tann ófyrigeviliga tanka, at hvat mann tað vera, sum ger Pappírssosialin meira verdan, hóast hálvt so dýrur, sum gamla Dimma? Tá lokið fer á skrellispannina heima í túninum, hugsi eg við mær sjálvum, at tað er einki, uttan ítróttur týsdagar, sum eg als ikki lesi, hóast myndirnar eru fínar. Men nei, eg hevði eins lítið saknað Sosialin, um so var, at hann fór somu sjálvsøgdu leið sum Dimma. Tað einasta eg sakni, er ein avís, sum einaferð um vikuna kann geva mær innihald, ið rættvísger at ein pappírsavís yvirhøvur skal koma út á føroyskum. Eg bíði enn í tolni. Og havi gjørt tað í nøkur ár. Meðan eg grundi yvir innihaldsliga týdningin í serføroyska orðafellinunm Tolin trívst, so detti eg framm á leitorðið skriða í føroyskt-ensku orðabókini hjá Sprotanum. Her verður víst til orðatakið, at har sum ein skriðan er lopin, er onnur væntandi. Á enskum verður tað týtt soleiðis: misfortunes/troubles never come singly.