So er tólv metur høga granntræið úr Íslandi tendrað og kastar nú ljós á Tinghusið og Vaglið. Eins og í Føroyum veksur einki í Íslandi, uttan at tað er plantað. Hetta træ varð gróðursett á Heiðmørkini í Reykjavík í 1960 og hesa hálvu øldina ella meir, hava norrønu feløgini og líknandi felagsskapir tikið stig til at planta mong trø í Íslandi. Forsetin í býráðnum í Reykjavík, Sóley Tómasdóttir, helt røðu og upplýst varð, at sjálvur borgarstjórin, Dagur B. Eggertsson, hevði felt træið. Har hava tey eitt nógv størri pingsystem enn vit hava sett í verk í høvuðsstaðnum. Men kanska kemur tað.
Aldri áður havi eg sæð so nógv fólk á Vaglinun, tá kalendarin ikki sigur ólavsøka. Havnar Hornorkestur spældi undir kønari leiðslu av Ova Olsen, ein lítil genta varð eftirlýst og afturfunnin, so tað varð akkurát sum tað eigur at verða á jólum, tá øll savnast og eru glað. Og so skulu einglarnir líka taka eina sjálvsu.
Fyrstu røðuna helt Theodor Eli Dam Olsen, sum nú er prestur í Hoyvík. Hann er altíð væl orðaður og dugir at tjúna seg inn á høvið og at møta lurtaranum, antin hann er í kirkjuliðnum ella á Vaglinum. Soleiðis var eisini hesu ferð.
Aftaná helt Heðin Mortensen, borgarstjóri, jólarøðuna, sum tey siga á heimasíðuni hjá kommununi.
Heðin upplýsti at 80 ár eru síðani fyrsta jólatræ varð tendrað á Vaglinum. - Akkurát hvussu tað kom í lag, at Havnin fekk eitt stórt granntræ at seta upp her á Tinghúsvøllinum, er eitt sindur óvist, men henda sið hava vit so tikið til okkum. Óivað er hugskotið komið úr Danmark, og væl kann hugsast, at føroyingar hava sæð fyrstu jólatrøini í Keypmannahavn, segði Heðin. Einki varð sagt um Birkerød og gamla vinabýasambandið, sum í so mong ár gav okkum eitt jólatræ, at vit enn syngja um tað. Og so sluppu nissubørnini í Havn at koyra í gamla brandilinum hjá Sløkkjuliðnum, so nú eru jólini heilt vist í hondum.
Men hóast ovurhonds nógvar kommunalar jólaperur, eg haldi ov nógvar, so er alt við tað sama í Vágsbotni, har Carl August Arge enn sum áður selur nýveiddan fisk.