Skip to main content

Tenn, testamenti og perlur frá Ziehe


Lukkutíð er gerandisdagurin ikki tað bera stress og óloysiligar arbeiðsuppgávur, men eisini lívgandi upplivingar í fríløtum. Í døgurðatímanum sat eg í tannlæknastólinum hjá Eyvør Patursson á Berjabrekku, sum í hesum døgum er ein tiltakandi grønur lummi mitt í Havn. Tannmyndin há Joan omanfyri er eftir at eg reisti meg. Nú er bara kinntonnin í yvirmunninum til vinstru eftir. Selfie-tannmyndin niðanfyri er ein aðrenn mynd.


Fyrstu ferð eg sat í tannlæknastólinum hjá Eyvør var í oktober 2009. Eftir ein túr í Reykjavík hevði eg brotið mær ein jaksil, tá eg dyppaði fransbreyð í fiskasúpan á Dillon Bar á Laugavegnum. Troyttur og broyskin var tími hans komin, jaksilsins tími. Eins og vinmaðurin, ein svorin sosialdemokratur úr Havn, sum beit í eina kókaða pylsu á Sergelgatan í Stockholm og misti framtonnina. Tími hans var komin. Meðan tíðarinnar tonn soleiðis talar sítt egna tannamál, avmyndi eg tær tríggjar fryntligu dámurnar, Anna, Joan og Eyvør, sum manna, ella rættari kvinna, tannlæknastovuna hjá Eyvør við tí góða útsýninum mitt í Havn.


Og so til arbeiðis aftur. Í Starabrekkuni niðan móti Námi, niðanfyri Veðurstøðina, nýggja Vinnhúsið, Effo og Posthúsið, spankulera tvær gæs yvir um vegin, meðan tvær vindmyllur á Eystnesi mala í eins góðum parlagi í baksýni.


Í skeiðshølunum hjá Námi skipar danska forlagið Systime fyri álinju fyrilesturi úr Musikkhúsinum í Aarhus, har fullsett er, og vit og starvsfelagar í Grønlandi kunnu fylgja við av heimrustini. Týski Thomas Ziehe (f.1947) leggur fyri við enskum fyrilesturi um samleika millum ung í dagsins skúla.


Ziehe tosar um mentanarligt strukturloysi, ella understructure, og so um the self world hjá næminginum í dag, self observation, við shame ístaðin fyri guilt, og so um dependency á netinum og í altjóða poppmentanini, har gerandisumhvørvið er áljinu, har miðlaða vindeygað bæði gongur inn og út, og fartelefonin er ein partur av kroppinum, sum altíð er hjá tær, ikki minst tá selfies skulu takast og fokus verður sett á sjálvsheimin, your self world, akkurát sum í hesum føri, tí this is me, anytime. Og eru hini ikki har, so fært tú fantompínu. Ego-avbjóðingin verður at duga at siga nei, í hvussu er av og á, meðan ein er á. Serstakliga hugvekjandi, ikki minst at síggja og hoyra Ziehe sjálvan tala, peika og veipa. Tað havi eg ikki roynt fyrri. Á Læraraskúlanum fyrra part av 80'unum var hann stóra stjørnan, tað verið seg í námsfrøði ella sosiologi.


Heimkomin eftir hendingaríkan dag, hevur ósvikaligi dómadagsprofeturin úr Rituvík verið í postkassanum og borið mær nýggjatestamentið. Tað var illani. Ætlaði at fanga hann, tá hann kom. Um ikki annað, so til eina myndatøku í túninum undir opnum himni. Tó, at fortalt honum um Ziehe og refleksiva mentanarhugtakið ella Matteus 7:6 er nokk burturspilt. So vit lata hesar báðar kyrrlutamyndir, nýggjatestamentið við rustaðari skrúvu, og myndaklippið frá Matteusi um lívsins perlur, standa eina løtu á nethinnuni. Enjoy - og kastið einki. Heldur ikki fyrsta steinin!