Skip to main content

Mentanarvika í Fuglafirði 2013


Hergeir Eldevig, sum sæst við rygginum fyri, meðan Stanley Samuelsen, dótturin Astrid og Jákup á Lakjuni syngja George Harrison í svimjihylinum í skúlanum, skipaði fyri Mentanarvikuni í Fuglafriði 26.-22. september 2013. Hergeir heitti á meg, at taka saman um og halda røðu í Mentanarhúsinum, tá tiltakið endaði, sunnukvøldið klokkan 22:00. Her er røðan og skoðsmálið:

Øll hava vit nógvar heimstaðir. Líka síðani omma mín var jarðamóðir í 44 ár á hesum leiðum, og serliga fyrst í trýssunum, havi eg kent Fuglafjørð sum eitt lítið sindur av einum heimstaði. Minnist serliga væl ljóðið út eftir fjørðinum, tá ein mammubeiggi smíðaði og bankaði rust umborð á Gulldrangi, kanska var tað í 1963.

Tá undraði tað meg ikki, at omma, sum búði í Gøtugjógv, fekk sær íbúð til leigu í Fuglafirði hjá Mester, tey róptu. Í nøkrum so stórslignum sum einum raðhúsum. Tað hevði eg ikki sæð fyrri. Eini raðhús. Beint niðanfyri hjá læknanum, hurð um hurð við Atla, pápa leiðaran í Mentanarhúsinum, og í hinum endanum var Mórus og niðri í brekkuni, Kristian.

Tá bygdin Hellurnar, har omma eisini var jarðarmóður, fylti 100 ár, arbeiddi eg saman við Helenu Samuelsen. Ein dagin vísti hon mær eitt bræv, hon hevði funnið í skjalagoymslunum hjá Fuglafjarðar kommunu. Tá gekk tað upp fyri mær, hví omma eisini búði til leigu her á staðnum. Í brævinum, sum var stíla til ommu í Gøtugjógv fyri 50 árum síðani, varð upplýst, at um so var, at hon framhaldandi ynskti at vera í starvinum sum jarðarmóður, so skuldi hon flyta higar til Fuglafjørð. Punktum.

Tað hevði verið stuttligt at vita, hvat hevði hent, um eini tílík einvegis kravboð, frá einum manni, vórðu send einari kvinnu í eini grannabygd í dag.

Men tað var so orsøkin til at eg ofta spældi á gomlu skirvisligu brúgvunum fram við vágni her í bygdini, og sá bátar koma inn og út, ikki minst russarar.

Haldi meg minnast, at fyrstu ferð eg hevði tannapínu, var av eini bleytari karamellu umborð á einum russara, sum lá her, og vit høvdu nokk at gera, at hyggja, um hann loysti og sigldi av stað við okkum. Men sum plástur uppá sárið fingu vit eina brosju við Juri Gagarin at seta í bringuna. Og á Gøtuvík sendu teir rakkettir á nýggjárinum, allir russisku sildabátarnir. Kanska vóru teir ikki so galnir allíkavæl, russarnir, sum góvu mær mína fyrstu tannapínu júst á hesum leiðum fyri 50 árum síðani.

Og ímeðan hava skip stevnt út og inn, handlar og bakarí hava latið upp og aftur, og leikfólk hava sett sær fyri at týða Bíbliuna. Og meðan onnur hava sjabbast, um tað skal eita Leirvíksfjall ella Ritafjall, so eru nýggjar tíðir komnar. Silly Boys og Absurdy Fair eru farnir, í hvussu er sum bólkar. Men nýggja tíðin og fólksins staðbundni vilji hava reist hetta húsið, Mentanarhúsið í Fuglafirði. Sjáldsama gott til akustikk. Sama er galdandi úti í Runavík, har Løkshøll er reist. Tveir gimsteinar, sum eingin onnur oyggj ella kommuna eigur, ella hevur atgongd til. Tað er tykkara styrki.

Úti um landið verður ofta tosað um “tey í Havn”, ella enntá “Kontórshavn”. Men har hava tey ikki eingang eitt staðbundið mentanarhús, enn minni auditorium. Gamaní, nú fer at koma ein spælistaður í høvuðsstaðnum. Men í mong ár hava tit átt hesa perlu, Mentanarhúsið, ið eigur at verða piprandi hjartað við vágna á hesum titlikna firði, har nógv altíð hevur verið lagt upp, skift hendur og skapt kjak.

Miðskeiðis í 80’unum vóru tit vertir fyri Listafólkastevna hjá Listasambandinum. Sama gjørdu aðrar bygdir úti um landið. Mentanarhúsið kom um aldarskiftið, so kom Listastevna Føroya, fyriskipað úr Norðurlandahúsinum, so kom G! Festivalurin í grannabygdini, stásilig samkomuhús og síðani Løksøll. Mong kalla hetta økið Bíbliubeltið. Eg vil siga Mentanarbeltið. Hetta er føroyska mentanarbeltið.

Minnist við gleði, tá eg sjálvur var við at fyriskipa fyrstu konsert her í Mentanarhúsinum. Tað var við eini amerikanskari bluegrassangarinnu úr Nashville og føroysku Dupultkvartettini. Tað var hugtakandi at síggja og hoyra hesar træðrir knýtast og geva eina bæði harmoniska og staðbundna konsert. Og so tann drúgvi tanki, sum hevur ligið á siðani, at taka burtur upphugsaðar kirkjuveggir og heldur søkja tað sameinandi. Her í mentabeltinum eiga tit teir, landsins bestu pallar, at knýta og bera fram fólkslig úttrykk.

Mentanarhúsið er luttøka og møguleikin hjá tí einstaka at taka lut í tí, at skapa hetta undarliga fyribrigdi, vit nevna mentan, og sum onkuntíð – burturúr breiddini, eins og tað var úrtøka til landsliðið – hevjar seg upp at blíva list, føroysk heimslist.

Mentanarhúsið er heimavøllurin, ið tryggjar mentanin eina verandi grund, ið øll kunnu og eiga at vera um. - At vit fáa loyvi til at tora at flyta okkum og ikki fáa alt serverað, men eisini sleppa at serverað fyri øðrum, sum fyriskiparin av Mentanarvikuni, Hergeir Eldevig, sigur.

Eftir rúma tíð í dvala, er húsið vaknað aftur. Klárt til aftur at ganga á odda, tá um fólksliga mentan umræður.
Og við nærløgdum fólki tengdum at húsinum, og eini tryggari kommunnalari fígging undir sær, er húsið ført at vísa vegin.

Vegin, ið førir fram á málið, har mentan verður raðfest, sum annað enn undirhald, listafólk verða tikin í álvara og einoygd peningainnsavnan ikki fær fastatøkur á virkseminum.

Eg havi fingið til uppgáva at kanna og lúra inn undir skjúrtufaldin á mentanini í Fuglafirði við hetta høvið, nú punktum verður sett fyri ársins Mentanarviku. Sum grannskoðarin, kann eg ikki siga annað enn, at eftir míni bestu sannføring, verður mentan tikin í álvara í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tí álvara, sum eg skilji, at mong hava tráða eftir í mong ár. Søgan minnist nógvar óræddar Fuglfirðingar. Eg minnist eisini og kenni enn nógvar óræddar Fuglfirðingar. Hergeir Eldevig sigur, at “Vit gera hettar, tí vit ikki kunnu lata vera. Ikki tí tað er trupult, sum Kennedy segði, men tí tað er WHAT IT TAKES. Vit gera tað, sum skal til fyri at trívast. Tað, sum skal til fyri at mennast. Tað sum skal til, fyri at førka okkum sjálvi og okkara nærmastu frameftir."

Og tað gera tit í Fuglafirði. Sum sálmaskaldið sigur: - Alt meðan fjøllini standa!

Takk fyri tiltakið, takk fyri høvið!