Einki er sum Syðradalsvegurin. Har er útsýni ikki bara út á Koltur og til Vágar, men eisini vestur í hav og upp í loft, har ljósið livir, brýtur sær veg gjøgnum skýggj og rakar sjógvin, havspegilin, og kastar so alt upp í loft av nýggjum. Og so kemur eitt stroyggj, ið dregur fyri og eitt lot, sum turkar alt burtur til nýggjan leik á vágni.
Seyðurin er sannførdur um, at eg eri ikki bóndin í bóndabilinum. Tað sært tú í andlitsmyndini omanfyri. Eftir at hava poserað við Kolturi í baksýni eina løtu, kemur rætti fóðurbilurin. Seyðurin tyrpist um trogið og hin morreyði til høgru, niðanfyri, letur renna á bøin.
Og yvir øllum er luftin blá. Eisini ein sunnudag á Syðradalsvegnum í februar.