Skip to main content

Ólavsøkan sett


Ólavsøkuaftan byrjaði við køldum borði í opnum húsum í Føroya fremsta privata listaskála, honum hjá Amariel Norðoy í Lambagerði 1. Hann hevur málarastovu í kjallaranum, men í restini av húsinum, bæði í neðra og í erva, ja sjálvt á vesinum, er besta savn av føroyskari myndlist, eg havi sæð. Sum til dømis Steffan Danielsen í baksýni omanfyri. Myndin niðanfyri er úr gongini hjá Amariel, og sýnir eftir mínum tykki besta úrval av myndlistini hjá Amariel sjálvum.


So fara vit niðan í almenna skálan, Listaskálan, at skoða ólavsøkuframsýnignina hjá Listafelag Føroya, har Katrin í Gongini tekur ímóti við ársins gula liti.


Kinna Poulsen hevur kuraterað ólavsøkuframsýningina, har 38 listafólk eru við. Her er Kinna avmyndað frammanfyri risastórum málningi hjá Rannvá Kunoy.


Rannvá Kunoy, sum er úr Havn, men býr í London, tosar her við John Dalsgarð. Umframt at halda Sisu í hondini við svørtum neglum, hevur Rannvá trý verk á ólavsøkuframsýningini.


Kinna gevur tjóðskapar- og kærleikspunkarunum, 200, ja tveyhundrað, orðið, tónan, stevið og luftrúmið yvir føroyskari list og mentan í tjúgu minuttir.


Og so er ólavsøkuframsýningin sett við ein levint og gang, sum ikki er hoyrdur í hesum hølum áður. Deiligt. Ikki minst tá eg varnist, at eftir vegginum stendur skrivað við kulørtum postkortum Eg elski teg!




Meðan Sissal Kampmann skrivar á veggin, resiterar dótturin, Lea, og spælir gittar afturvið. Performance/yrking á kartong, 200 krónur, stendur í skránni. Hugvekjandi at fáa veggirnar í Listaskálanum at tosa, rópa, swinga - og nema. Gott, Kinna!


Mær dámdi væl at síggja instalasjónina hjá Sámal Blak, Farvæl, sum er sett á eitt splintrað Havnarborð við fýrkantaðum skriviborðsætlanum fyri framtíðarbýin og innsettum glaskassa við ungum tjóðskaparpari, ið sigur sum heitið: Farvæl.


Silja Eystberg er sett í djúpa papprammu frá Bygma, sum fyrr æt Balslev, á vegginum millum øll postkortini, ið skapa orðini Eg elski teg!


Fólk hugna sær og onkur hevur tørv á eini kønari almannahond at binda slipsaknútin.



So gongur leiðin oman gjøgnum býin at hitta fólk í íslendska konsulátinum hjá Þórði Bjarna Guðjónssyni í Futastovu. Mest hugtikin eri eg altíð av teim niðurlendsku kaklunum frá 1600-talinum í hesum húsum kring Gongina.


Eftir íslendsku vitjanina í Fútastovu ganga vit niðan á Vaglið at hoyra Frelsunarherin. Tað er so deiliga ólavsøkuligt. Frelsunarherurin á Vaglinum í Havn. Framhaldandi góða ólavsøku!